Verulig veking sambært Martyn Lloyd-Jones

Í hesum døgum verður nógv skrivað og tosað um veking. Bæði í Ashbury (USA) og í Vikeland (Noreg) hava menniskju upplivað, at Gud hevur virkað á ein serligan hátt, og sum uttanfyristandandi er tað nærliggjandi at tosa um veking í økjunum. 

Bretski læknin og presturin Martyn Lloyd-Jones hevur úttalað seg um, hvat eyðkennir veruliga veking.  

Hin 6. februar 1925, tá ið Martyn Lloyd-Jones var 25 ára gamal og lesandi við Royal College of Physicians (læknaligur háskúli í London), hevði hann ein umstríddan fyrilestur undir heitinum “Tragedian við nútíðar Wales”. Fyrilesturin legði dent á vaksandi dugnaloysi og minkandi treysti hjá kirkjuni og Martyn Lloyd-Jones gramdi seg um andaligu líkasæluna og lítla andaliga máttin í læruni. Hansara niðurstøða var at kirkjan lá í respirator og hevði brúk fyri veking.

Næstu 55 árini víðkaði Martyn Lloyd-Jones sín boðskap, so hann fevndi um alla enskt-talandi kirkjuna. Um hann tosaði sum lækni ella prestur, so var tørvurin á veking nakað sum eyðkendi alt hansara prestaliga lív.

Til vikulig bønarmøtir og regluliga í talum kallaði hann á kirkjuliðið og alheims kirkjuna um at ákalla Gud og biðja um veking. Hann segði: “Um eg havi nakað innlit í tíðina og um eg havi nakað innlit í tað, sum Bíblian lærir um kirkjuna og gerningin hjá Heilagum Anda, so himprist eg ikki við at siga við vissu, at einasta vónin fyri kirkjuna í løtuni er veking.”

Hetta var størsti tørvurin hjá kirkjuni í 20. øld.

At allýsa veking

Martyn Lloyd-Jones skrivaði ongantíð eina skipaða frágreiðing um veking. Tó tosaði hann áhaldandi um veking og týdningin av veking. Serliga er nógv at finna um veking í teimum 24 talunum, sum hann hevði í 1959, fyri at markera at tað var ein øld síðani stóru vekingina í USA í 1859. Men, longu tvey ár frammanundan tann 9. juni 1957 hevði Martyn Lloyd-Jones eina talu um veking út frá Efesus 4, 4-6.

Í hesi talu ger hann mun á, hvussu Heilagur Andi vanliga virkar, og so tí serliga gerningi, sum Heilagur Andi ger. Hann greiðir frá, at veking er, tá ið Heilagur Andi virkar á ein serligan hátt. Í ein ávísan mun er tað ein endurtøka av tí, sum hendi á hvítusunnu, tá ið Heilagur Andi kom niður yvir nógv menniskju somstundis.

Sambært Martyn Lloyd-Jones, so hevur veking tvey endamál: Tey, sum eru partur av kirkjuni, fáa størri innlit og royndir, og tey, sum ikki eru partur av kirkjuni verða umvend og drigin inn. Báðir partar hava stóran týdning. Hjá teimum, sum eru partur av kirkjuni, so skilja tey betur sannleikar í læruni og uppliva eina sterka staðfesting av Guds nærveru. Tey, sum ikki eru partur av kirkjuni, fáa eitt sterkt, evangeliskt møti við hin livandi Gud.

Martyn Lloyd-Jones trúði, at veking er, tá ið Heilagur Andi virkar á ein heilt serligan hátt, tí vekingin er eyðkend av eini gátuførari opinbering av Guds nærveru. Hetta er ikki nakað, sum vit kunnu virka ella eftirgera. Veking er tann sermerkti og máttmikli Heilaga Andans eldur. Okkara uppgáva er einans at søkja hann. Eins og hjá Elia á Karmels fjalli, so kunnu vit byggja eitt altar, vit kunnu søkja eina veking, men tað er einans Gud, sum kann senda eldin.

LES EISINI  Vekingarlongsil

At leingjast eftir veking

Men hvussu kunnu vit so byggja eitt altar? Og hvussu kunnu vit søkja Guds sermektu nærveru?

Hóast Martin Lloyd-Jones trúði, at hvítusunna var alt avgerandi, so vísti hann til 2. Mósebók kapitul 33, sum høvuðstekst fyri at vísa, hvat veking er, og hvussu vit skulu søkja veking. Í talunum út frá 2. Mósebók kapitul 33, vísti hann á fýra stig hjá teimum, sum søkja veking.

1. stig: At gerast varugur við tørvin, og at seta orð á syndina (2. Mósebók 32,30-33,3)

Móses møtti veruligu andaligu støðuni hjá fólkinum andlit til andlits. Hann tekur ábyrgd av teirra andaligu støðu og teirra synd, og hann er millumgongumaðurin, sum tosar sannleikan, eisini hóast tey ikki taka væl ímóti honum.

Martyn Lloyd-Jones vísti á nakað tað sama í eini talu út frá Mark 9, 28-29, tí hann trúði, at miseynaða royndin hjá lærusveinunum at reka illa andan út úr dreinginum, var ein mynd av støðuni hjá kirkjuni í hansara samtíð. Lærusveinarnir vistu ikki, at…hetta slagið fer ikki út við nøkrum, uttan við bøn og føstu. Tann illi andin hevði ov stórt vald.

Tað er umráðandi ikki at fastlæsast í hættum og ætlanum, sum vóru við at skapa kirkjuvøkstur í undanfarnu ættarliðum, tí tey møta ikki neyðtúrvilliga tørvinum hjá fólkinum í dagsins samfelag.

2. stig: At syrgja um syndina (2. Mósebók 33, 4)

Annað stig er, tá ið fólk gerast stúrin um Guds fráveru. Tá ið tey síggja sína støðu; tá ið tey standa andlit til andlit við sína egnu synd og gerast stúrin um Guds fráveru, so syrgja tey. Tey vilja ikki hava lovaða landið uttan Gud. Tey eru vakt um álvaran av síni synd og verða sanførd um, at allar Guds signingar eru nyttuleysar uttan hansara nærveru. Tí, hvat gott hevði verið í ríkidømi og yvirflóð uttan Gud? “ Um tú ikki kemur við okkum, so fara vit ikki longur” verður teirra róp.

Lyklaspurningarnir her eru: “Kenna vit Gud? Er hann við okkum? Kemur Gud við okkum inn í landið? Um hann ikki er við okkum, so er tað líkamikið, at landið flýtir í mjólk og hunangi, tí vit fara ikki longur. Vit vilja ikki hava Guds gávur uttan Guds nærveru.”

Ígjøgnum sínar talur kallaði Martyn Lloyd-Jones á fólk um at syrgja støðuna hjá kirkjuni, sum er merkt av “ófullkomnari siðvenju” ella uppaftur verri “deyðari siðvenju.”

3. stig: Átrokandi bøn og forbøn (2. Mósebók 33, 7-17)

Triðja stigið í veking er merkt av einum tíðarskeiði við serligum bønum og forbønum. Martyn Lloyd-Jones lýsir hetta stigið í trimum.

Fyrsti partur (v. 7) er at seta “samfundartjaldið” upp uttanfyri vanliga staði og søkja Guds nærveru. Hann sá hetta sum eitt bønarstað, sum varð reist av einum ella tveimum einstaklingum  – uttanfyri leguna, uttanfyri vanliga lívið og rútmuna hjá kirkjuni – har tey søkja Guds nærveru vegna fólkið. Martyn Lloyd-Jones trúði, at Gud ofta signar hesar bønir og vísir sín tokka. Har er ein endurnýggjaður andaligur hiti, frælsi, væntan og eymleiki, sum eyðkennir vanligu náðimiðlarnar. Har er ein nýggjur broddur í taluni og kvøl í bønini. Men hetta er bara fyrsti partur.

LES EISINI  Kom á vekingarmøti við Ólavi og Carsten

Annar partur er, tá ið fleiri og fleiri fólk koma aftur til samfundartjaldið – og bøna og biðja Gud um náði og um meira av hansara nærveru. Tey hava smakkað tað, men nú vilja tey hava meira. Hvat er tað, sum tey vilja hava meira av? Móses vísir okkum vegin (v. 13). Hann ynskti fyrst at fáa størri vissu fyri seg sjálvan. Hann var ikki nøgdur við at vita, at hann er elskaður av Gudi og hevur funnið náði fyri eygum hansara. Hann vildi hava meira. Hann vildi, at Gud skuldi vísa honum sín kærleika persónliga og beinleiðis. Hetta sá Martyn Lloyd-Jones sum eitt vanligt tekin um veking; tann vaksandi longsulin eftir at koma at kenna Guds kærleika til hvønn einstakan.

Síðani er ein longsul eftir meira kraft. Allir forbiðjarar, sum søkja Gud kenna sera væl sínar egnu veikleikar og máttloysi, tá ið tey skulu møta fíggindanum. Í veruligum vekingum, er ein økt tilvitan um, at skild frá Jesusi kunnu vit einki gera og tí er eisini ein øktur longul eftir at vera saman við honum.

Triði partur er, tá biðið verður um eina serliga váttan av endamálið hjá kirkjuni (v. 16). Stóra endamálið við at søkja veking er at síggja Guds stórleika floyma ígjøgnum kirkjuna. Og bønin til Guds er, at hann má gera kirkjuna til tað, sum hon varð ætlað: skild burturúr, serstøk, heilag, ljómandi, máttmikil og vøkur. Hon var ætlað at vísa Guds stórleika og at liva í gleðiboðskapinum, soleiðis at tjóðirnar undrast. Soleiðis er hon ikki. Hon er veik, sligin, oyðiløgd og úrslitaleys. Og tí ljóða bønarrópini.

