Heilagi Andin rørir menniskjur í Suðurnoregi

Í lítla norska býnum Vigeland henda stór ting, sum vekja ans millum kristin í øllum Norðurlondum.

Bønarhúsið í Vigeland er eitt missiónshús, sum næstan hevur verið afturlatið vegna vantandi virksemi tey seinnu árini. 10 – 15 fólk hava tó møtst har umleið eina ferð um mánaðin. Men tá vekilsismøtir vórðu hildin har eitt vikuskifti í februar komu 50 fólk  á møti. Og tey merktu Jesu nærveru á ein serligan hátt.

Dirvað av tí, tey hoyrdu og sóu, valdu tey at hava eina nýggja møtirøð 14 dagar seinni. Og aftur 14 dagar seinni. Og aftur…..

I vikuni, ið fór, varð 7. møtirøðin hildin. Møtini eru langt síðani, vegna plásstrot, flutt út úr Vigeland Bønhúsi, sum hevur 150 sitipláss. Tað eina vikuskifti fekk man tó troðkað 250 fólk inn, men tá sótu tey í øllum rúmum í húsinum. Síðan var møtisalurin hjá aðrari samkomu læntur, men teirra 500 sitipláss vóru eisini ov fá. So hetta seinasta vikuskiftið varð møtið hildið í Lindesneshøllini, sum hevur sitipláss til 1400 luttakarar. Fríggjadagin var fult hús, og leygardagin luttóku minst 1600 fólk.

Geir Norum, næstformaður í stýrinum fyri Vigeland Normissión, greiðir soleiðis frá til normisjon.no:  

– Tað eru alsamt fleiri menniskju, ið verða frelst, endurnýggjað í síni trúgv, og nøkur uppliva at verða grødd. Hvussu mong er torført at siga, tí at menniskju eisini taka ímóti Jesusi, har tey sita, uttan at vit varnast tað.

Bara Harrin veit

Tað er Arthur Robertsen (41) frá Mandal, sum er talari á hesum møtum. Hann er sjálvstøðugur vinnurekandi og er sang-evangelistur í frítíðini. Saman við sær á møtunum hevur hann eitt toymi av sangarum og tónleikarum.

Spurdur av Verdinytt.no um, hvussu hetta skal enda, svarar Arthur Robertson:

– Tað er tað bara Harrin, sum veit. Vit taka eitt vikuskifti í senn og eru til taks. Vit merkja, at vit fáa kraft til hvørt vikuskifti, og tað er gott at hvíla í Guds hondum.

Ótrúligt og óveruligt!

Í bønhúsinum í Vigeland hava verið hildin sunnudagsmøtir eina ferð um mánaðin, og vanliga hava 15 fólk møtt. Um hetta, sum nú hendir, sigur Geir Norum við Verdinytt.no:

– Fyri mær er tað fantastiskt! Í mun til tað, ein er vanur við her, er tað óveruligt. Eg hevði ikki sæð hetta koma, men eri sera takksamur fyri at vera partur av hesum.

– Tað byrjaði við einum møti í bønhúsinum í november, har ið eg varð spurdur, um eg kundi koma at tala, og tað játtaði eg, sigur Arthur Robertsen. Hann greiðir eisini frá, at hann í mong ár hevur stríðst við frímóðini, sum hann segði var pilkað til jarðar.

LES EISINI  Ósjónligar hendur grøddu Kristian Sandnes.

– So sat eg á skrivstovuni ein dagin, og tað ljóðaði júst sum, at eg hoyrdi eina rødd, sum segði: Tú veitst jú, hvør stendur aftan fyri teg, hvør stendur aftan fyri teg ….og stuðlar tær.

