Augsburgska trúarjáttanin I: Gud

Næstu mongu vikurnar fer Trúboðin hvønn leygardag at gjøgnumganga ta Augsburgsku trúarjáttanina, sum er eitt av teimum fimm játtanarritunum hjá evangelisk-luthersku fólkakirkjuni. Jón Poulsen, prestur í Danmark, hevur skrivað, og greinarøðin varð prentað í Trúboðanum í 2007. Fyrsta grein í røðini snýr seg um Gud.

”Kirkjulið okkara læra einmælt, at avgerðin á kirkjufundinum í Nikea um einleikan í teirri guddómligu veruni og um teir tríggjar persónarnar er sonn og eigur at vera trúð uttan nakran iva. Hon snýr seg um, at tað er ein guddómlig vera, sum bæði verður nevnd og er hin ævigi Gud, uttan likam, sum ikki kann býtast sundur, við ómetaligum mátti, vísdómi og góðsku, sum skapar og heldur uppi øllum lutum, bæði sjónligum og ósjónligum. Men tó eru tað tríggir persónar, av somu veru og líka ævigir: Faðir, Sonur og Heilagur Andi”. (Brot út 1. grein: Um Gud)

Hvør er Gud? Hvat lærir Bíblian okkum um hann? Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu fólk ímynda sær Gud. Onkur sær barnið í Betlehem, ein annar sær ein gamlan abba við longum skeggi sitandi á einum skýggi, og ein annar sær Kristus á krossinum. Tað hevur stóran týdning, hvørja mynd vit hava av Gudi. Henda myndin er við til at ávirka bæði okkara andliga og tímiliga lív. Fyrsta greinin í augsburgska játtanarritinum er um tað heilt grundleggjandi, sum Bíblian lærir um Gud.

LES EISINI  Sum faðir, so sonur

Gud er ævigur

“Í fyrstuni skapaði Gud…” Soleiðis byrjar fyrsta vers í Bíbliuni. Einki var av nøkrum. Eingin luft, einki ljós, ongar stjørnur – mitt í hesum tómleika var kortini okkurt – ein byrjan og ein, sum fekk tað at byrja: Gud! Móses yrkir: “Áðrenn fjøllini vórðu til, áðrenn jørð og heimur vórðu fødd, um aldur og allar ævir ert tú, o Gud!” (Sl 90,2) Hvat sigur hetta um Gud? Jú, sjálvandi sigur tað, at hann hevur rættiliga nógv ár á baki. Men týdningarmest er tó, at hann er upprunin til alt, sum er til.

Um Gud var óndur og bert hugsaði um at gera lívið ringt fyri okkum, so hevði tað verið ræðuligt; men soleiðis sær veruleikin ikki út. Gud elskar! Gud er kærleiki! Gud er náðigur! Tí kann Jesaja við dirvi siga um Gud, at hann er ein “ævigur klettur” (Jes 26,4).

Gud hevur altíð verið og fer altíð at verða – ikki bert fyri seg sjálvan; men eisini fyri meg og teg.

Gud hevur alla tíð til at lurta eftir okkum – bæði um gleði og sorg, og hann hevur altíð tíð at vísa umsorgan og troyst; men eisini aga, um tað er tørvur á tí.

LES EISINI  Kletturin, sum heldur

Gud er almáttugur

Gud er harri yvir øllum, bæði stórum og smáum, óndum og góðum, trúgvandi og gudsnoktarum – “Gud er Gud, um menniskjan øll doyði”, sum Peter Dass yrkti. Tað er júst hetta, sum liggur goymt í orðinum ‘almátt’. Vit skulu ikki ímynda okkum Gud sum ein stóran gandakall. Gud er ikki Houdini ella Copperfield. Gud er Gud!!!

At hann er almáttugur, ber millum annað við sær, at hann kann nógv: grøða, skapa, frelsa, halga og so framvegis.

Men tað merkir ikki, at hann kann alt. Gud er bundin av sínum kærleika til okkara.

Paulus sigur: “… eru vit ótrúgvir, verður hann tó trúgvur; tí at seg sjálvan kann hann ikki avnokta” (2 Tim 2,13). Hann verður trúgvur móti okkum, ikki so at vit øll verða frelst, men so at vit øll eru elskað av honum. Sjálvt tá hann tveitti Ádam og Evu úr Eden, var tað ikki vegna vreiði og rættvísi, men vegna hansara kærleika. Hann visti, at um hann ikki forðaði teimum atgongd til lívsins træ, so fóru tey at eta av tí og verða æviga glatað í síni synd. Men Gud hevði eina frelsuætlan.

Gud er ein, og tó tríggir

Vit trúgva á Gud Faðir, Gud Son og Gud Heilaga Anda. Men tó trúgva vit, at Gud er ein og ikki tríggir. Soleiðis boðar Bíblian okkum tað. Bíblian vitnar týðiliga fyri okkum, at Sonurin ikki er Faðirin; til dømis við at Jesus biður til Faðirin. Og tó leggur Jesus stóran dent á, at tann, ið hevur sæð Jesus, hevur sæð Faðirin (Jóh 14,9). Jesus lærir lærusveinarnar um, at Heilagi Andin ikki kann koma, fyrr enn Jesus er farin til Himmals. Og tó sigur hann við teir um Andans komu: “Eg vil ikki lata tykkum verða faðirleysar; eg komi til tykkara” (Jóh 14,18). Við fyrsta eygnabrá kann hetta tykjast rættiliga øvut, men soleiðis boðar Guds halga orð tó. Og alla tíðina heldur kristna bíbilska læran samstundis fast í hesum, at Gud er ein. Tað er bert ein Gud, nevnliga hann, sum skapti alt – hann, sum kallar seg JHVH (hetta koma vit nærri inn á í triðju grein).

Gud er ævigur, almáttugur og tríeinur! Soleiðis opinberar hann seg fyri okkum nú í sínum halga orði. Latið okkum síggja og kenna Guds gleðiboð í hesum. Hann er ævigur kærleiki – fyri okkum. Almáttugur, so hann eisini fær endurloyst ein syndara sum meg. Hann er faðir mín, frelsari mín, og lívgevi mín.

LES EISINI  Veðurtænastur og trúarspurningar
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina