Kristnir frískúlar í Onglandi í afturlatingarvanda orsakað av MVG 

Frá 1. januar 2025 skulu privatskúlar í Stóra Bretlandi rinda 20 % í meirvirðisgjaldi (MVG) av skúlagjøldum. Hetta hevur serliga rakt kristnar frískúlar, sum verða riknir við stuðli og fíggjarligari hjálp frá foreldrum og kirkjum. 

Stephen White úr Yorkshire hevur tikið børn síni úr Bradford Christian School og undirvísir teimum heima í staðin. “Sum kristin hava vit skyldu til at uppala okkara børn í trúnni, men henda fyriskipanin forðar fyri tí,” sigur hann. 

Skúlastjórin á The King’s School í Hampshire, Caroline Santer, kallar MVG-avgjaldið “eina eksistentiella hóttan”. Hon og onnur hava tí stevnt myndugleikunum í vón um at fáa avgerðina broytta. 

Bretski arbeiðaraflokkurin vil við MVG-avgjaldinum minka um talið av elituskúlum. Undirvísingarmálaráðharrin sigur, at skattafyrimunir til privatskúlar eru “luksus, sum vit ikki hava ráð til”. Men Steve Beegoo, leiðari fyri Christian Schools Trust, vísir á, at kristnir frískúlar ikki eru elituskúlar, men treytaðir av foreldrum og kirkjum. 

Fleiri kristnir skúlastjórar og foreldur hava stevnt myndugleikunum, tí tey meta, at MVG-avgjaldið er í stríð við altjóða mannarættindasáttmálan. Samstundis eru fleiri privatskúlar longu stongdir, og almennu skúlarnar yvirfyltir.  

LES EISINI  Missiónsvikan á Strondum endaði við eini frumframførslu

Framtíðin hjá kristnari privatundirvísing í Stóra Bretlandi er óviss. 

Kelda: CNE News 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina