Frá nærum tómum húsi til veking

Í nógv ár hevur missiónshúsið í lítlu bygdini Vigeland á suðurlandinum í Norra verið nær við at steingja. Nú er veking í bygdini.

Fyri tíð síðani skrivaði Terje Høyland, sum er altjóða leiðari í IMI-kirken (norsk kirkja, sum er knýtt at Normisjon og Fólkakirkjuni í Norra), ein blogg um støðuna í Vigeland. Í blogginum lýsti hann eitt missiónshús við pláss fyri 140 fólkum, men har tað seinastu árini einans hava savnast eini 10-15 fólk til møti einaferð um mánaðin. Framtíðin sá alt annað enn bjørt út.

Seinastu fimm vikuskiftini hevur møti verið hvørt vikuskifti í missiónshúsinum. Sangevangelisturin Arthur Robertson úr Norkirken í Mandal á suðurlandinum varð fyri tíð síðani biðin um at hava møtir í Vigeland. Tey vóru bilsin av at síggja, hvussu nógv fólk møttu upp.

Høyland lýsir støðuna soleiðis í sínum bloggi: “Evangelisturin talaði erliga um Gud og um okkum menniskju. Tað eru nógv, sum kenna hendan boðskapin aftur og alsamt fleiri koma á møti. Á møtinum er nógvur tónleikur, spontan innsløg og tala. Klaver, trummur, bassur, harmonika og guittari spæla undir til eyðkenda missiónshússangin. Eldra ættarliðið kennir sangirnar, men løtu seinna syngja bæði ung og gomul við í felagssanginum.

Forbiðjarar úr ymiskum meinigheitum biðja saman við teimum, sum eru komin á møti. Líkamikið hvat tað er. Fólk hálsfevnast og tað er ein týðiligur einleiki millum fólk. Ongin er komin fyri at gera nakað burturúr sær sjálvum ella síni meinigheit. Tá ið eg spyrji tey, hvussu tað ber til at hetta hendir, peika tey øll á Jesus.  

Grøðing og syndajáttan

Fólk verða rørd av Jesusi. Fólkini koma við longslum. Summi verða grødd. Summi taka ímóti Jesusi. Nógv verða endurnýggjaði í trúnni á Jesus. Nøkur játta synd og biðja um at verða loyst. Talan er um eitt einfalt møti, har øll hava tað soleiðis, at tey hava okkurt at koma við. Fjórða vikuskifti tekur ein 16 ára gamal drongur mikrofonina undir felagssanginum og syngur framman fyri fólki fyri fyrstuferð. Tá ið vit møta honum eina viku seinni tykist tað, sum hevur hann sungið fyri fólki í áravís.

LES EISINI  “Farsóttin ber vón”

Arthur dugir sera væl at loyva fólki framat. Frásagnirnar um fólk, sum antin gera okkurt fyri fyrstuferð ella hava funnið aftur til goymdar talentir eru nógvar. Orðið er givið frítt til vitnisburð, eitt orð úr Bíbliuni ella eina áheitan á fólk.”

Eftirtíðin má meta um

Høyland greiðir víðari frá, at fjórða vikuskiftið er missiónshúsið fult. Vikuskiftið eftir eru stólar stillaðir til 250 fólk, og vikuna eftir eru møtini flutt, soleiðis at tað kann vera pláss fyri 500 fólkum.

Hølið er fult trý korter áðrenn møtið byrjar. Á loftinum er bønarmøti. Leygardag er eitt eyka rúm við pláss fyri 50 fólkum. Sunnudag er alt fult og fólk standa í bíðirøð uttanfyri. Ein meinigheit skrivaði í blaðnum Fedrelandsvennen: Leygardagin fara vit at vitja vekingina í Vigeland. Fólk koma úr øllum ættum á møti í lítlu bygdini. Men, um talan er um veking ella endurnýggjan eru fólkini í missiónshúsinum ikki so upptikin av. Hygg heldur at tí, sum Gud ger okkara millum, og so kann eftirtíðin meta um, hvat hetta var, skrivar Høyland. Hann heldur fram:

LES EISINI  Vekingin á Vigeland breiðir seg

“Ein kvinna, sum var sera ring av ME (ein sera álvarslig nervasjúka) greiðir frá, at hon hevur verið frísk í tríggjar vikur. Hon hevði runnið fleiri kilometrar áðrenn møtið hetta kvøldið. Hon hevði andsperr, men var full í orku. Hon hevði ikki pínu, sum hevði nervað hana í langa tíð, og tað var nú fjórða vika, at hon var frísk.

Sunnudagin gav ein heil familja Jesusi lív sítt. Nógv høvdu ein longsul eftir meira av Jesusi. Ein maður, sum hevði ilt í høgru hond, ætlaði at heilsa uppá Arthur. Hann rætti honum vinstru hond. “Hví heilsar tú ikki ordiliga?” spurdi Arthur. “Eg havi so ilt í høgru hond eftir eitt skotóhapp,” svaraði maðurin. Arthur helt fast við, at hann vildi heilsa ordiliga uppá mannin og tók í høgru hond á honum. Knappliga kroysti maðurin hondina á Arthuri og Arthur spurdi: “Ætlar tú at bróta hondina á mær?” Maðurin byrjaði at gráta. Pínan var horvin. Í Guds nærveru var hondin grødd.

Fólk mugu taka støðu

Róliga standa Arthur og hini og boða Jesus. Bíblian sigur, at tú mást taka støðu, sigur Arthur. Tað er ein Himmal og eitt Helviti, og tú mást velja. So leingi eg tali, vil eg kunngera hendan sannleika, heldur hann fram. Tá ið eg tali, so ljóðar innbjóðingin at siga Jesusi ja. Hvat tú gert við innbjóðingina, verður upp til tín.

Fólk eru opin og erlig um lívið og nógv hava eitt ynski um at verða loyst frá øllum tí, sum ikki er frá Jesusi. Fleiri og fleiri koma fram til forbøn. Fleiri og fleiri vilja verða loyst frá syndini, sum so lættliga darvar.

LES EISINI  Trý stig, sum kanska kunnu føra til veking

Tað er stórt at kunna vera í Guds nærveru, men tað er eisini krevjandi fyri summi av okkum. Tónleikurin er øðrvísi og var væl kendur fyri eini 40-50 árum síðani. Eg tosi við nógv ymisk fólk og tað er so skjótt at villast í egnum royndum og klókskapi. Tað ber til at blíva fornermaður í sínum egna viti. Vitið sum sigur, at tað ikki er soleiðis, Gud eigur at gera seg stóran.

Lova Gudi framat

Men Gud smílist. Tað tykist, sum hevur hann gjørt hetta við vilja, soleiðis at júst vit sum halda, at vit hava skilt Gud og kirkjuvøkstur skulu læra tað einfalda rópi frá Gudi, tá hann ígjøgnum eitt missiónshús á suðurlandinum kallar á okkum: Lova mær framat! Ger pláss fyri mær í tínum lívi, ger pláss fyri mær í gudstænastuni, lova mær framat at vera Gud. Og tá ið tú ert á møti í Vigeland, so gert tað skjótt greitt fyri tær, at Gud meinar tað, tá ið hann sigur, at hann kann brúka øll og alt!

Vit sóu tað í Asbury og vit síggja tað í Vigeland. Tað er ógvuliga einfalt, tað er friðaligt og veruligt. Og Gud fær gott pláss at gera síni undur, frelsa og bjarga menniskjum. Aftur og aftur hoyri eg Gud tala við meg: Ger pláss fyri mær! Lova mær framat.”

Seinasta vikuskifti vóru 1400 fólk á møti í Vigeland.

Skrivað hevur Anne Gustavsen, sum arbeiður á redaktiónini hjá Jesus People í Norra. Andrias Magnussen umsetti

Kelda: jesuspeople.com

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina