Hvussu lesur tú?
Nógv stríðast við at fáa skil á sín bíbliulesnað. Teimum tørvar hjálp í tí dagliga brúkinum av Bíbliuni. Tí fari eg at seta ein nýggjan hentan spurning: Hvussu eigi eg at lesa?
Fyrst: Royn og finn fasta tíð á degnum, har tú kanst vera still/ur við Bíbliuni. Leita tær helst eisini eitt fast stað at sita.
Nú er stórur munur á okkum menniskjum. Vit hava ymiskar døgnrútmur, ymist arbeiði, óregluliga frítíð og so framvegis.
Tí fari eg ikki at geva eitt eintýtt tekin um, hvør tíð á degnum er tann besta til bíbliulesnað, men tað er týdningarmikið við reglusemi.
Vanliga er fyrri partur á degnum betri enn tann seinni. Vit eru best fyri á morgni, og hartil tørvar okkum at fáa “barlast” við okkum út í gerandisdagin. Tað er ótrúligt, hvat vit kunnu fáa brúk fyri av Guds orði ígjøgnum ein dag.
Bíblian sigur frá, at Ábraham reisti eitt altar fyri Harranum, hvørja ferð hann kom til eitt nýtt stað. Sí Fyrstu Mósebók 12,6-8. Hann “ruddaði” eitt stað ella øki fyri Gudi í gerandisdegnum. Hann raðfesti tað dagliga sambandið við Harran. Møtti Gudi á ávisum staði til ávísa tíð. Tílíkt kennir ein á sær í gerandisdegnum! Slíkt verður givið gætur í gerandisdegnum.
Ein kendur konsertpianistur segði einaferð: “Lati eg vera við at venja í ein dag, er tað bara eg sjálvur, sum kenni tað. Lati eg vera við at venja í fleiri dagar, so varnast mínir vinir tað. Lati eg vera við at venja í longri tíð, varnast tey tað í konserthøllini!”
Hugvekjandi og álvarsamt. Tað er ikki stórur munur á einum bíbliulesara og einum konsertpianisti.
Síðan nøkur orð um tað, vit kalla bíbliulesiætlanir. Summi lesa Bíbliuna í samanhangi, kapittul eftir kapittul, uttan hjálpimiðlar. Tú ert heppin, sum hevur tað soleiðis! Onnur tørva hjálp til reglubundnan bíbliulesnað. Her kann ein “bíbliulesiætlan” verða loysnin.
- Norsk Bibel hevur útgivið eina bók við heitinum “Ettårsbibelen”.
Henda bókin hevur allan bíbliutekstin, býttan sundur í 365 partar. Fyri hvønn dagin í árinum finnur tú bíbliutekstir, bæði frá Gamla og Nýggja testamenti. Fylgir tú hesi ætlan, kemur tú gjøgnum alla Bíbliuna upp á eitt ár. Kanska skuldi tú roynt hetta? - Bíbliulesiringarnir í eitt nú Noregi og Danmark geva út bíbliulesiætlanir, bæði fyri vaksin, børn og tannáringar. Eisini lesur tú Bíbliuna í sammanhangi, nøkur tíðarskeið Gamla testamenti og onnur tíðarskeið Nýggja testamenti. Tú fært einfaldar frágreiðingar av bíbliutekstinum og eina stutta lýsing av høvuðshugsanini í tekstinum. Fram um alt fært tú kortini hjálp til at brúka Bíbliuna regluliga. Tað er tað týdningarmesta!
- Bíbliufelagið gevur hvørt ár út eina bíbliulesiætlan, sum einstaklingar fáa ókeypis. Tekstirnir eru úr bæði Gamla og Nýggja testamenti, og tú kemur víða um eftir einum ári. Í hesi bíbliulesiætlan verða bíbliutekstirnir ikki útlagdir nærri.
Til umhugsanar
Varðveit Guds orð – og Guds orð varðveitir teg!
Arbeið við Guds orði – og Guds orð arbeiðir við tær!
Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)
Hjørleif Poulsen týddi