Torben Østermark ætlar sær aftur til Føroyar

Danski evangelisturin og landsleiðarin í OAC Danmark verður í Føroyum í døgunum umleið 14. til 22. novembur, og nú er aftur møguleiki hjá meinigheitum, kirkjum og øðrum kristnum felagsskapum at fáa vitjan av honum.

Torben hevur í nógv ár arbeitt við evangelisering og kristnari boðan og hevur vitjað Føroyar fleiri ferðir áður. Hesa ferð ynskir hann enn eina ferð at deila gleðiboðskapin og samstundis geva íblástur til tey, sum arbeiða við boðan, barnaarbeiði og sunnudagsskúla.

Gleðiboðskapurin á ein livandi hátt

Torben er serliga kendur fyri sín livandi og skapandi boðskap. Hann sameinir ofta prædiku og undirvísing við sjónligum hjálpartólum, sum gera boðskapin lættari at fata og minnast.

Millum møguleikarnar eru:

  • Evangeliserandi møtir Prædikur í kirkjum og meinigheitum
  • Familjumøtir og familjugudstænastur
  • Tiltøk fyri børn, juniorar og sunnudagsskúlar
  • Undirvísing um evangelisering

Málsetningurin er altíð tann sami: at vísa á Jesus Kristus og hjálpa menniskjum at skilja gleðiboðskapin greiðari.

Íblástur til barna- og ungdómsarbeiði

Umframt møtir og prædikur bjóðar Torben eisini skeið og undirvísing til sjálvboðin, sunnudagsskúlalærarar og onnur, sum arbeiða við kristnari boðan. Hann undirvísir millum annað í:

  • Pappírsillustratiónum
  • Gospel-gykling
  • Ballónum og ballónfigurum
  • Sketchboard (tekni- og frásøgutalvu)
  • Kreativum hættum at læra bíbliuørindi uttanat Lutlæru (object lessons)
  • Story sticks og øðrum frásøguamboðum
LES EISINI  Annfríð byrjað sum volontørur innan ungdómsarbeiðið

Dentur verður lagdur á, hvussu ymisk skapandi amboð kunnu nýtast til at boða gleðiboðskapin á ein einfaldan og áhugaverdan hátt.

Møguleiki at bóka vitjan

Meinigheitir, sunnudagsskúlar og onnur kristin virksemi, sum hava áhuga í at fáa vitjan av Torben Østermark í novembur 2026, kunnu longu nú venda sær til hansara fyri at leggja eina skrá.

Torben gleðir seg til aftur at vitja Føroyar, hitta fólk kring oyggjarnar og saman við teimum deila gleðiboðskapin um Jesus Kristus.

Meira kunning fæst við at venda sær til:
Torben Østermark
Landsleiðari og evangelistur,
OAC Danmark
www.oac.dk
oac@oac.dk
+45 21 75 77 20

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina