Gospelkór í Danmark vinnur frama millum tey ungu
Meira enn 700 ung møttu upp í síðstu viku at syngja gospel saman í Aarhus í einum kóri, sum er farið viralt á sosialum miðlum. Men tað er trupult at finna eitt stað við nokk av plássi til øll.
Nýggja gospelkórið í Aarhus ‘’Praise’’ er farið sum eldur á sosiala miðlinum TikTok, har heili 1,5 mió. menniskju hava sæð eitt video av kórinum. Stóra kórið hevði yvir 700 luttakarar eftir bert at hava møtt fýra ferðir. Ein av íbirtarunum, Daniel Ostersen, sum lesur teologi á Menighedsfakultetet í Aarhus, greiðir frá, at flestu av teimum, ið eru uppmøtt, eru kirkjufremmand. ‘’Eldhugin er stórur,’’ sigur hann. ‘’Vit høvdu aldrin væntað, at tað fór at blíva so stórt.’’
Kvøldið hjá kórinum byrjar við inngangsbøn, har tey eftir tað syngja gospelsang í tveir tímar og enda síðani við áronitisku vælsigningini, sum er vælkend í fólkakirkjuni. Daniel Ostersen fortelur, at vónin er, at fólk fara út aftur og hava upplivað Guds lív og gleði, men tey trýsta tað ikki niður á fólk.
‘’Tað er týdningarmikið fyri okkum at spreiða gleði á sosialum miðlum, so at har kemur eitt sindur av vón gjøgnum einsemismaskinurnar, ið fólk sita við,’’ sigur hann við ávísing til telefonirnar.
@praise.ungospel Take the ⛓️ of my feet so i can 🕺💃 #gospelidomen #praise ♬ original sound – Praise.ungospel
Kórið byrjaði við, at seks vinir úr ymiskum fríkirkjuligum greinum tosaðu í summarfrítíðini um, hvussu man kundi skapa eldhuga millum tey ungu í Aarhus, har tey komu við hugskotinum um eitt gospelkór. Hóast væntanin ikki var tann stóra at byrja við, so møttu 150 fólk upp longu fyrsta kvøldið. Talið á luttakarum tvífaldaðist hvørja ferð, so íbirtararnir máttu finna nýtt høli at venja í, men hetta metir Daniel Ostersen ikki vera nóg stórt til næstu ferð, kórið hittist aftur. Hann væntar, at har fara tey at vera 1500 ung, og har verður trupult at finna høli at rúma teimum øllum.
Íblásturin til gospelkórið kom úr USA. Rapparin Kanye West hevur gudstænastur, sum eru væl umtóktar fyri lívliga gospelsangin, sum har rungar. Fleiri av hansara tekstum syngja tey í ‘’Praise’’ í Aarhus eisini, har tað verður blandað við kristnum lovsangi og kendum donskum sangum.
Vónin við ‘’Praise’’ er, at tað kann breiðast til aðrar býir í Danmark. Áhugin fyri kórinum hevur tikið tey øll á bóli, men tey gleðast stórliga um tað, sigur Daniel Ostersen. Har eru næstan ikki nóg mikið av arbeiðsmegi til at metta áhugan. Íbirtararnir eru longu í gongd við at kanna møguleikarnar í Keypmannahavn. Eisini spæla tey við tankan um at gera eitt gospelkór til vaksin ella seniorar.
Kelda: Kristeligt Dagblad