Fil. 4,6 eigur fyrsta plássið í ár

YouVersion hevur kunngjørt versið í Bíbliuni, ið brúkarar hava leita mest eftir higartil í ár.

Versið, ið er úr Nýggja Testamenti, er Filippibrævið 4,6: “Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk.”

Fil. 4,6 hevur nú tikið fyrsta plássið. Tað er ein broyting frá Jesaja 41,10, sum hevði fyrsta plássið í trý ár á rað: “Óttast ikki, tí at eg eri við tær, lat ikki hugin bila tær, tí at eg eri Gud tín, eg styrki teg við høgru hond rættlætis míns, eg hjálpi tær og styði teg.”

Í sambandi við kunngerðina segði Bobby Gruenewald, stovnari og forstjóri hjá YouVersion, nøkur orð um týdningin av hesum ráki.

“Í mongum førum stavar okkara stúran frá, at vit royna at bera byrðar, sum vit ikki eru ætlað at bera,” segði Gruenewald. “Tað, at hetta versið er tað mest søkta í ár, vísir, at vit menniskju leita til Gud í bøn og velja at líta á, at hann hjálpir okkum at bera byrðar – og hetta síggja vit eisini í tølunum.”

LES EISINI  Bíblia 2020 - nýtt heimsumfevnandi átak

Kanningin vísir eisini, at í ár er eini øking á 46 prosent í nýtsluni av teirra bønarfunku, har orðini “bøn” og “friður” vóru millum tey mest leitaðu orðini. Bønartoymið fekk áheitanir um forbøn á 20 ymiskum málum, har áheitanin ofta snúði seg um grøðing, fíggjarviðurskifti, familju og stúran.

Størsta framgongdin hevur verið í Mið- og Eysturafrika, tá ið talan er um at lesa og leita í Bíbliuni.

Síðan YouVersion varð sett á stovn í 2008 av Life Church, er forritið tikið niður (downloada) meira enn 875 milliónir ferðir um allan heim. Hetta ger tað til eitt av teimum mest brúktu bíbliuamboðunum um allan heim, skrivar YouVersion á heimasíðuni.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina