Open Doors: Kina hevur stongt 10.000 kirkjur í 2023

Árligi listin yvir tey 50 londini, har kristin eru mest forfylgd, vísir at alsamt fleiri kirkjur verða stongdar.

Tíggju av heimsins londum stóðu í 2023 fyri 95% av øllum skjalfestum stongslum av og álopum á kirkjur. Í nøkrum av londunum er forfylgingin stýrd av myndugleikunum, meðan aðrastaðni standa átrúnaðarligir bólkar aftanfyri.

Tað upplýsir Open Doors í samband við útgávuna av árliga listanum yvir tey 50 londini, har kristin verða mest forfylgd. Tey tíggju londini eru Kina, India, Nigeria, Nicaragua, Etiopia, Rwanda, Sudan, Burkina Faso, Niger og Angola. Kina stendur fyri afturlating av heili 10.000 kirkjum í 2023.

Eisini í Algeria er eitt vaksandi tal av stongdum kirkjum. Tað ger, at landið rykkir fýra pláss upp eftir listanum í mun til árið fyri. Syria liggur á sama plássi sum árið fyri, men er nú bólkað sum eitt land við ekstremari forfylging. Tey kristnu í Norðurafrika og Miðeystri kenna seg sum heild minni og minni vælkomin í sínum egna heimlandi.

LES EISINI  Egyptaland rættir hondina út til koptarar og letur upp risa katedral

Harðskapur er vaksandi

Sunnan fyri Sahara er vaksandi harðskapur ein stórur partur av forfylgingini, og í 16 av teimum 26 londunum á listanum, ið eru sunnanfyri Sahara, er harðskapur bólkaður sum sera høgur. Harðskapurin vísir seg millum annað í álopum á kirkjur og á heim og fyritøkur hjá kristnum. Ein av mongu orsøkunum er vaksandi politiskur óstabilitetur, sum gevur rúm fyri víðgongdum bólkum.

Norður-Korea liggur nummar 1 á listanum eins og árið fyri. Her førir kristna trúgvin til deyða ella avbyrging í fangalegum undir ómenniskjansligum umstøðum.

Frá 50. til 30. pláss

Á 30. plássi liggur Nicaragua, sum er rykt upp frá 50. plássi árið fyri. Landið er harvið farið frá álvarsamari forfylging til sera álvarsamari forfylging.

Ortega forseti hevur næstan óvirkjað rættarstatin. Kristin hava alment eggja til at virða rættarstatin, og myndugleikarnir síggja tey tí sum mótstøðufólk. Hetta hevur millum annað ført til fongsling av kirkjuleiðarum, stongsul av kristnum skúlum, sjónvarps-rásum og vælgerandi felagsskapum.

LES EISINI  Leiðarin fyri bumbaða kirkju á Sri Lanka fyrigevur álopsmonnunum

Ein glotti av vón

Laos er eisini rykt upp eftir listanum – frá 31. til 21. pláss. Hetta kemst av vaksandi harðligum álopum og drápum av kristnum. Tað eru nógv ár síðan, at tað seinast var dráp av kristnum í landinum, men seinasta árið eru fýra kristin dripin vegna teirra trúgv.

Har er eisini ein glotti at hóma.

“Øll árini, eg havi arbeitt sum granskari, havi eg aldrin sæð ein sterkari samanhang millum vaksandi mótburð og eina vaksandi kirkju,” sigur ein landaserfrøðingur um Laos sambært Open Doors. Og í Mali sær ein nýggj grundlóg út til at viðurkenna kristna minnilutan í landinum.

Sambært Open Doors verða fleiri enn 365 milliónir kristin í 78 londum forfylgd vegna teirra trúgv.

Kelda: Impuls – Indre Missions Tidende

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina