Handtikin undir gudstænastu
Donald Trump hevur útgivið eina fyriskipan, sum loyvir útlendingamyndugleikunum (ICE) at handtaka fólk í kirkjum, skúlum og øðrum „viðkvæmum“ støðum. Hetta merkir, at fólk, sum áður kundu kenna seg trygg á hesum støðum, nú eru í vanda fyri at verða handtikin av myndugleikunum.
Eitt dømi um hetta er handtøkan av Wilson Rogelio Velásquez Cruz, sum varð tikin av ICE-umboðum uttan fyri Iglesia Fuente de Vida-kirkjuna í Georgia, meðan familjan var inni til gudstænastu. Cruz, sum var flýddur úr Honduras saman við familju síni fyri at sleppa undan harðskapi, hevði bæði arbeiðsloyvi og uppihaldsloyvi og var tí lógliga í USA, meðan hann bíðaði eftir viðgerð av síni umsókn um friðskjól. Kona hansara, Kenia Colindres, sigur, at maðurin frá teirra komu til USA hevði havt fótfjøtur á. Undir gudstænastuni ringdi telefonin hjá Cruz, men hann henni svaraði ikki. Beinanvegin fór fótfjøturin at geva ljóð frá sær, og hann fór út, so hann ikki órógvaði samkomuna. Uttanfyri møtti hann ICE-umboðunum, sum tóku hann í varðhald.
Handtøkan hevur vakt stóra ónøgd millum bæði politikarar og átrúnaðarligar felagsskapir. David Hoag, forseti fyri Council for Christian Colleges & Universities (CCCU), sigur:
„Vit í CCCU vilja samstarva við Trump-stjórnina fyri at tryggja trúarfrælsi, serliga á hægri útbúgvingarstovnum. Hóast vit eru samd í, at trygd er týdningarmikil, er tað ein stór forðing fyri trúarfrælsið, at fólk gerast bangin fyri at fara í kirkju.“