Hendur móður – og Guds

Signaðar verði hendurnar á móður, tá ið tær taka um hendur barnsins og leggja tær saman í bøn!

Signaður verði muður á móður, tá ið hon leggur bønarorðini á varrar barnsins og í hjarta barnsins – longu áðrenn varrarnar duga at siga orðini røtt, og hjartað er búgvið at taka ímóti teimum.

Ja, signað verði hon sjálv, tí hon fellur á knæ við song barnsins. Í tí løtu, hon hetta ger, er hon prestur fyri Gudi.

Gjøgnum hana verða bønarorðini borin ætt eftir ætt. Hon leggur alsamt aftrat hinum heilaga eldinum. Hon ber kirkjuna inn í heimið, og um jarðarríki ljóðar himmalrøddin.

Mong gomul fólk biðja enn bønina, sum móður teirra lærdi tey. Hvørt kvøld, áðrenn tey sovna, lesa tey inniliga tey orðini, sum tey fyrstu ferð hoyrdu móðurrøddina bera fram:

Bið, o, Jesus fyri mær,
bið meg heim í hús hjá tær,
har at liva væl í frið
hjá tí halga einglalið.
Lat meg altíð elska teg;
Gott tú biður fyri meg.
Hoyr meg, Gud, mín vinur ver
fyri Jesu frelsugerð. Amen.

LES EISINI  Gud svaraði míni bøn

t. umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina