Trý stig, sum kanska kunnu føra til veking
Mong her í Føroyum fylgja spent við norsku frásøgnunum um veking kring Vigeland Bedehus. Tað er hugaligt at hoyra so góð tíðindi, og tað er kanska eyka hugaligt hesaferð. Fyrst og fremst tí, at tað er veking millum fólk, sum líkjast okkum.
Tað er eitt norskt missiónshús, sum hoyrir til Normisjon, sum er systirrørsla til Heimamissiónina. Tá Vigeland Bedehus varð bygt, var tað brúk fyri 150 sitiplássum. Men í fjør komu bert 10-15 fólk á møti einaferð um mánaðin.
Tey, sum nú standa sum leiðarar í vekingini eru menniskju, sum vit kunnu samanbera okkum við. Tað er ikki talan um stórar altjóða vekingarprædikumenn. Tað eru menniskju sum tú og eg, ið Gud hevur kallað út í eitt ævintýr.
Tá vit lesa um vekingina í Noregi, styrkist vónin um at okkurt líknandi kann henda her. Og tann longsul, sum mong hava gingið við í langa tíð veksur. Ja, hann gerst næstan frá sær sjálvum: Gud, vilt tú ikki eisini geva okkum veking.
So latið okkum hyggja at trimum viðurskiftum, sum kunnu fáa avgerandi ávirkan á, um tað eisini fer at koma veking hjá okkum. Fyri at gera tað greiðari, eru tey sett upp í raðfylgju. Men legg nú ikki ov stóran dent á tað. Serliga kann ein hugsa sær at býta um uppá tey fyrstu tvey punktini. Hvat ið kemur fyrst og síðst er ikki altíð til at siga frammanundan.
1) Longsulin í hjartanum
Tann stóri longsulin í hjarta tínum er eitt gott byrjanarstøði fyri veking. Hann er tekin um eina djúpa vón, sum Heilagi Andin hevur lagt í hjarta títt. Hann, ið leingist, biður ikki bara við orðum. Tað er sum um, at orðini verða uppi. Eftir er bert eitt hjartasuff vent móti Gudi. Har eru eingi orð, og kortini sigur tað frá øllum tí, sum tú hevur at bera fram. Tí Heilagi Andin fyllir títt hjartasuff við teimum orðum, sum einki menniskja kann seta orð á. Men Gud skilir Andan.
Í Rómverjabrævinum 8, 25-27 stendur: Men vóna vit tað, sum vit ikki síggja, tá bíða vit eftir tí við tolmóði. Men somuleiðis kemur eisini andin veikleika okkara til hjálpar; tí at vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, soleiðis sum tað eigur at vera gjørt; men sjálvur andin gongur í forbøn fyri okkum við ósigandi suffum. Og hann, sum rannsakar hjørtuni, veit, hvat trá andans er, at hann eftir Guds vilja gongur í forbøn fyri heilagum.
2) Endurnýggjan
Einaferð fer tann orðaleysa bønin í hjarta tínum óiva at seta tær ein spurning: Hvussu stendur tað til hjá tær sjálvum? Nú er tíð til at lurta væl eftir, hvat Andin kemur við til tín frá faðirinum. Ert tú klárur til at lata vekingina byrja við tær? Ert tú klárur til sjálvur at ”selja alt”, sum Jesus segði við ein ríkan ungan mann? Er tað synd, sum tú skalt gera upp við? Er tað nakað, sum er tær kærari enn tín frelsari? So er tað nú, at tú skalt lata teg endurnýggja í trúnni, og yvirgeva alt tað til Jesus, sum tú annars plagar at halda, at tað hevur hann einki við at gera.
3) Eitt stig í trúgv
Tað næsta, sum eg haldi er avgerandi fyri um vekingin kemur higar, er at vit læra at stíga í trúgv. Bíblian er full av frásagnum um, hvussu bønarsvar verða fylgd av eini avbjóðing til at líta á Gud. Pætur skuldi kasta nótina út í hinari síðuni av bátinum, og tvey ár seinni mátti hann sjálvur stíga út úr bátinum mitt úti á vatninum. Gideon mátti senda næstan allan herin heim, og tann rómverski embætismaðurin mátti fara heim til sítt sjúka barn í áliti á, at barnið var vorðið frískt, sum Jesus hevði sagt. Høvuðsprestarnir máttu sjey dagar á rað stíga út í sterka streymin í Jordanánni í áliti á, at Gud vildi steðga vatninum, so tey kundu fara turrskødd yvirum. Og soleiðis kunnu vit halda á.
Tín longsul verður ofta møttur við einum kalli av onkrum slag. So lurta eftir Gudi. Og ger sum hann sigur. Eisini um tað ljóðar margháttligt. Na’aman mundi komið spedalskur heim, tí hann ikki vildi taka eitt stig í trúgv. Vekingin í Noregi byrjaði í smáum, tá Arthur Robertsen seinasta summar stríddist við síni tænastu sum sangevangelistur. Men tá hann hevði ta trúgv, at Gud framhaldandi vildi brúka hann, keypti hann ein nýggjan gittar, og tað var hansara fyrsta lítla stig í trúgv. Samstundis tóku onnur síni stig í trúgv, og tá teirra trúarstig leiddu tey saman, svaraði Gud teirra hjartans longsli.
Tað krevur venjing at læra at lurta eftir Guds rødd. Tann, ið kennir sína bíbliu væl, hevur ein fyrimun. Tí hann hoyrir betri um tann røddin, sum talar til hansara, talar eftir Guds vilja. Um tú ivast í um tað kallið, tú fært, er frá Gudi, so royn tað. Og tosa við Gud um tín iva og bið hann ansa eftir tær, meðan tú stígur út í trúgv.
Og minst til at hyggja á Jesus, meðan tú gongur á vatninum.
—
Vekingin byrjar sostatt hjá tær. Ikki at tað er tú, sum ert orsøkin til vekingina. Alt sum tú kanst koma við, er eitt tómt hjarta uttan orð. Ein longsul so stórur, at tú ikki veit hvat tú skalt siga. Eitt tómrúm, eitt hol í búkinum. Og Gud vil byrja við tær. Hann vil biðja teg yvirgeva títt lív til hansara, og so vil hann væntandi biðja teg taka eitt stig í trúgv. Ert tú tilreiðar?
Carsten Fonsdal Mikkelsen hevur skrivað. Torfinn Jacobsen umsetti.