– Tá fekk eg staðfest, tjóvurin kemur ikki til annað enn at stjala, drepa og oyða. Tað versið havi eg mangan hoyrt, men eg hevði ongantíð upplivað, at í næstu løtu hvarv frímóði. So Hin Óndi hevur í veruleikanum tikið tað frá mær so við og við. Hann hevur pilkað meg sundur í bitar. Og tá ið eg vardi hetta í fjør summar, at tað var soleiðis, tað var, so fór eg og keypti nýggjan guitar – sum eina trúðargerð. Og hugsaði, at nú skal evangelisturin vakna aftur.

– So, tá ið eg varð biðin um at koma til Vigeland, so kendi eg, at mítt hjarta brann, og at stór ting fóru at henda. Við møti í Vigeland tað fyrsta vikuskiftið talaði eg um:  Hvar er neistin blivin av?

– 40-50 fólk vóru á møti, og so mong høvdu ikki verið í fleiri ár, søgdu tey. Eg sá, at har var ein hungur eftir meira av Jesusi. So, tey spurdu, um eg kundi koma aftur, og eg játtaði. Men at tað mátti vera skjótt, tí fólk eru leitandi.»    

Stór leitan eftir Gudi

– Síðan hevur tað jú gingið væl, frá at vera 100 fyrsta vikuskiftið, so 150, síðan 300. Tá máttu vit flyta, tí rúmið var ov lítið, nú hava vit verið yvir 600 tey seinastu vikuskiftini (síðan hesa samrøðuna hava tað verið upp í 1600 til eitt møti, red). Soleiðis eru alsamt fleiri komin á møti, og vit uppliva stóra leiting eftir at uppliva meir av Gudi. Í gongini møti eg ófrelstum, sum siga, at tey vilja hava fatur í hesum. Men tey vita ikki hvussu. Tá sigi eg bara: Tú mást bara geva teg allan/alla til Jesus.”

Er hetta ein veking?

– Ja, fólk siga, at tey eru vakt. Eg skal vera varin at brúka orðið veking, men tað eru tekin um veking, tað er tað.

– Guð hevur sett saman tað, sum einki er.

Tit hava jú ikki nakra stóra pall-uppseting við glitrandi ljós-spæli og øðrum?

– Nei, tað er tað, sum eg sigi, at eg vóni ikki, at tey eru komin eystan av landi, Svøríki, Bømlo og frá øðrum plássum fyri at uppliva guitarspæl ella fyri at síggja okkum, tí vit eru einki í okkum sjálvum. Tað, sum er serligt her, er, at Guð hevur kallað og sett saman eitt toymi, sum er heilt óroynt. Eg havi ongantíð verið við til slíkt áður, eg havi ongantíð áður havt eina møtirøð. Og nú eru vit í gongd sætta vikuskiftið á rað. Eg havi hildið andaktir fyri ungdómi av og til gjøgnum árini og talað av og á í eini meinigheit. Men mátin, hetta hendir upp á, hevur eingin sæð fyri sær. Eg eri eyðmjúkur, takksamur og ræddur.

LES EISINI  “Farsóttin ber vón”

– Guð hevur sett saman tað, sum einki er, og so brúkar hann okkum. Og vit syngja teir gomlu evangelisku sangirnar. Í okkum sjálvum høvdu vit kanska hildið út eitt kvøld, ikki sannheit, men vit eru velduga eyðmjúk. Tað er svarið, eg kann geva, tá ið fólk spyrja meg, hvussu eg upplivi hetta, sum hendir nú í Vigeland. Sætta vikuskiftið og tað bara økist við fólki, og fólk verða frelst og grødd. Tá nýti eg trý orð. Eg eri eyðmjúkur,  takksamur og ræddur. Eg eri eyðmjúkur um, at vit fáa loyvi til, at Guð brúkar okkum. Takksamur fyri at síggja, at fólk verða frelst, tað er tað, sum er so týdningarmikið. Og so eri eg bangin fyri, at eg veit ikki, hvat tað er, sum hendir. Tað einasta, ið eg veit, er, at møtið byrjar kl. 19, og so má Harrin bara leiða kvøldið fyri okkum.  

Bara Gud kennir vegin víðari fram.

Hvat hendir víðari fram?

«Tað er bara Harrin, sum veit. Vit taka eitt vikuskifti í senn, so hava vit eitt eftirmetingarmøti aftan á hvørt vikuskifti saman við bønhúsinum og Betania meinigheitini. So tosa vit saman, og eg havi frá fyrsta vikuskiftinum verið til dispositión við musikki og øllum.  Sagt, at tit mugu heita á okkum, um tit ynskja, at vit skulu vera við í komandi møtunum, og tað hava tey ynskt inntil víðari. So er tað bara Harrin, sum veit, hvar hetta endar.

Nú er hetta vorðið so stórt, at fleiri samkomur hava tikið seg saman at fyriskipa hesi vikuskiftir.”

– Tað, sum eg merki, er hesin ótrúligi einleikin. Einleikin millum hesar meinigheitir, tí allar vilja tað sama. Tær vilja bara síggja menniskju frelst, og fleiri fáa loyvi til at uppliva Jesus. Øll vilja tað sama, og tað er so gott at kenna hetta sum ein einleika. Vit kunnu minnast á tey fyrstu kristnu í Bíbliu okkara, síggja, hvussu tey elska hvør annan. Somuleiðis uppliva vit nú her eitt líknandi fokus, – at øll vilja tað sama. Øll vilja hava meiri av Jesusi.”  

LES EISINI  Brennandi spurningurin frá Asbury hevur einki við Asbury at gera

Væntanir

Vit spurdu fleiri av teimum, sum vit tosaðu við, hvat tey væntaðu, fór at henda hetta kvøldið, og øll somul søgdu, at tey høvdu ‘kempistórar’ væntanir.  Hetta sama byrjaði Robertson við á pallinum, hann vónaði, at tey, sum vóru til staðar, høvdu stórar væntanir. Øll í salinum tóku undir við honum.

«Jesus kemur at ganga millum beinkirnar – eg ávari tykkum.»

Og tað var týðiligt, at tað var júst tað, sum hendi. Tað vóru mong, sum vildu deila teirra uppliving. Har vóru mangir sterkir vitnisburðar frambornir, og mong greiddu frá, hvat Jesus hevði gjørt fyri tey. Og á hvørjar gøtur, hann hevði leitt tey á gjøgnum lívið. 

Jesus tak meg, sum eg eri 

Ein av sterkastu upplivingunum var, tá ið ein genta, umleið 14-15 ára gomul, kom upp á pallin, eftir at ein annar hevði verið frammi og sagt, at: «Her er ein genta um 14-15 ára aldur, sum hevur nakað týdningarmikið at siga. Nakað, sum kann hjálpa fleiri í salinum.» Sum frá leið kom hon upp, eftir at hava sitið fjálturstungin, síðan møti byrjaði. Hon ynskti at syngja ein sang, sum hon hevði sungið sum barn í bønhúsinum:  «Elsket for den, jeg er.» Hendan gentan sang av hjarta:

Gud, du elsker meg og tar meg, som jeg er. 
Jeg ble skapt, fordi du ville ha meg her. 
Og jeg vet, du er fornøyd med meg. 
Derfor ville jeg takke deg. 
Rikere enn en millionær 
Elsket for den, jeg er. 
Sangur frá Oslo Soul Children 

Hetta var ein velduga sterk løta, har gomul sum ung sótu og lýddu á við tár á kinn. Tað var týðiligt, at Guð var til staðar í Vigelund hetta kvøldið, eins og hann eisini var hini vikuskiftini. Dagin eftir – sunnudagin – ljóðaði yvir hátalararnar, at umleið 850 fólk vóru til staðar.  

So tað verður spennandi at fylgja við, hvat ið víðari hendir. Tað er tað bara Guð, sum veit. 

Carsten Fonsdal Mikkelsen hevur skrivað. Asbjørn Mikkelsen umsetti
Kelda: Normisjon.no

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina