Brennandi spurningurin frá Asbury hevur einki við Asbury at gera

Tú hevur møguliga hoyrt tíðindini um andaligu vekingina á fróðskaparsetrinum Asbury, har ein vanlig gudstænasta endaði við eini framhaldandi lovsangsløtu, har fólk játta sínar syndir, og gleðast um frelsuna? Hendan vekingin hevur vakt uppmerksemi í øllum USA og hevur birt undir líknandi andaligt virksemi á øðrum háskúlum og fróðskaparsetrum.

Fyrr í vikuni, tá eg sá eitt videobrot frá Cedarville University (har sonur mín gongur fyrsta ár í student) og hoyrdi tíðindi frá evangeliserandi toymum á fróðskaparsetrunum í Ohio og Michigan, tá græt eg.

Er hetta ein veking?

Forsetin á gudfrøðiskúlanum í Asbury, Timothy Tennent, aftrar seg við at kalla hetta eina “veking”. Hann skrivar soleiðis: “Einans um vit síggja framhaldandi broytingar, sum rista hugnaligu grundina undir kirkjuni, og sum veruliga førir okkum til nýggj og djypri støð, kunnu vit, einaferð í framtíðini, hyggja aftur á hetta og siga “ja, hetta var ein veking.” Tíðin fer at vísa hetta.”

Men, tað er ongin ivi um, at vit eru vitni til nakað óvanligt, eina øking av Guds kraft, sum vísir seg í Orði og í lovsangi, har hjørtu og lív verða endurnýggjaði.

Vit eiga ikki at undrast, at Gud byrjar eitt arbeiði millum studentar. Í 1802 byrjaði ein rørsla á Yale College, við tílíkari kraft, at uml. ein triðingur av øllum studentunum játtaðu trúgv á Jesus. “Allur háskúlin var ávirkaður” skrivaði ein studentur, sum gekk á fyrsta ári. “Eina løtu tyktist tað, sum allur studentahópurin fór at verða bjargaður inn í Guds ríki. Tað var Guds verk, og undranavert í eygunum á øllum. Áh, ein vælsigna broyting!”

Tá ið vekingar henda

Tá ið Guds Andi gevur Guds fólki eina endurnýggjaða uppliving av Guds nærveru – tann sannførandi samanrenningin ímillum at standa frammanfyri Guds stórleika og kenna seg undirdýktan í hansara kærleika – tá síggja vit nógv ymisk svar.

Fyrst gert alt ógreitt og óskipað. Tá ið Guds Andi sjónligar kemur yvir eitt stað, so kemur ofta nakað óvanligt við – um tað eru langar bønarløtur og tilbiðjan, ella undur og grøðingar (bæði likamligar og sálarligar), ella at fólk uppliva, at tíðarsansurin fer og ævinleikin trokar seg inn í nútíðina.

LES EISINI  SAT7: Kvinnur í Iran tæna Gudi frá húskirkjum til fangahús.

Fólk møta Guds rørslu við ærligum sinni, sum ofta vísir seg í tilbiðjan, ið ofta kann tykjast gudfrøðiliga flákrut, men sum sprettur úr einum kærleika til Guds.

Síðani streyma tey til, sum leita eftir vekingum. Hesi hava ikki altíð reint mjøl í posanum. Fólk koma til, sum vilja goyma kraftina og brúka hana til egnan fyrimun. Tað eru altíð onkur, sum royna at fáa vinning burturúr, tá ið Guds kraft verður opinberað. Hugsa um Símun gandakall, sum vit hoyra um í Ápostlasøguni.

Fyri tað triðja, so eru kristin ofta meira atfinningarsom enn heimurin. Summi eru skjót at finnast at tí, sum hendir, og avvísa tað sum einans kenslur. Tey krossa armarnar og eygleiða tað, sum hendir og granska, hvussu gudfrøðisliga rætt tað er, sum verður sagt og sungið, og eru bangnari fyri at “verða lumpaði” enn at vera “lyft upp” av Heilagum Anda. (Soleiðis var tað eisini í the Great Awakening (ein stór veking í USA í 1700 talinum) har “gomul ljós” og “nýggj ljós” vóru ógvuliga ósamd um, hvaðani vekingarnar komu og hvørjar avleiðingar tær høvdu.) Onnur, sum eru vorðin særd antin av tí, sum kirkjan hevur gjørt ella ikki gjørt, ella sum hava royndir við svikarum og andaligari manipulatión, verða verandi sera ivandi.

Nógvir spurningar koma fram, tá ið ein veking, sum hon í Asbury fer fram:

Er hetta veruligt? Hvussu kunnu vit vita, um hetta veruliga eru Gud sum virkar?

Hvat nú, um partar av gudfrøðini ella tilbiðjanini ikki eru rættir?

Hvat um hetta alt er andalig manipulatión?

Hvussu kann eg, sum ikki eri tilstaðar “kanna andarnar”?

Er hetta einans kenslur, sum verða vístar á sosialu miðlunum?

Er Gud ikki líka nær allastaðni har eg eri? Hvønn ávøkstur skulu vit vænta?

Tann brennandi spurningurin

Eg haldi, at tað er týdningarmiklari, at vit seta ein annan spurning. Hesin spurningur er tann sami, sum Jesus spurdi lamna mannin við Betesda í fimta kapitli í Jóhannesar evangelii:

LES EISINI  Vekingarlongsil

“Vilt tú verða frískur?”

Tann brennandi spurningurin frá Asbury hevur einki við Asbury at gera; hann handlar um teg. Hann handlar um títt hjarta. Hann handlar um tín lonsul.

Tað kann tykjast býttisligt, sum Jesus spyr lamna mannin. Maðurin sitir og bíðar eftir einum undri. Sjálvandi vil hann verða frískur!

Og um Jesus hevði spurt okkum, um vit vildu hava veking, so vænti eg, at tey flestu høvdu svarað nakað soleiðis…

Harri, sært tú ikki, at vit eru trúføst við at geva? At vit biðja? At vit ganga í kirkju og á møti hvørja viku?

Hevur tú ikki hoyrt, hvussu vit syngja hvørja viku?

Hevur tú ikki lagt merki til tað, sum vit altíð siga, at tað einasta sum kann bjarga okkara landi og endurnýggja okkara kirkju, er ein veking?

Spurningurin frá Jesusi verður hangandi í luftini: “Er hetta veruliga tað, sum tit ynskja?”

Gloym alt tað, sum vit so ofta siga um vekingar, og við orðum siga, hvussu bundin vit eru av Heilagum Anda.

Tað ber væl til at siga, at tú ynskir eina veking, men innast inni ikki vilja merkja tann fjálta og órógv, sum Guds nærvera kann hava við sær.

Tað ber væl til at syngja sálmar og sangir hvønn sunnudag, har biðið verður um veking, og samstundis halda øvund og illvilja viðlíka og ikki vilja sleppa hesum.

Tað ber væl til at “gleðast” um spjaðingina í Guds kirkju og um tína gudfrøði, ella um duldu syndirnar í tínum egna lívi, ella at troysta seg við sínum egna sjálvnøgdsemi, og soleiðis verða doyvdur fyri afturgongdini hjá Guds kirkju og líkasælur fyri framtíðini. Guds Andi er ikki tryggleiki og líkasæla.

LES EISINI  Kom til vekingarmøti við Ólavi og Carsten

Tí verður spurningurin frá Jesusi hangandi: Vilt tú verða grøddur?

Tann lamni kom við øllum møguligum umberingum fyri, hví tað ikki var gjørligt at hann kundi verða grøddur. Ongin er at hjálpa mær út í hylin. Eg sleppi ikki í hylin. Eg eri einsamallur.

Og vit gera tað sama. Tað er einki skil á Guds kirkju. Gud kann ikki virka har! Um veking hevði komið, so hevði hon ikki sæð soleiðis út. Um Guds Andi kom og næm við menniskju, so hevði hann gjørt tað á ein annan hátt.

Men, spurningurin verður hangandi. Vilt tú hetta? Slær títt hjarta títtari, tá ið tú hugsar um tað? Vilt tú verða grøddur?

Ein tosti eftir Gudi

“Eg skilji ikki kristin, sum ikki eru hugtikin og eldhugaði við tankanum um veking,” segði Martyn Lloyd-Jones.

Tað geri eg heldur ikki.

Hvat enn hendir ella ikki hendir í samband við vekingina í Asbury og út frá henni, so vóni eg, at vit verða merkt av einum livandi tosta eftir at kenna tann livandi Gud betur og einum ókúgandi longsli eftir at síggja hann virka í mátti og veldi, har hann ger tað sum hann og eina hann kann gera – í og ígjøgnum okkum. Spenningurin um rætta trúgv førir ikki til krosslagdar armar, men til upprættar hendur. Og tí syngja vit saman við Fanny Crosby sangin, sum enn gevur afturljóð:

Jesus, Jesus, hjartans bøn mín er:

Tú, ið blíðan onnur kallar,

altíð hjá mær ver!

Trevin Wax er varaforseti í gudfrøði og samskifti á LifeWay Christian Resources og gesta professari á Cedarville University.

Andrias Mangussen hevur umsett

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina