Jesus før tú skútu mína
Í mong ár hekk innramma norsk bøn í messuni á útróðrarbátinum Ingibjørg.
Tá báturin, fyri árum síðani, lá á Skála og skuldu høggast upp, hugdi sjómanstrúboðarin umborð. Tá setti hann seg niður og í kvirruni læs hann bønina, sum byrjaði soleiðis: “Jesus, før min lille skute” yrkt av Astri Lindland.
Hann helt bønina vera so mikið góð, at hann skrúvaði rammuna niður og tók hana til hús.
Síðani hevur hann umsett bønina til føroyskt og fann út av, at hon eisini kundi syngjast til kend løg.
Farna vikuskiftið hevði Bróðurringurin á Havinum ársfund á Toftum. Tá var bønin, ella sangurin sungin, og fleiri vóru fegin um hann.
Her er føroyska týðingin, sum eins og mangir aðrir sálmar og sangir, bæði kann biðjast og syngjast.
Bøn/sangur:
Jesus, før tú skútu mína
millum lívsins mongu sker.
Mína leið tú ger til tína,
skipari á brúnni ver.
Havið goymir nógvar vandar,
allar ei eg síggi her.
Førir tú ei ferð til strandar,
skútan lætt við skerið ber.
Gjøgnum storm og myrkar nætur,
gjøgnum stillan, fagran dag
lovar tú at geva gætur,
streymur ei meg ber avstað.
Jesus, tú kanst aldri svíkja,
trúgvur stendur tú á vakt.
Máli frá tú ei vilt víkja,
og tú hevur himna makt.
Orð: Astrid Lindland
Týtt: Torleif Johannesen. jan. 2026
Lag: “Harri, mínar troyttu hendur”
“Fagra blóma” 2×2 ørindir.
Torleif Johannesen
