Størri margfeldi í kirkjulívinum
Síðan túsundaldaskiftið er kirkjuliga landslagið broytt her á landi. Tað hevur millum annað inniborið, at limatal fólkakirkjunnar er økt minni enn fólkatalið annars í landinum. Hinvegin eru aðrar samkomur komnar fram. Partur av frágreiðingini skal finnast í einum broyttum samansetingi í fólki okkara.
Meðan lutherska kirkjan vanliga hevur staðið sterk í Norðurlondum, so sær hetta øðrvísi út í øðrum pørtum av heiminum. Í ár 2000 búðu bert 510 fólk í Føroyum, sum ikki vóru fødd her ella í einum øðrum Norðurlandi, men hetta tal var síðsta ár økt til 3.170. Tað vil siga, at 5,9% av íbúgvum landsins í dag eru fødd uttanfyri Norðurlond.
Rættiliga mong av hesum mongu nýggju útlendingum úr 3. londum eru kristin. Men mong teirra hava hoyrt til aðrar samkomur. Katólska kirkjan her á landi hevur sostatt upplivað eina stóra framgongd seinnu árini.
“Kirkjusókn okkara er úr fleiri enn 20 tjóðum úr øllum heimspørtum. Vit hava somuleiðis tikið ímóti einum lítlum, kortini týðandi tali av tilkomnum føroyingum, ið gerast katolikkar, serliga hesi seinastu 10-15 árini.” Hetta sigur systir Maria Forrestal til Trúboðan. Í 2003 hevði katólska kirkjan bert 130 limir, men í dag er hetta tal økt til fleiri enn 300 limir.
Og ikki bert tað. Rumenska ortodoksa kirkjan her er eisini før fyri at savna størri samkomur, meðan aðrir rumenar eru partur av fríkirkjuni, Immanuel.
Samstundis byrja fríkirkjustovnanirnar, ið fóru fram her á landi í síðsta parti av undanfarnu øld spakuliga at síggjast aftur í limatali fólkakirkjunnar. Jógvan Fríðrikson, bispur, sigur í samrøðu við Trúboðan, at mong frá tí ættarliði, ið grundaðu hesar samkomur, ongantíð meldaðu seg úr fólkakirkjuni. Mong teirra meldaðu í roynd og veru børn teirra inn í fólkakirkjuna, aftaná at hava verið doypt í fríkirkjuni. Hóast bæði foreldur og børn høvdu teirra regluliga lív í fríkirkjuni, so var ein stórur partur av teimum altso kortini enn limir í fólkakirkjuni. Tí er grundanin av fríkirkjum sum Oasan, Soli Deo Gloria og Keldan ongantíð rættiliga sligin ígjøgnum í limatali fólkakirkjunnar, altso fyrr enn nú. Tí nú eru børnini vorðin stór og hava sjálvi fingið børn. Og partur av hesum børnum eru ongantíð vorðin limir í fólkakirkjuni.
Ikki automatiskt limur
Nøkur kunnu eisini vera fødd í Danmark, sum ganga og halda, tey eru limir í Fólkakirkjuni, men sum í roynd og veru ikki eru limir. Ongin verður limur í Fólkakirkjuni av sær sjálvum, tá flutt verður til Føroyar. Danir mugu aktivt melda seg til við at seta seg í samband við prestin. Neyðugt er tá at hava við sær avrit av sínum dópsbrævi. Tá tú hevur gjørt hetta, gerst tú limur í Fólkakirkjuni. Eisini føroyingar, sum í einum tíðarbili hava verið uttanlanda eiga at ansa eftir, um teir nú eisini eru vorðnir limir í føroysku Fólkakirkjuni, tá teir fluttu heim aftur. Tað er altíð eitt gott hugskot at seta seg í samband við prest.
Tilsamans eru 77% av føroyska fólkinum í dag limir í Fólkakirkjuni. Tað er 7 prosentstig minni enn fyri 24 árum síðan. Men tað er við øðrum orðum vert at leggja til merkis, at tá ein minni prosentpartur av fólkinum enn áður eru limir í Fólkakirkjuni, so kann hetta tó ikki uttan víðari síggjast sum eina avkristnan av føroyska samfelagnum. Broytta fólkasamansetingin og umskipanir innan kristnu kirkjuna hava somuleiðis stóra ávirkan.
Edvard Poulsen umsetti
Fólkatal, býtt eftir føðilondum
2000 | 2023 | |
Øll lond | 45342 | 54104 |
Føroyar | 41773 | 45667 |
Danmark | 2532 | 4522 |
Norðurlond annars | 527 | 745 |
Evropa annars | 247 | 1350 |
Afrika | 19 | 326 |
Amerika | 100 | 295 |
Asia | 136 | 1178 |
Osiania og póløkini | 8 | 21 |
Ókent | 0 | 0 |
Limir í fólkakirkjuni í % av fólkatalinum
Fólkatalið | Limir í fólkakirkjuni í % av fólkatalinum | |
2001 | 46127 | 84,3 |
2002 | 46940 | 84,1 |
2003 | 47647 | 83,8 |
2004 | 48147 | 83,6 |
2005 | 48298 | 83,6 |
2006 | 48120 | 83,6 |
2007 | 48262 | 83,5 |
2008 | 48303 | 83,2 |
2009 | 48604 | 82,9 |
2010 | 48486 | 82,6 |
2011 | 48431 | 82,3 |
2012 | 48178 | 82,1 |
2013 | 48030 | 82,1 |
2014 | 48122 | 81,8 |
2015 | 48591 | 81,5 |
2016 | 49096 | 81,1 |
2017 | 49786 | 80,6 |
2018 | 50459 | 80,2 |
2019 | 51263 | 79,7 |
2020 | 52084 | 79,2 |
2021 | 52859 | 78,7 |
2022 | 53559 | 78,1 |
2023 | 54175 | 77,0 |