Seinasti partur í “at byggja eitt altar” ella at søkja vekingina er átrokandi forbøn. Bønirnar hjá Mósesi eru ein fyrimynd; hann er djarvur og ítøkiligur, hann “kjakast” við Gud og biður Guds egnu lyfti til hansara.

Stig 4: Lat meg síggja dýrd tína: Tá ið eldurin fellur (2. Mósebók 33, 18-23)

Forbønin er tó ikki seinasta stigið í vekingini. Í veruleikanum er ongin veking fyrr enn eldurin fellur. Róp Mósesar “Lat meg síggja dýrd tína” er sama róp og sama bøn hjá øllum leitandi eftir veking. Og gávan frá Gudi, sum svarar hesi bønini, er gávan sum allar sannar vekingar eru. Móses sær bert ein part, eitt lítið eygnabragd av Guds dýrd. Men, tað er nóg mikið og tað er veking.

Martyn Lloyd-Jones trúði, at allar sannar vekingar eru ein endurtøka av tí, sum hendi á hvítusunnu, har Gud hellir út sín Anda yvir sítt fólk. Men, uppá nógvar mátar er hvítusunna ein endurtøka av tí, sum hendi á Sinai fjalli. Vekingin staðfestir undurfullu nærveruna av tí livandi Gudi, men fyri fjøldina og ikki bert fyri tann einstaka.

LES EISINI  Trúboðarar á ferð: Vekingarmøti í Vigeland í Norra

Tá ið vekingin hendir fyri fjøldina, hevur tað stóra ávirkan á kirkjuna og á heimin. Fyrsta tekin um, at eldurin er fallin niður, er at kirkjan gerst tilvitað um ein mátt og eina nærveru mitt í henni. Til tíðir vísir hetta seg sum eitt serstakt likamligt fyribrigdi, men ikki altíð. Tó er tilvitanin um eina undurfulla nærveru altíð til staðar, ein serlig kensla av kraft og dýrd.

Vakt menniskju hava ikki bert eina kenslu av Guds nærveru, sum ikki kann lýsast, men tey hava eisini eitt endurnýggjað álit á Guds sannleikar. Bíbilsku sannleikarnir í gleðiboðskapinum gerast livandi. Og hóast lærusveinarnir vóru ristir og hildu hvør sína leið, mistu móti og vóru sorgarbundnir eftir at Jesus varð krossfestur, so varð alt broytt á hvítusunnu. Á hvítusunnu vórðu teir fyltir við vissu og vón, har teir við dirvi boðaðu Guds veldigu gerningar. Ígjøgnum veking verður Guds kirkja fylt við stórari gleði, lovprísan og tøkk.

Í einum av sínum mongu talum lýsti Martyn Lloyd-Jones veking:

“Hvat merkir hetta? Jú, vit kunnu lýsa tað soleiðis. Tað er ein tilvitan um Guds nærveru, Heilagur Andi er bókstaviliga mitt ímillum fólki. Tey flestu av okkum, sum eru her í dag, hava ongantíð upplivað hetta, men tað er júst hetta tað merkir, tá ið Heilagur Andi kemur á gátt. Tað er, uttan samanbering, tann størsta upplivingin í gerandisdegnum og gerandisyrkinum hjá kirkjuni. Knappliga gerast tey, sum eru á møti, varug við, at onkur er komin ímillum tey; tey eru varug við dýrdina, tey eru varug við eina nærveru. Tey kunnu ikki allýsa hana; tey kunnu ikki lýsa hana, tey duga ikki at seta orð á hana, tey vita bara, at tey hava ongantíð upplivað nakað tílíkt áður. Viðhvørt verður tað lýst sum “himmalskir dagar á jørð.” Tey kenna tað veruliga, sum eru tey í Himli. Tey hava gloymt tíð og stað, tí tey eru utttanfyri hetta; tíð hevur ongan týdning fyri tey longur. Tey eru í einum andaligum heimi. Gud er stigin niður millum tey og hevur fylt staðið og fólkini við hansara undurfullu nærveru.

Hetta er veking. Eitt lítið eygnabragd av Guds dýrd. Og hvussu svarar fólkið? Á sama hátt sum fólkið svaraði á hvítusunnu. Summi spotta, onnur eru forvitin. Summi bøna um umvending. Men, har eru munandi og varandi broytingar. Kirkjur verða uppbygdar, fólk verða drigin at, vertshúsini tømast og heimurin verður umbroyttur.

Greinin er ein leyslig umseting av greinini “Martyn Lloyd-Jones on the Ingredients of True Revival”, sum Ben Bailie (PhD frá Southern Baptist Theological Seminary), prestur í Trinity Church of Lake Napa hevur skrivað. Hann skrivaði sín PhD um Martyn Lloyd-Jones, har hann serliga hugsavnaði seg um, hvussu læknaliga útbúgvingin hjá honum ávirkaði hansara prestagerning.

Upprunaliga greinin kann lesast her:

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina