Vekingin á Vigeland breiðir seg

Bjørn Thore Johansen var (30.01.24) vertur á Visjon Norge. Gesturin hjá honum var Svein Teistedal. Hann greiddi frá, at hann og konan vóru forbiðjarar, tá ið møtini vóru á Vigeland. Tað var sum at ferðast gjøgnum Ápostlasøguna. Har er ein einleiki. Fólk úr ymsum kirkjum og samkomum savnast har: heimamissiónsfólk, hvítusunnuvinir o.s.fr. Tað er tað, sum skapar einleika og eina sterka gudsnærveru.

Tað hendi seg, at ungdómar komu inn í salin, og teir fóru at gráta. Tað, at fólkini eru so ymisk, hevur einki at siga, tí Jesus er tann, sum fólk samla seg um, og høvuðsdenturin liggur á honum, Konginum og Ríki hansara. Vit eru í somu tænastu og boða, at Kristus hevur skapað sátt, ”forsóning”. Tá ið Gud grípur inn, brotna garðarnir, og mørkini hvørva, tí tað er EIN Faðir, og so eru tað synir og døtur.

Bønarbørnini blíva frelst. Tey fáa kall at koma á møti. Gud nemur við hin einstaka, við grøðing og friði í hjartanum. Hann skapar trúgv í hjartanum. Tað vóru 2.000 fólk á møti.

Ein kona kemur til forbøn. Hon hevur havt høvuðpínu í fleiri vikur og høgt blóðtrýst. Vit leggja hendurnar á hana og biðja heilt einfalt Harran taka pínuna burtur. Tað profetiska stendur ógvuliga sterkt. Gud kemur við orðum og tonkum til okkara, sum eru forbiðjarar. Ein okkara fekk eitt orð til hennara, sum hevði sterka ávirkan á hana. Hon græt. Aftaná spurdu vit, hvussu gekst við høvuðpínuni. Nei, hon var burtur. Nakrar dagar seinni, ringir hon til okkara. Hon vildi siga okkum nakað. Hon hevði verið hjá lækna. Øll tølini vóru grøn. Høvuðpínan var burtur, blóðtrýstið var í lagi. Á læknamiðstøðini spurdu tey: ”Hevur tú verið á Vigeland?” – So hetta er nakað, sum frættist.

     Tað henda sterkar grøðingar. Tvey, sum høvdu havt ME í mong ár, gjørdust frísk og fóru út at jogga langar túrar. Ein maður situr í salinum. Hann hevur verið fyri einari ólukku og hevur verið sjúkur í 23 ár. Hann følir, at onkur leggur hendurnar á seg. Tá hendir nakað. Hann, sum ikki hevur kunnað lyft armarnar, kann brádliga lyfta teir upp. Hann snarar sær á. Tríggjar eldri konur sita har. ”Vóru tað tit, sum bóðu fyri mær?” spyr hann. ”Nei,” vit hava ikki nomið við teg. Sanniliga, Jesus grípur inn og gongur millum stólaraðirnar. Hesin maður var úti og svam herfyri. Tað hevur hann ikki kunnað gjørt í 23 ár.

Vekingin byrjar at breiða seg

Svein Teistedal greiðir víðari frá: ”Vit vóru nakrir bønarleiðarar úr ymsum kirkjum og samkomum, sum vóru savnaðir í IMI-kirkjuni. Vit sótu kvirrir og lurtaðu eftir Gudi. Vit høvdu biðið: ”Harri, hvat gert tú í Noregi nú?” – Í endanum á hasari løtuni sá eg nakrar myndir, ein film. Eg sá meg siga á bakinum á einari ørn, sum fleyg yvir Noreg, yvir dalar, fjøll og firðir. Tað var so vakurt. Eg hugsaði: ”Sum vit hava fingið eitt undurfult land.” Eftir einari løtu flugu vit yvir einum einstøkum húsi. Í stundini verður ein flamma tendrað har. Síðani flugu vit yvir nøkrum húsum, og flamman verður tendrað har. So er myndin burtur. Júst tá megnaði eg ikki at luta hetta við hinar, men seinni segði eg tað.

     ”Ja!” var tað ein, sum segði: ”Gud brýggjar seg ikki bara um tey stóru støðini, men Hann brýggjar seg eisini um smábygdirnar, um hitt einstaka menniskjað.” Eitt sum Arthur Robertsen altíð segði, var: ”Takið hetta við tykkum heim til tykkara. Spreiðið hetta víðari.”

     ”So fórt tú til Brønnøysund,” sigur verturin. ”Ja, eg vaknaði eina nátt í mai í fjør við einum tanka, at eg skuldi seta meg í samband við eina meinigheit í Berg. Eg hevði havt ta hugsanina eina ferð fyrr tann veturin. Men eg hevði skúgvað tankan frá mær, tí eg hugsaði, at tað var bara tí, at eg hevði hug at fara har. Eg búði har eitt ár sum barn. Tað vóru míni bestu barnaár. So eg legði meg aftur at sova. Tað gingu tveir minuttir, so ljóðaði ein rødd: ”Lurtar tú ikki eftir mær?”

     Eg hvakk við og segði: ”Er tað tú, Gud?” Morgunin eftir googlaði eg at vita, um nakar kontaktpersónur var, sum tú kundi seta teg í samband við. Jú, ein var har í Missónskirkjuni. Eg sendi so eini boð og fekk beinanvegin svar. Teir skuldu hava stýrisfund sama dag, og so skuldi hann leggja tað fram fyri nevndina. Dagin eftir fekk eg boð um, at vit vóru vælkomin. Tey vildu, at vit skuldu greiða frá, hvat ið hendi á Vigeland. Vit eru altíð ein bólkur 8-9 fólk, sum fara. Tvær vikur seinni fóru vit. Tað passaði so væl, tí vit skuldu til eina konfirmatión í Morsund.

LES EISINI  Kom til vekingarmøti við Ólavi og Carsten

     Tá ið vit siga, hvat ið hendir á Vigeland, fara fólk at gráta. Tey hava slíkan longsul at liva eitt lív nærri Jesusi og saman við honum í tí, sum Hann vil gera í landi okkara. Tað er týdningarmikið at spyrja: ”Hvat gert tú nú, Gud? Hvat vilt tú hava meg at gera?” Eg vóni, at hatta má blíva bønin hjá øllum kristnum.

     Vit fóru til Brønøysund, Berge og Morsund. Tvær vikur seinni fóru vit aftur til hesi støð. Fyrru ferðina vóru fá fólk. Tey hava havt veking fyrr. Vit stoyta bara meira ”bensin” á bálið at fáa tað at flamma uppaftur.

Náðigávurnar virka

Svein Teistedal greiðir víðari frá: ”Á einum møti í Morsund fekk Anna, ein kona, sum var í bønarbólkinum hjá okkum, so ógvuliga ilt í oyrað, at hon mátti fara heim. Ein í bønarbólkinum segði aftaná við hana: ”Kanska var handa pínan ikki tín. Kanska skuldi Gud vísa tær nakað. Kanska var hatta pínan hjá onkrum øðrum.” –  Á einum øðrum møti fekk Anna hesa somu sterku pínuna aftur í oyrað. Hon fór at biðja: ”Gud, um hetta ikki er mín pína, so mást tú taka hana burtur.” Tað gjørdi Gud, og pínan var burtur beinanvegin. Anna vildi vera púra vís í hesum, so hon bað einaferð afturat: ”Gud, um tað ikki er mín pína, gev mær so hana aftur.” Og hon fekk hana, men so bað hon pínuna burtur.

     Eg leyp upp á pallin og fekk mikrofonina frá talaranum. Eg segði, at onkur sat í salinum við nógvari oyrnapínu. ”Kom fram eftir taluna, so skalt tú fáa forbøn!” – Tá talan var liðug, kom ein maður leypandi fram. ”Tað eri eg, sum havi hasa sterku pínuna. Kanst tú biðja fyri mær?” – ”Nei, Anna skal biðja fyri tær!” – Anna kendi seg ómetaliga lítla og ótrygga, tí hon hevði ongantíð biðið fyri nøkrum fyrr. Men hon bað, og brádliga sigur hann: ”Tað hendir okkurt í oyranum á mær!” Og so var pínan burtur. Hann hevur verið frískur síðani. Jesus skal hava ALLA  ÆRUNA!!!

     Tað, sum vit síggja, er, at náðigávurnar byrja at virka, av tí at vit lurta eftir Heilaga Andanum og eru lýðin. Vit sita still og biðja innantanna: ”Er tað okkurt, TÚ vilt, at eg skal siga ella gera?” – Tí lidnir gerningar liggja framman fyri okkum. (Ef. 2,10) –  ”Lær meg at síggja, tá ið liðugtlagdir gerningar liggja framman fyri mær, og lær meg at at vita, hvussu eg skal handfara teir,” biðja vit. Hetta uppliva vit ofta bæði á møtunum, men eisini úti á gøtuni. Hetta er ikki bara fyri nøkur fá fólk. Hetta er nakað, sum Gud vil, at vit øll skulu koma inní.

     Opinberingargávan virkar. Ein maður reisir seg upp mitt undir møtinum, og hann fer út. Seinni spurdu vit hann, hvat ið hendi. Jú, Gud hevði biðið hann farið út til onkran, sum helt til í einari smáttu. Hann visti um hesa smáttuna, men hann visti ikki, hvør ið búði har. Tríggjar ferðir steðgar hann bilinum og biður: ”Gud, hvat er hetta, eg geri?” – Gud sigur: ”Koyr víðari!” Hann koyrir víðari!” Hann kemur fram, bankar á hurðina, hóast hann torir illa. Tá kemur ein maður út, og hann sigur: ”Á, ert tú her? Vit hava sitið og biðið um, at onkur má koma og siga okkum um Jesus.” Hann bað so fyri hesum manni, og hann bleiv frelstur. Eina viku seinni frættu vit, at øll familjan hjá honum bleiv frelst, tí broytingin hjá honum var so stór. Hetta er tað, sum vit síggja nú. Hetta er ikki bara fyri nøkur fá, hetta er fyri okkum øll, hetta at lurta eftir Gudi. Vit hava øll fingið Heilaga Andan í okkum. Hann kann tala innan í okkum. Hann talar á ymiskar mátar.

Gjøgnumbrotið

”Hvussu ber tað til, at gjøgnumbrotið kom í einum lítlum missiónshúsi og ikki í einum stórum?” spyr verturin Bjørn Thore Johansen. 

     Svein Teistedal svarar: ”Gud er einaráðandi. Har hevur verið biðið nógv. Gud grípur inn, har onkur er brennandi. Tey hava biðið um veking og gjøgnumbrot í mong ár. Gud kennir hjørtuni, og Hann sær, hvønn Hann kann brúka. Tey hava verið áhaldandi í bønini og ongantíð givið seg, sjálvt um færri og færri savnaðust. Vegårshei var eitt slíkt stað.                                                                                                Um summarið var vanligt at steingja missiónshúsið. Tveir av limunum fóru til Vigeland, og sjálvt um hesir vóru brennandi frammanundan, so blivu teir uppaftur meira fyltir, og teir søgdu: ”Vit kunnu ikki steingja missiónshúsið. Vit taka eitt møti afturat!” Tað var so gott! So hildu teir, at teir máttu hava eitt møti afturat, og so bjóðaðu teir mær at tala. Vit fingu eina sterka gudsnærveru. Gud var har, sum Hann hevði lovað, tá ið vit savnast í navni Hansara.

LES EISINI  Fylg við sunnudagin kl. 17

     Teir gjørdu tá av at halda møti hvørt hóskvøld alt summarið, og frá at tað savnaðust 12-15, kom talið upp á 30-80. Gud var til staðar á hvørjum møti, uttan mun til hvør talaði, og hvør leiddi. Og undur og tekin byrjaðu at henda har.

     Eftir at eitt møti var liðugt, situr ein eldri kona niðri í salinum. Hon situr og grætur. Eg fari oman til hennara og spyrji, um tað er okkurt, sum nívir hana. ”Nei, eg eri so glað. Eg var her fyri 2-3 vikum síðani, og tey bóðu fyri mær. Eg hevði demens, og eg bleiv frísk. Eg havi verið til eftirlit. Tey hava tikið diagnosuna frá mær. Eg eri frísk. Eg eri so glað. Eg eri Jesusi so takksom, tí siti eg her og gráti og takki Jesusi. Eg havi hitt hana fleiri ferðir. Hon kemur á møtini og er so glað og ovurfegin.

