Svarar Guð bøn?
Tað er ein forrættur, at vit, sum menniskju, eiga møguleikan at biðja til Guðs. Biðja til Guð Faðir, sum er evsti máttur heimsins. Biðja til Jesus, frelsaran, sum gav lív sítt fyri okkum. Biðja til Heilagan Anda, sum er vegleiðari okkara á trúargongu okkara.
Og tað gera vit fegin, fleiri okkara. Men vit gera tað sjálvandi, tí at vit vilja hava svar. Børnarsvar. Og vit vilja hava eina loysn uppá tað, sum biðið verður um. Og helst eftir okkara egna høvdi.
Men sum tann faðir, sum Guð okkara er, veit hann betur enn vit, hvat svar tænir okkum til besta. Og svarið verður altíð eftir tí. Tí Guð hevur størri áhuga í okkara karakteri enn okkara komforti.
Børn, sum bara fáa ja frá sínum foreldrum, verða at enda til ótolandi, krevjandi, forkelaðir ungar, sum ongantíð verða nøgdir, og sum javnan fara at hava trupulleikar við onnur, tí tey faktisk bara rúma sær sjálvum.
Og tí ber ikki til at siga, at bønarsvar, úttrykt í fysiskum bekvemmiligheitum, er líkafram proportionalt við kvalitetin av nærsambandi okkara við Guð. Og tað hevði eisini verið ein háðan móti tí líðandi kirkjuni kring heimin.
Okkara karakterur er tann substansur í okkara veru, sum ger, at vit kunnu taka trupul tøk, og ikki bara vegna okkum sjálvi, men eisini vegna næstan, sum treingir. Og sum megnar at seta seg sjálvan til viks fyri ein annan.
Og tað er okkara karakterur sum ger, hvussu nógv vit megna bæði sum menniskju og sum kristin.
So hvat er tað at biðja eftir Guðs vilja. Ja, tað er tíverri í flestu førum ikki tað sama sum eftir okkara vilja. Tí vit ynskja pr. definitión ikki mótburð og slíkt, sum dannar okkara tol, úthaldni og evni at yvirliva í trongum skóm.
Vantandi karakterur ger, at vit lættliga fella í okkara egnu holdsligu lystir, har vit áhaldandi krevja at fáa bønarsvar eftir okkara egna vilja – t.v.s. eitt ja upp á standandi fót uppá mestsum hvat sum helst, sum vit í biðjandi stund tráa eftir.
Tí eiga vit at tráa eftir at læra at biðja eftir vilja Hansara, væl vitandi, at tað tá ikki verða tær holdsligu bønirnar, sum standa fyrstar. Men heldur við fyrimynd í bøn frelsarans: Faðir, hevði tú viljað tikið hesa skál frá mær! Men verði tó ikki mín vilji, men tín! Luk. 22, 42.
Og væl vitandi, at hann leggur ikki meira á okkum, enn vit megna.
Skrivað hevur: Jógvan Steintún