Hvat er tað at biðja í Jesu navni?

Tað er ikki óvanligt, at fólk brúka Jesu navn, tá ið tey biðja.

Summi byrja sína bøn soleiðis: – Faðir í himlinum, takk, at eg sleppi at koma til tín í Jesu navni… Onnur enda sína bøn við orðunum: – Í Jesu navni, amen!

Hví gera tey hetta? Hvat merkir Jesu navn fyri okkara bøn? Er tað meir enn frómar málilskur og tóm orð? Ja, tað merkir meir! Hoyr, hvat Jesus sigur við sínar lærusveinar seinasta kvøldið, hann er saman við teimum:

“Og hvat tit so biðja um í navni mínum, tað skal eg gera, til tess at faðirin skal verða gjørdur dýrmettur í syninum. Biðja tit um okkurt í navni mínum, skal eg gera tað” (Jóh 14,13-14).

“Og tann dagin skulu tit ikki spyrja meg um nakað. Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Hvat tit so biðja faðirin um, tað skal hann geva tykkum í navni mínum. Higartil hava tit einki biðið um í navni mínum. Biðið, og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin” (Jóh 16,23-24).

LES EISINI  Hvat sigur tú um tína synd?

At biðja í Jesu navni er at taka við einum rætti, sum Jesus sjálvur hevur givið okkum! Tað merkir trý viðurskifti:

At biðja í Jesu navni er at byggja á tað, sum Jesus hevur gjørt!

Ein kristin hevur einki at krevja hjá Gudi. Tá ið Gud vil hoyra okkara bøn, er tað ongantíð løn fyri nakað, sum vit sjálv hava gjørt. Ikki nakað í okkum sjálvum gevur grund fyri frímóði hjá Gudi. Tað nyttar einki at koma í sínum egna navni. Men vit sleppa at koma í Jesu navni! Jesus hevur uppiborið alla Guds vælvild. Hann vil, at tað frelsuverk, sum hann fullførdi, skal galda fyri okkum hjá Gudi.

At biðja í Jesu navni er at líta á, at Gud tekur ímóti okkum og vil hoyra okkara bøn fyri Jesu skuld!

At biðja í Jesu navni er at boyggja seg fyri Jesu vilja.

Í bønini uppliva vit ofta spenningin millum Guds vilja og okkara egna vilja. Guds vilji gongur tvørtur um okkara ynski.
Ein kristin er kallaður til at avnokta seg sjálvan, taka upp sín kross og fylgja Jesusi. Ein kristin ber “krossin av krossaðum viljum.”

LES EISINI  Lyklapersónurin

At biðja í Jesu navni er at siga: – Faðir í himlinum! Tú hevur hoyrt, hvat eg havi biðið teg um. Lat mína bøn laga seg eftir tínum vilja, og gev mær bara tað, sum er samsvarandi hesum vilja.

At biðja í Jesu navni er at brúka Jesu kontu í himlinum.

Vit eru væl kend við at brúka gjaldskort. Eitt gjaldskort er skrivað út til navnið á ávísum persóni og kann brúkast til at taka út tað, sum til eina og hvørja tíð stendur á kontuni. Jesus hevur eina ófatiliga kontu í Himlinum. Hann hevur atgongd til alla Guds dýrd og ríkidømi. Nú vil hann geva tær lut í ríkdóminum. Tú sleppur at biðja í Jesu navni! Brúka Jesu kontu hjá Gudi. Her liggur alt, tær tørvar. Í tíð og í ævir.

Soleiðis gevur bønin í Jesu navni einum kristnum teir størstu møguleikarnar!

 

Til umhugsanar…
“Teir líta á teg, ið kenna títt navn, tí ikki tú sveikst teir, ið á teg heita, Harri!” (Sl 9,11)

LES EISINI  Reis tey upp, Harri!

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina