Aftur veking í Norra

Møtir hava verið trý vikuskifti og higartil hava 22 fólk givið til kennar, at tey ynskja at verða frelst.

Nýggja bønhúsið (missiónshúsið), Ørkin, í bygdini Vats, eystanfyri Haugesund, við umleið 1200 íbúgvum, varð tikið í brúk í 2023, hevur verið fullsett øll kvøldini.

Prædikufólk, á møtunum, eru Arthur Robertsen, sum var høvuðstalari undir vekingini á Vigeland, og Hans Martin Skagestad úr Sarons Dal. Eins og á Vigeland er sangur og tónleikur í høvuðsheitum teir góðu gomlu missiónssangirnir.

Boðanin er einføld og ávirkar bæði tey, sum longu játta seg sum kristin, og tey, sum enn ikki hava játtað sína trúgv á Jesus Kristus.

Fólk koma eisini úr grannabygdunum – bæði ung og gomul, missiónsfólk, kirkjufólk og frá øðrum meinigheitum.

Bønamøtini geva vón

Fólk í øllum aldri koma á bønamøtini – frá ungum til tey yvir 80. – Vit merkja, at bønamøtini skapa eina livandi vón, sum stimbrar okkum, sigur ein av
fyriskiparunum. – Vit hava, í langa tíð, bøna og biði Gud um veking. Tað eina kvøldið vóru 30 ung á møti og hetta kvøldið søgdu átta ung ja til Jesus, sigur ein glaður og takksamur fyriskipari.

Hetta er fjórða vikuskiftið, at Arthur Robertsen, saman við evangelistinum Hans Martini Skagestad, hava møti í lítlu bygdini Vats.

Enn hava tey ikki tikið støðu til, hvussu leingi tey halda fram við møtunum.

LES EISINI  Heilagi Andin rørir menniskjur í Suðurnoregi
Arthur Robertsen.
Nýggja bønhúsið (missiónshúsið) í Vats.

Les meira um vekingina á Vigeland…

Ólavur Jacobsen og Carsten Fonsdal Mikkelsen trúboðarar hjá Heimamissiónini vóru við til møtini í Vigeland í vikuskiftinum 23-25. juni 2023. Millum møtini tosaðu teir saman um nakað av tí, sum teir høvdu verið vitni til. Hetta varð tikið upp.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina