Prestar halda, at tú verður frelstur av góðum gerðum 

Granskarar síggja týðiligt samband millum væntandi bíbliulesna og aðrar andaliga vanar hjá prestum, og víðskygdar (liberalar) meiningar um kristna trúgv og siðalæru (etikk). 

Meira enn ein triðingur av prestunum í USA halda, at góð menniskju hava uppiborið frelsu. Hetta vísir kanning, sum Cultural Research Center (CRC) á Arizona Christian University í USA fyri stuttum hevur gjørt. Grundarlagið undir kanningini er ein landsumfatandi spurnarkanning. Norskur granskari í trúgv sær somu rák í Norra. 

Í kanningini The American Worldview Inventory, sum er ein kanning um lívsáskoðan, eru uml. 1000 prestar úr ymiskum kirkjusamfeløgum spurdir ymiskar spurningar um kristna trúgv og siðalæru. 

Úrslitini í kanningini koma óvart á fleiri granskarar, teirra millum viðurkendi leiðarin á CRC, George Barna. Barna hevur granskað í trúarviðurskiftum hjá amerikanarum síðani einaferð í 80unum, tá ið hann stovnaði kanningarfyritøkuna The Barna Group, sum hann seldi í 2009. Í dag er Barna professari við Arizona Christian University. 

Syndajáttan er óneyðug 

Kanningin vísir at: 

  • Meir enn ein triðingur av prestunum í amerikansku kirkjunum halda, at um tú ert “eitt gott menniskja”, so er tað nóg mikið til at sleppa til Himmals. 
  • Tríggir av 10 evangelikalu prestunum trúgva ikki, at frelsa hevur hvørki nakað við syndajáttan ella at taka ímóti Jesusi sum frelsara at gera. 

Granskararnir, sum hava staðið fyri kanningini eru, sambært bretsku netavísini, Christian Today, bilsnir av, at so nógvir prestar hava hesa gudfrøðiligum støðu. 

Einki absolut 

39% av prestunum halda ikki, at tað eru nakrir “absoluttir moralskir sannleikar”, men at “hvørt einstakt menniskja má finna sín egna sannleika”. 

LES EISINI  Greinarøð um Augsburgsku trúarjáttanina: Fyri at halda okkum til krossin

Kanningin vísir eisini, at kynsligt samband millum ógift, sum elska hvønn annan kann “góðkennast moralskt”. Tað eru eisini fleiri prestar sum halda, at Bíblian er ógreið í málinum, um fosturtøka er røtt ella skeiv. 

Kanningin vísir, at 38% av prestunum halda, at lívið er heilagt, meðan 37% halda, at tað hevur størri at hava eina trúgv enn at trúgva á ein ávísan gud. 

Missa trúnna á Bíbliuna 

CRC-frágreiðingin greinar úrslitið í kanningini og kemur til ta niðurstøðu, at fleiri og fleiri prestar missa trúnna á Bíbliuna. Hetta er eitt rák, sum sambært granskarunum, sæst í øllum kirkjusamfeløgum. 

Frágreiðingin vísir, at einans 37% av prestunum kunnu sigast at hava eina “bíbilska heimsmynd” og fleiri av prestunum taka ikki undir við grundleggjandi kristnum sannleikum. 

Leiðarin í CRC, George Barna, vísir á at hesar fatanir byggja á eina aðra ábending í kanningini: Fleiri prestar mangla andaligar vanar. 

“Tá ið vit kannaðu vanarnar hjá prestunum gjørdist tað greitt, at fleiri prestar hava ongar andaligar vanar. Teir lesa ikki regluliga í Bíbliuni, hava ikki nakað bønarlív og tilbiðja ikki Gud dagliga. Teir hava ikki andaligar vanar,” sigur Barna og leggur afturat: “Tað er eitt greitt samband ímillum at hava bíbilskar sannføringar, og at biðja og lesa í Bíbliuni hvønn dag.” 

Sambært George Barna, so er í summum kirkjusamfeløgum ein meiriluti av prestum, sum ikki hava andaligar vanar. 

Ver fittur og góður 

“Eg haldi at nógv halda, at átrúnaður handlar um at vera fittur og góður, og so kemur tú til Himmals. Tílík hugsan hevur stóra undirtøku í norska samfelagnum. Samstundis eru tað nógv sum trúgva, at tað er neyðugt við eini umvending og trúgv á Jesus fyri at verða frelstur, sigur granskarin í átrúnaði Roald Zeiffert við Kristelig Pressekontor. 

LES EISINI  Greinarøð um Augsburgsku trúarjáttanina: Fyri at halda okkum til krossin

Hann er lektari á Høyskolen for ledelse og teologi og doktaralesandi á universitetinum í Agder. Í síni doktaraverkætlan arbeiður hann við hugtøkum sum umvending og hvønn leiklut Bíblian hevur í lívinum hjá teimum trúgvandi. 

Zeiffert hevur granskað innan trúgv hjá ungum í Indremisjonsforbundet og Misjonssambandet umframt fleiri ymiskum fríkirkjusamfeløgum, m.a. Misjonskirken, Pinsebevegelsen, Baptistsamfunnet og Frikirken. Hann sær eyðkenni í Norra, sum í ávísan mun samsvara við tey í kirkjulívinum í USA. Um hann hevði granskað aðrar partar av norska trúðarlívinum, m.a. Den norske kirke (Fólkakirkjan í Norra), so metir hann, at úrslitini høvdu líkst uppaftur meira teimum í USA. 

Meiningar 

Lektarin heldur, at úrslitini frá CRS-kanningini líkjast tí, sum sosiologarnir Christian Smith og Melinda Lunquist koma fram við stutt eftir aldarskiftið. Tey lýsa vanligar fatanir um gudstrúgv millum ungar amerikanarar og koma fram til fýra høvuðsspunkt: 

  • Gud vil at menniskju skulu vera fitt, góð og rættvís móti hvørjum øðrum, soleiðis sum tað stendur í Bíbliuni og í flestu heimsátrúnaðum. 
  • Týdningarmesta endamálið við lívinum er at verða eydnusamur og hava tað gott í sær sjálvum. 
  • Tað er ikki neyðugt, at Gud er ein so stórur partur av lívinum uttan tá ið vit hava brúk fyri honum at loysa okkara trupulleikar. 
  • Góð og fitt fólk sleppa til Himmals, tá ið tey doyggja. 
LES EISINI  Greinarøð um Augsburgsku trúarjáttanina: Fyri at halda okkum til krossin

Spurningarnir í granskingarverkætlanini hjá Zeiffert eru nokkso øðrvísi enn í amerikansku kanningini hjá CRC, men á einum øki bar til at samanbera norsku og amerikonsku kanningina: Hann spurdi 661 persónar um, hvat hendir, tá ið vit doyggja. Av hesum svaraðu 70%, at antin verður man frelstur ella glataður. 

“Hetta er ein meira siðbundin kristin fatan” staðfestur Zeiffert. 

Greiður samanhangur 

Zeiffert vísir eisini til úrslitið hjá leiðaranum á CRC, George Barna, sum siga, at tað er greiður samanhangur millum væntandi bíbliulesnað og víðskygdar meiningar. 

“Tey, sum hava fáar kristnar vanar og ikki meta Bíbliuna hava týdning, hava eisini eitt meira víðskygt sjónarmið til siðalæru. Hetta sæst týðiliga í Norra. Tey sum lesa lítið í Bíbliuni, halda eisini, at øll sleppa til Himmals. Hesin samanhangur er greiður í míni kanning,” sigur Zeiffert. 

Hann undirstrikar, at tey sum eru við í kanningini hjá honum eru aktiv í konservativa kristna umhvørvinum í Norra. Tí ber ikki so væl til at samanbera tølini við amerikansku kanningina. 

Í umhvørvinum, sum Roald Zeiffert hevur kannað, kennist hann ikki við fatanina av, at fitt og góð fólk koma til Himmals. 

“Hugsar tú, at meiningarnar flyta seg tann vegin, eisini í Norra?” 

“Ja, tað eru ábendingar um hetta, men eg hevði væntað at sæð hetta týðiligari í míni kanning. Tað sum hendir í USA hevur stóra ávirkan á okkum, og tí fer rákið tann vegin, eisini í Norra.” 

Andrias Magnussen umsetti
Kelda: Sambaandet.no

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina