Aftur til útgangsstøðið

At Bíblian er bókanna bók, mest týdda og útbreidda bók í heiminum, er ikki av tilvild.

Hon er Evangeliið, t.v.s. góð tíðindi til syndarar. Hon er Guds vón til ein heim í vónloysi, Guds vegleiðing til ein heim í ráðaloysi, Guds ljós til eina mannaætt í myrkri og Guds breyð og vatn til eina hungrandi og tystandi mannaætt.

Hóast Bíblian er skrivað yvir uml. 1500 ár, av uml. 40 rithøvundum, í trimum heimspørtum, Asia, Afrika og Europa, á hebreiiskum, arameiskum og griksum, so er hon Guds orð til øll menniskju til allar tíðir.

Guds orð er altavgerandi fyri Guds kirkju. Bíblian er lærugrundarlagið undir Guds kirkju og vegleiðarin til lívið saman við Jesusi.
Bíbliuorðið og Guds Andi ganga hond í hond, tí Andin skal dýrmeta Jesus – sum er kjarnin í Bíbliuni.

Fleiri orð í Bíbliuni lýsa týdningin av at lurta eftir Guds orði og fylgja tí. Til dømis:

  • Við hvørjum skal ungur halda leið sína reina? við at halda seg eftir orði tínum- Sl.119,9.
  • Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni. Sl.119,105.
  • Harrans ráð eru rætt, gleða hjartað. Harrans boð eru rein, gera eygað bjart. Sl.19,9.
  • Sælur (eydnusamur) er maður…. hvørs hugur stendur til Harrans lóg og yvir lóg hans grundar dag og nátt.Sl.1,2.
  • Hav altíð hesa lógbók á munni og grunda yvir hana dagar og nætur, til tess at tú heldur alt tað, sum í henni er ritað; tá fer alt at vignast tær væl, og tú verður happadrúgvur. Jósv. 1,8.
  • Tí at eg skammist ikki við gleðiboðskapin, tí at hann er Guðs kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr, bæði fyri Jøda fyrst og síðan fyri Grikka- Róm. 1,16.
  • Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð míni og ger eftir teimum, hann skal líknast við ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellubotn; og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell ikki, tí at tað var grundað á hellubotni. Og hvør tann, sum hoyrir hesi orð míni og ikki ger eftir teimum, hann skal líknast við ein fávitskutan mann, ið bygdi hús sítt á kyksendi; og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell, og fallið var stórt.» Matt. 7,24-27.
  • Himmalin og jørðin skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki ganga undir. Matt. 24,25.

Tí er umráðandi hjá Guds fólkið dagliga at grunda yvir Bíbliuorðið – og biðja um Guds hjálp til at fylgja tí. Hóast fólk hava lisið Bíbliuna gjøgnum ára tíggju, so verður eingin liðugur ella fult útlærdur í Orðinum.

Aftur til útgangsstøði – Bíbliuna, tað er uppskriftin til trúgv, kristiligan vøkstur, varðveitslu og veking.

Mynd: Bíbliutími í Tabor, á Toftum, 30. sept. 2026.
Kate og Fía verða 95 og 92 ár í oktobur og Sigfred er 94 ára gamal, men tey eru als ikki liðug við at  grunda yvir Guds orð.