     Ein onnur kona, Henrietta, sum er við í forbønarbólkinum, hevði eina líknandi uppliving. Hon gongur í IMI-kirkjuni í Oslo. Næstseinasta vikuskiftið vóru vit í Ålesund, í Sula. Mamma hennara býr á einum heimi í Sula. Hon hevur Alzheimer. Hon kennir ikki dóttrina, og hon kann ikki tosa longur. Síðsta leygarkvøld vóru vit ein bólkur, sum møttist, og vit bóðu fyri mammu hennara. Sunnudagin skuldi hon vitja mammu sína, áðrenn hon fer aftur til Oslo. Mamman kendi dóttur sín og byrjaði at práta eitt sindur.

     Eg hugsi, at vit hava so lætt við at seta eina rammu kring Gud og siga: ”Soleiðis er Gud!” Kann Hann ikki loyvi at seta sínar egnu rammur, um Hann yvirhøvur vil hava nakrar rammur? Lat Hann vera Gud, og lat okkum vera menniskju! 

Vekingin kemur til Vegårshei

Svein Teistedal greiðir víðari frá: ”Á Vegårshei hava teir eitt skriftstað hangandi. Har stendur: ”Tit fara villir, av tí at tit hvørki kenna skriftirnar – og gev tær so far um, hvat ið víðari stendur – ella Guds mátt.” (Matt. 22,29) Vit mugu hava báðar partar. Å Vegårshei hava hesi bæði gingið hond í hond. Vit hava altíð frían vitnisburð, tí tá er tað altíð lættari hjá Gudi at grípa inn. Ein kona kemur fram og gevur sín vitnisburð. Tá síggi eg, at ein ung genta tekur seg við báðum hondum fyri hjartað. Tá mikrofonin er tøk, leypur unga gentan upp og sigur: ”Tað er so løgið. Tað er sum Gud tekur fatur í meg, og eg eri ikki so frægt sum kristin.” Eg kenni á mær, at eg skal fara oman at práta við hana: ”Vilt tú, at vit skulu biðja fyri tær, so tú kanst fylgja Jesusi?” – ”Nei!” – ”Íðan, um hon, sum hevði vitnisburðin, kemur við tær inn á eitt rúm her við síðuna av, vilt tú so?” – ”Ja!” – Hon bleiv frelst. Men tað endaði ikki har. Fyri tað fyrsta hoyrdust fagnaðarróp í salinum, tá ið eg segði, at nú høvdu vit fingið eina nýggja systur í Harranum.

     Men á møtunum á Vegårshei fara fólk ikki til hús, tá ið møtið er liðugt. Nøkur fara, men tey flestu verða sitandi og práta. Møtið kann vara til klokkan 10, 11, 12. Henda gentan verður eisini sitandi. Hon sigur: ”Eg kenni so nógvar ungdómar her. Eg má siga teimum, at í missiónshúsinum er gott at vera, har er Gud.” Fáar vikur seinni frætti eg, at í einum missiónshúsi tætt við vóru tvey tey fremstu røðini fylt við ungdómum. Ungdómarnir verða settir í brand. 

      Ja, sanniliga: Ungdómarnir verða settir í brand. Ein søga afturat frá Vegårshei. Eg og Anne-Liv høvdu sett okkum niður. Vit vóru bara møtifólk. Fleiri ymisk høvdu talað. Anne-Liv vendir sær á og fer at práta við tey, sum sótu har. Hon fær so at vita, at ein drongur situr har, sum ikki er frelstur, men hann er á møti saman við systur síni. Eftir møtið práti eg við ein av teimum ungu, sum hevði verið frelstur alt lív sítt. Hann segði, at hann kendi so sterkt, at hann skuldi fara at tosa við hin drongin, sum sat aftan fyri okkum. Men tá ið møtið var liðugt, fór hin drongurin. Eftir møtið sótu vit nøkur og prátaðu. So fór eg út í gongina. Har sat hin drongurin, sum var so brennandi.

LES EISINI  Heilagi Andin rørir menniskjur í Suðurnoregi

     Hann rópti: ”Svein, kom her. Eg má siga tær nakað. Eftir ein hálvan tíma kom hin drongurin, sum var rýmdur, aftur, og hann setti seg her í sofuna undir liðini á mær. Vit blivu vinir, og nú gongur hann á Alfa-skeið. Gud kemur til hin einstaka!”

     Hond í hond við tí, at Gud oysir út av Anda sínum, og at gudsnærvera er her, so eru tað menniskju, sum liggja á knøum sínum og biðja. Tað hevur alstóran týdning. Gud svarar bønum. Ikki ein bøn er blakað burtur. Tey, sum biðja fyri sínum, skulu vita, at Gud hevur bønirnar í bønarkrukku síni, og tað ber til at biðja Hann taka bønirnar fram aftur: ”Minst til, Gud, hvønn eg havi biðið fyri!!!” Bøn gongur altíð undan hvørji veking. Nøkur biðja uttan íhald. Tað er so týdningarmikið.

Tað spíraði okkurt hjá tær, áðrenn alt hetta hendi

Verturin sigur við Svein Teistedal: ”Tað spíraði okkurt hjá tær, áðrenn alt hetta hendi!” – ”Ja, vit vóru boðin við IMI-kirkjuni í Stavanger á missiónsferð til Kambodja. 

     Í Kambodja er tað Terji, sum stendur á odda fyri arbeiðinum. Hann hevur virkað har í 10-15 ár. Upp á eitt ár eru yvir 12.000 frelst, og einar 125-200 nýggjar kirkjur eru grundlagdar. Vit fóru út á bygd í Kambodja, har evangeliið ikki hevur sligið rót. Eingin meinigheit er har. Vit hava staðkendar evangelistar við okkum og tolkar. Vit fara á húsavitjan um dagin, á kvøldi er stórmøti.

     Tá ið vit eru á húsavitjan, koma grannarnir. Teir hava hug at vita, hvat ið hendir her. Uttan fyri húsini er eitt stórt borð. Har liggur ein kona. Hon eymkar seg. Hon hevur pínu. Vit spyrja tolkin, hvat bagir. Hon sær einki og hevur nógva pínu í beinunum. Hon kann ikki standa, og hon kann ikki ganga. Hon liggur bara har.

     Evangelisturin boðar evangeliið fyri henni og bjóðar sær so at biðja fyri henni. Men bygdarfólkini siga, at tað nyttar einki, tí hon hevur ”andabond” surrað um hendur og føtur, ja allastaðni. Hon hevur søkt hjálp hjá andamaktunum, sum er vanligt har. Tey siga, at um hon ikki vil taka bondini av sær, nyttar einki at biðja.

     Men hon vil ikki. Vit siga: ”Vit skulu biðja fyri sjón tíni. So kanst tú meta um aftaná, um tú vilt klippa bondini av.” – Tey fara so undir at biðja. Konan snarar høvdinum og hyggur rundan um seg. – ”Hvat hendir nú?” spyrja vit. ”Ja, hon byrjar at síggja … og nú sær hon væl.”

     ”Ja, so mugu tit spyrja hana, um hon vil klippa andabondini av sær, so skulu vit biðja fyri henni.”

      Hon hugsar seg um í næstan eitt korter. So rættir hon armarnar fram. Tey klippa øll bondini á kroppi hennara av, gera eitt bál og brenna tey. So ekur hon seg niður av borðinum, so stendur hon. Hon hyggur upp á okkum, upp á tolkin, so gongur hon runt um borðið, hyggur aftur upp á okkum, og vit spyrja: ”Hvat hendir?”

     ”Hon hevur onga pínu longur, hon fær gingið, hon kann standa,” siga tey. – ”Íðan, so vil hon kanska fylgja Jesusi nú?” – ”Ja, tað vil hon,” siga tey. So biðja vit frelsubøn við henni.

     So kemur besta vinkona hennara. Hon vil eisini fylgja Jesusi, sum júst hevur grøtt hennara bestu vinkonu.

     Her er ein onnur søga, sum hendi á einum stórmøti. Ein kona kemur dragsandi við einum drongi, sum hon setir á stólin og sigur: ”Bið fyri honum!” – Drongurin hevur kryplað bein, sum sita føst á kross. Vit biðja. Beinini rættast eitt sindur út. Vit biðja meir. Beinini rættast meir út. At enda fær hann staðið. So biðja vit aftur, so fær hann gingið við stuðli. So biðja vit aftur. So gongur hann sjálvur, og so rennur hann.  So bóðu vit við honum til frelsu. Tað kvøldið bleiv systir hansara frelst, tí hon hevði sæð, hvat ið hendi við beiggjanum. Tvey ár seinni frættu vit, at øll familjan var frelst. 

     Bygdin, har hann búði, fór at ganga í kirkju at læra meira um Jesus. Hatta ger Gud í Kambodja.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina