Vekingarlongsil

Tær stóru vekingarnar komu ofta í einum tíðarbili, har avgjørt eingi tekin vóru um, at tær skuldu koma.

Eftir, professaranum i kirkjusøgu, Finn Aasebø Rønne.

Í løtuni hoyra vit um vekingar ymsastaðni í heiminum. Tær eru ikki ósvitaliga stórar, viðfevnandi vekingar, men tó týdningarmiklar: 

  • Eg var í vár á eini Michael W. Smith konsert í Århus. Hann hevur skipað fyri fleiri konserferðum. Hann ætlaði sær at royna tað aftur. Hann segði frá mongum áhugaverdum, honum hevði viðurfarist og eisini um stórar og smáar vekingar.     
  • Á kristna Asbury universitetinum í Kentucky í USA, hevði ein lesandi eina andakt. Hetta var ein heilt vanlig skúlaandakt uttan nakra serstaka ávirkan ella fráboðan. Brádliga hendi nakað –  ein sannan av Guds nærveru, sum fekk lesandi ungdómin at verða verandi í andaktsrúmimum til bøn og lovsong, tað, ið eftir var av degnum. Vórðu aftur saman næsta dag, ja komandi dagar og vikur til bønahald, bíbliulesna, vitnisburð, syndajáttan, kvirru og lovsong. Og brátt komu fólk  streymandi í túsundatali allastaðni frá í USA til fyriskipaðu løturnar. So við og við breiddi hetta seg til onnur lestrastøð í USA.                    
  • Í lítlari bygd, nærindis Kristiansand í Noreg, stríddist 10-15 fólk at hava møti eina ferð um mánaðin. Síðan novembermánað seinasta ár, er talið stillisliga vaksið til umleið 500 hvørt kvøld í vikuskiftinum. Møtini bera dám av syndauppgerð og einari kvirrari Jesus-gleði.                               
LES EISINI  Kom til vekingarmøti við Ólavi og Carsten

Nógv onnur dømi úr ymsum pørtum av heiminum kundu verði nevnd. “Hetta er sum ein vatnbyrging, ið stendur at bresta,” sigur ein, ið savnast hvørt vikuskiftið í Kristiansand og ein av teimum mongu har, ið ynskja at taka ímóti Jesusi. Onnur í dag, siga, at mong ung liva lívið í eini tómligari og rótleysari tilveru, sum tú í 1970-árunum, var partur av, grundarlagnum undir vekingunum, ið tá vóru og sum vit í dag síggja.

TEKIN SÍGGJAST UM, AT OKKURT FER AT HENDA?

Tað, ið viðurferst í dag, fær okkum at hugsa um, at ein størri veking er á veg. Samstundis uppliva vit, at Gud skundar undir at fáa okkum at biðja ítøkiliga um veking – ikki minst fyri okkara unga fólki. Eisini eru tað mong, ið hava ilt við at trúgva, at her hjá okkum kann spyrjast nøkur veking; men heldur aðrastaðni á jørðini, men ikki her í okkara verðsliggjørda Danmark, har líkasælan og materialisman hevur fingið fótafestið og liggur sum  ein andlig dýna yvir fólki okkara, sum er um at sovna.

LES EISINI  Kom á vekingarmøti við Ólavi og Carsten

TAÐ, KIRKJUSØGAN LÆRIR OKKUM

Kirkjusøgan gevur okkum áskoðanir um søguligar vekingar, ið fáa okkum at steðga á.   

  • Beint undan, at nakað stórt hendir í kirkjusøguni, t.d. siðaskiftinum, ella vekingunum í 1800-talinum – var tað mangt, ið bendi á, at hetta fór at henda, men flestu teirra hava víst frá sær og mótmælt, at nakað kundi henda; men stutt aftaná sóu tey tað henda.                      
  • Steðga vit á og kanna, hvat hendi í 1700-talinum; tá hekk eitt andligt myrkt skýggj yvir donsku tjóðini, sum mong tíverri mugu ásanna eisini enn í dag. Búskaparliga, materielt byrjaði at lýsa í, men bíbilskur kristindómur hevði stóra  afturgongd. “Hví er orð Harrans horvið úr húsi mínum?” Var yvirskriftin á eini víðagitnari talu frá tí tíðini. 

Teir hugdu aftur á eina pietistiska veking fyrst í 1700-árunum; men nú kom lív í, nakað var kyknað á Vejle-Horsens økinum; men at vanlig fólk, ið livdu í andligari líkasælu – stóðu framman fyri eini landsumfatandi veking, var tað eingin, ið kundu ímynda sær.

  • Vekingin, ið birtist, var ikki so stór og ásýnilig. Men her hendi tó nakað víða hvar í landinum í teimum fylgjandi árhundraðunum; og tað helt á inn í 1900-talið, ikki minst á Keypmannahavnaøkinum.
  • Vekingin gjørdist eisini nógv øðrvísi, enn tey  kundu hugsað  sær. Nógv arbeiddu ímóti tí, nógvum longdist eftir.
  • Har vóru sjónskir leiðarar, ið fingu ávirkan mangastaðni í landinum. Teimum vita vit nøvnini á í dag; men í flestu førum vóru hesir heilt vanligir fyri okkum ókendir menn og kvinnur innan alt samfelagsligt virksemi. Eisini lágt sett í samfelagnum gjørdist virkin innan teirra umhvørvi.                          
  • Vekingarørslan, so ymisk annars, mentist í hvørjum til ein stóran, fjølbroyttan flokk, ið fór at hava eitt stórt samfelagsligt virði.                    
LES EISINI  Trúboðarar á ferð: Vekingarmøti í Vigeland í Norra

TAÐ ER HUGSANDI

Kirkjusøgan sigur okkum, at tað, sum í okkara eygum tykist lítið eftirfarandi, er veruliga gjørligt, tí vit hava at gera við ein, ið einki er ógjørligt hjá. Hann skulu vit biðja um veking og síðan bíða í tolni tí, hann fer at lata henda. 

Kelda: DBI-POSTEN oktober 2023.
H.D. Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina