Nýtt online skeið um trúgv í familjuni
Tann 3. september verður eitt nýtt og ókeypis online skeið fyri øll foreldur. Tað eru Indre Mission, Luthersk Mission (LM) og Evangelisk Luthersk Mission (ELM) í Danmark, sum í felag standa fyri skeiðinum.
“Luthersk Mission hevur havt skeið um trúgv í familjuni í eina tíð, men tey vilja gjarna náa longri, tí tey hava merkt ein tørv og ein áhuga fyri tí. So tey hava spurt ELM og IM, um vit vilja vera við til at gera eitt online skeið,” sigur Johanne Lund Larsen, sum er landsleiðari fyri familjuarbeiði hjá Indre Mission.
“Vit síggja eina gongd, har ungar familjur hava minni tíð og hava torført við at hava trúnna sum ein virknan part av gerandisdegnum. Tí vilja vit gjarna kveikja undir, hvussu trúgvin kann gerast ein virkin partur av familjunum.”
Seks ymisk skeiðskvøld
Online skeiðið inniheldur 6 skeiðskvøld við hvør sínari yvirskrift:
- Allar kristnar familjur eru ymiskar og skulu vera tað
- Hvat skulu børnini læra?
- Hvussu tilogna børn sær trúnna?
- Tann ítøkiliga upplæringin: Hvussu?
- Um siðvenjur í familjuni
- Tvær stórar avbjóðingar í familjuni
Tú kanst lesa meira um, hvat ymisku skeiðskvøldini innihalda, og hvør undirvísir, á Facebook-síðuni ‘Tro i familien’.
Skeiðið er týsdagar frá kl. 20-21 (danska tíð!!). Man kann fylgja øllum skeiðinum ella velja bert at fylgja við eitt ella fleiri kvøld. Hvørt skeiðskvøld hevur tvey upplegg á 15-20 minuttir. Eftir hvørt upplegg er møguleiki fyri samtalu í 10-15 minuttir. Eftir hvørt skeiðskvøld er møguleiki til at práta við undirvísararnar yvir telefon ella teldupost.
Leinkjur til skeiðið verða lagdar út á Familiearbejde.dk/foraeldrekursus og á Facebook-síðuna ‘Tro i familien‘.
Kelda: Indremission.dk