Tú ert kirkjan
“ … at gera hini heilagu fullbúgvin til at gera tænastu …” (Ef. 4,12).
Um tú heldur, at arbeiðsloysistølini eru høg her á landi, so skuldi tú hugt eftir meinigheitunum. 80% av inntøkuni hjá meinigheitini koma frá 20% av limunum, og tey somu 20% gera 80% av arbeiðinum í meinigheitini. Restin av limunum eru nøgd við bara at vera áskoðarar. Tað er so lætt at halla seg afturá og spyrja: “Hví ger kirkjan/meinigheitin einki við henda trupulleikan?”
Bíða mær eitt sindur: Tað ert tú, sum ert kirkjan; so ger tú sjálvur okkurt! So sigur tú kanska: “Men eg fór úr kirkjuni, av tí at mær ikki dámar, at hon ber seg soleiðis at.”
Tú mundi ikki fara úr Guds meinigheit, sum er Kristi likam – gjørdi tú tað?” Staðin fyri at tala um tað, kirkjan ikki ger, mugu vit hyggja at okkum sjálvum í speglinum og spyrja: “Hvat geri eg fyri Harran?”
Kennir tú hugtakið lenistólavenjari? Tað er ein, sum greinar dystin, tá ið hann er liðugur, grenjar um avgerðir dómarans, og er væl til passar, har hann situr á áskoðarasessinum, staðin fyri sjálvur at luttaka í dystinum.
Bíða mær eina løtu! Tað krevst áhugi at brúka nógvar tímar at venja, væl vitandi, at fólk fara at geyla eftir tær, at mótstøðumenninir fara at takkla teg, og at tú, tá ið dysturin er liðugur, kanska fert av vøllinum gravskitin.
Bíblian sigur, at arbeiðið hjá presti tínum er “ … at gera hini heilagu (kristnu) fullbúgvin, til at gera tænastu, til uppbyggingar av likami Krists, inntil vit allir samlir vinna fram til einleikan í trúnni og í kunnleikanum um son Guds, til fulla mensku, til vakstrarmálið fyri fylling Krists.” Ef. 4,12-13.
Latið okkum hugsa eitt sindur um tað! Latið okkum hugsa við framtíðini í huga. Skattirnir í Himli vaksa bara í tann mun, tú gert íløgur á jørðini. Paulus tosar um: “Guds son, sum elskaði meg og gav seg sjálvan upp fyri meg.” Gal. 2,20.
Minst til, hvat ið Kristus ofraði fyri teg, hvørja ferð Gud biður teg brúka tína tíð, tínar pengar ella tíni evni.
“… et Ord til Dagen”
Effie Campbell umsetti.