Tvær umsóknir til Eiðis prestagjald

Nú umsóknarfreistin var úti í dag, vóru tvær umsóknir til embætið sum sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi, skrivar Fólkakirkjan á heimasíðu síni. Kirkjuráðini í prestagjaldinum, tað eru á Eiði, við Norðskála, við Gjógv og í Funningi, taka støðu til umsóknirnar í næstum. Ætlandi tekur nýggi sóknarpresturin við kallinum 1. juli. Tað er landsstýriskvinnan í kirkjumálum, ið útnevnir sóknarprestin.

Nýggi sóknarpresturin kemur í staðin fyri Emil Olsen, sum hevur røkt kallið við ídni, nærlagni og trúfesti í meira enn 35 ár, men fer frá, tá juni mánaður er liðin. Tá fer Emil at virka sum stiftsprestur, knýttur at biskupinum og honum til tænastu, skrivar fólkakirkjan á kirkjan.fo.

LES EISINI  Størri margfeldi í kirkjulívinum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina