Bíbliuskeiðið: Fokus varð sett á trúfesti
Farna vikuskiftið var árliga bíbliuskeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Leguhúsinum í Nesvík.
Undir yvirskriftini: “Guds trúfesti og okkara” hittust 120 fólk til áhugaverda undirvísing.”
Jonhard Jógvansson undirvísti um Guds trúfesti út frá Jónasar bók, meðan Jákup E. Petersen undirvísti um: Trúfesti heima, í meinigheitini og i samfelagnum.
Eftir góða og viðkomandi undirvísing, vóru eisini góðir spurningar og viðmerkingar eftir hvønn tíma.
Seinnapartin leygardagin vóru áhugatímar. Onkur broyting var í mun til skránna, so tímarnir vóru:
“Hvar standa vit sum Heimamissión? Hvat kunnu afrikanskar meinigheitir læra tær føroysku? og Hvussu byggja vit sunnar meinigheitir?
Luttakararnir vóru spentir og tóku væl lut í samtalunum aftaná.
Felagsungdómsmøtið var í høllini leygarkvøldið við uml. 360 ungdómum.
Samstundis var hugnaløta fyri luttakarum, sum ikki fóru til ungdómsmøtið.
Sunnudagin var gudstænasta.
Sørvingar gjørdu frálíka matin, sum gleið væl niður um. Takk fyri!
Takk, tit sum hjálptu til og tit sum vóru við til skeiðið.
Um Gud vil og vit liva, verður bíbliuskeið aftur 26.- 29. august 2027.
Undirvísari verður danski presturin, Henrik Højlund. Hann er dansk/norskur, men føddur í Føroyum, tá foreldur hansara vóru prestahjún í Kvívík, árini 1952-1960.



Torleif Johannesen
