Kristin skúlastarvskvinna vann rættarmál eftir uppsøgn vegna LGBT+ uppsløg
Ein kristin skúlastarvskvinna í Bretlandi, Kristie Higgs, hevur vunnið eitt rættarmál, eftir at hon varð uppsøgd fyri at deila uppsløg á Facebook, har hon mótmælti undirvísing um LGBT+ í barnaskúlum.
Higgs, sum arbeiddi sum trivnaðar- og starvslæruleiðari á Farmor’s School í Gloucestershire, varð uppsøgd í 2019 eftir at hava deilt viðmerkingar um seksualundirvísing í skúlum. Hon kærdi avgerðina, og í februar 2025 staðfestu tríggir dómarar í Landsrættinum, at málið varð viðgjørt ólógliga.
Dómararnir staðfestu, at skúlin hevði grundgivið uppsøgnina við, at orðaval hennara í uppsløgunum kundu skaða umdømið hjá skúlanum. Tað var kortini ikki prógvað, at Higgs hevði sýnt nakran mismun í síni atferð á arbeiðsplássinum.
Eftir dómin segði Higgs: “Kristin hava rætt at úttala seg um síni trúgv á sosialum miðlum uttan at óttast fyri revsing frá arbeiðsgevaranum.”
Skúlin hevur áður víst aftur, at Higgs varð uppsøgd vegna sínar kristnu sannføringar, men heldur grundgivið, at orðavalið í hennara uppsløgum var ov grovt.
Men hesum var rætturin so ikki samdur í.