Svenskur ungdómur sær tørvin á trúgv
Ein óvæntað gongd í einum av heimsins mest sekulariseraðu londum
Svøríki hevur í áratíggju verið kent sum eitt av heimsins mest sekulariseraðu londum, har átrúnaður í stóran mun hevur verið mettur sum ein privatsøk og ofta sum nakað, ið hoyrir fortíðini til. Men nú vísa nýggj tøl frá Svenska Kyrkan og ein kanning frá Ipsos, at fleiri ung leita sær í kirkju. Hetta er ein gongd, fá høvdu væntað, og hon reisir spurningin: Ger átrúnaður eitt comeback? Og um so er, hví hendir tað júst nú?
Fleiri fara í kirkju – trúgvin veksur millum ung
Svenska Kyrkan hevur í 2024 upplivað eina økta tilgongd av nýggjum limum. Í tíðarskeiðinum fram til november meldaðu 12.788 nýggir limir seg inn í kirkjuna. Tá er barnadópur ikki taldur við. Hetta er hægsta talið síðani 1970-árini og meira enn 1.000 fleiri enn árið fyri. Samstundis sæst ein gongd, har færri enn áður velja at fara úr kirkjuni.
Sambært Svenska Kyrkan er tað serliga Z-ættarliðið – ung, sum eru fødd frá 1997 og frameftir – sum mynda hesa broyting. Ein stór kanning frá Ipsos staðfestir, at ung í vaksandi mun leita sær til átrúnaðarligar felagsskapir: Í mun til babyboomer-ættarliðið (fødd 1940-60) ganga 34 % fleiri ung í dag í kirkju, mosku ella synagogu. Hetta er ein týðandi broyting í einum landi, har átrúnaður hevur verið í afturgongd í áratíggju.
Tað er áhugavert, at Ipsos vísir á, at sama gongd sæst í øðrum sekulariseraðum londum. Men í londum, har ein stórur partur av fólkinum er átrúnaðarligur, er gongdin øvug. Har síggja vit, at ung framhaldandi venda trúnni bakið.
Tá ið átrúnaður hvørvur, verður tørvurin á honum sjónligur
Z-ættarliðið er vaksið upp í eini verð merkt av støðugari broyting og óvissu. Sosialir miðlar, veðurlagskreppa, búskaparligir trupulleikar og politiskur ófriður hava verið partur av teirra uppvøkstri. Samstundis hava tey verið vitni til eina alsamt skjótari talgilding og globalisering, sum á annan bógvin hevur givið teimum atgongd til óendaligar upplýsingar og sosial netverk, men á hin bógvin hevur skapt eina kenslu av sundurbýti og einsemi.
Men hetta gongur beint ímóti grundleggjandi tørvinum hjá menniskjanum. Vit eru skapt til felagsskap við Guð og hvør annan. Ja, vit eru skapt til at vera beinleiðis bundin at Guði. Hetta er ein so grundleggjandi partur av tí at vera menniskja, at vit í longdini ikki kunnu liva í fullkomnum einsemi.
Í londum, har tað framvegis eru nógv trúgvandi menniskju, er tað ikki vist, at komandi ættarliðið varnast trupulleikan við at varpa trúnna frá sær. Men í sekulariseraðum londum sær tað út til, at tað nú gerst greitt fyri fleiri og fleiri, at tey hava tørv á Guði í sínum gerandisdegi.
Eisini í Danmark – sum ikki er við í hesi kanning – hava vit sæð ein óvæntaðan áhuga fyri trúnni millum ung. Hetta var sjónligt í Aarhus, har fleiri enn 700 ung møttu upp at syngja í einum gospelkóri. Les meira her.