Dópsins gáva: Tú doyði uttan at doyggja av tí

Ein veldigur gleðiboðskapur bíðar tí, sum vil vita, hvat dópurin hevur at týða. Leif Andersen pakkar dópsins gávu upp.

Tað einfalda evangeliið í dópinum hevur trupult við at koma sær fram í teimum mongu kjakunum um meiningar um dóp, barnadóp ella vaksnamannadóp, dópsritual ella ‘drop-in-dóp’.

– Tað er keðiligt við øllum hesum larminum, tí tað er nakað sakligt og frískt við evangeliinum í dópinum, sum menniskju hava tørv á at hoyra, sigur Leif Andersen, sum er lektari og eftirløntur ferðaprestur og býr í Hvidovre.

– Dópurin hevur fingið stóran týdning fyri meg, orsaka av tí tyngd, sum dópurin hevur í tekstunum í Nýggja testamenti.

Allar tær stóru orðingarnar um frelsuna, sum til dømis syndanna fyrigeving, reinsan fyri synd, endurføðing og Heilagi Andin sum gáva, eru tongd at dópinum.

Bara undantikið sáttargerðin, sum hendir á Kristi krossi.

Siamesiskir tvíburðar

Leif Andersen nevnir ein av høvuðsdópstekstunum í Rómverjabrævinum 6,3-7:

– Tað er ikki av tilvild, at tær málberingar, vit síggja í tekstinum: krossfestur, deyður, jarðaður og upprisin, eru tær somu, sum vit brúka í tí trúarjáttan, vit verða doypt uppá. Tær málberingar, sum verða brúktar um Jesus á páskum, eru tær somu, sum Paulus brúkar um okkum í dópinum. Vit verða krossfest, vit doyggja, vit verða jarðað, og vit rísa upp.

Tað vil siga, at alt tað, sum hendi Kristusi á páskum, verður endurtikið fyri okkum í dópinum.

– Dópurin byggir brúgv yvir fleiri hundrað ár og landafrøðiligar fjarstøður, so eg í dópi mínum fari ígjøgnum krossfestingina og deyðan, jarðarferðina og uppreisnina, eins og Kristus gjørdi í dópinum, greiðir Leif frá.

– Paulus brúkar beinleiðis ta málberingina, at vit vaksa saman við honum í dópinum. Tað er eins og við siamesiskum tvíburðum; verður annar teirra krossfestur, doyr og verður jarðaður, verður hin tað eisini.

Tann fjórði deyðin

Tað er sera nógv innihald goymt í orðingini: “samgrógvin við hann í líkingini við deyða hansara”.

– Vanliga lýsa vit trý sløg av deyða: Tað er tann likamligi, tann andaligi og tann ævigi, men Paulus hevur ein fjórða deyða, nevniliga frelsan. Hann brúkar deyðan sum eitt heiti fyri frelsuna. Paulus tosar um tað sum eina gávu, at tú doyði uttan at doyggja av tí. Tann deyðin, lógin kravdi av tær, tí tú ert ein syndari, er fingin frá hondini.

LES EISINI  Tann doypti er latin í Kristus

– Um Sátan kemur og krevur, at eg í grundini átti at doyð, tí eg eri ein syndari, so svarar dópurin, at eg satt at siga longu eri bæði deyður og upprisin, sigur Leif.

– Kristus vinnur okkum náðina á krossinum, hann rættir okkum hana í dópinum, og vit taka ímóti henni í trúnni.

Tað er tann sama náðin. Tað er ikki soleiðis, at vit hava tvær ‘náðir’, hana á krossinum og hana í dópinum, sigur hann.

Leif nevnir eisini eina aðra gávu, sum menniskju fáa í dópinum. Pætur ápostul tosar nevniliga um dópin sum ein sáttmála um góða samvitsku (1 Pæt 3,21; danska týðingin).

– Mótvegis menniskjum havi eg eina ringa samvitsku, tí eg eri ein syndari. Men av tí at eg í dópinum fari ígjøgnum tað sama, sum Kristus gjørdi, havi eg góða samvitsku mótvegis Gudi. Eg kann lyfta mítt høvur fyri Gudi, rættvísgjørdur og elskaður, uttan ótta.

– Nøkur vilja kanska siga við meg, at eg jú eri ein syndari, men so svari eg: Ja, men eg eri ein doyptur syndari.

Kraftin í Kristi blóði

Tað er enn ein týdningarmikil partur eftir av, at menniskju doyggja saman við Jesusi í dópinum.

– Tað er satt, at Kristus doyði fyri meg á krossinum, men í dópinum verður eisini sagt, at hann doyr við mær.

Tí er dópurin í síni grund tað at fara undir kav, eini druknideyði og ein uppreisn.

Eins og Kristus er upprisin til eitt nýtt lív, soleiðis skulu vit rísa upp og liva tað nýggja lívið, sum Jesus hevur givið okkum, sigur Leif.

Hann útgreinar, hvat meinast við henda druknideyðan.

– Í einum teksti í Nýggja testamenti verður dópurin kallaður “endurføðingarbaðið” (Tit 3,5). Tað merkir í grundini vasking. Syndin verður vaskað av mær, tá eg verði doyptur. Dópurin dugir nakað, sum vanligt vatn ikki dugir.

– Í Efesusbrævinum verður dópurin nevndur ‘vatnbaðið í orðinum’ (Ef 5,26). Tá innsetanarorðini ljóða í dópinum, verður vatnið til nakað annað. Tað rúmar kraftini í Jesu blóði, og tað er bert hendan kraftin, sum er før fyri at tváa syndina burtur, so at hon hvørvur, sigur Leif og vísir á eitt annað poeng í Efesusbrævinum:

LES EISINI  Augsburgska trúarjáttanin VIII: Dópur

– Har stendur, at í dópinum reinsar Kristus kirkjuna fyri at halga hana. Tá eg verði doyptur, verði eg altso ein partur av einum fólki og eini kirkju, sum stendur undir einum sáttmála.

– Alt hetta hendir, fyri at kirkjan kann stíga fram sum lýtaleys og heilag. Dópurin er eitt vakurleikabað, har eg sum ein partur av kirkjuni fái ein vakurleika, sum er Krists rættvísi, sigur Leif.

Havi arvað mína skuld

Tað er torført hjá menniskjum nú á døgum at skilja dópin sum ein druknideyða og eina vasking.

– Okkara máti at útinna dópin ger tað kanska eitt sindur torførari at skilja, hvat hann í veruleikanum er. Vit koyra jú ikki longur fólk undir kav, tá vit doypa tey í fólkakirkjuni. Ístaðin oysa vit undir í vatni, og tað er eisini bíbilskt rætt, men symbolikkurin manglar, og tað er spell, sigur Leif, sum í hesum sambandi kemur inn á barnadópin.

– Vit hava ein bíbilskan rætt at doypa børn, og tað er sera týdningarmikið. Men um ein sigur um barnið, at tað hevur brúk fyri at fáa tváað syndina av, so kennist tað skilaleyst, tí barnið hevur einki gjørt. Tá skulu vit minnast Bíbliunnar talu um arvasyndina; lítla barnið hevur arvað sína skuld. Barnið kann í grundini jú bara doyggja, tí at tað hevur arvað syndina og deyðan frá okkum. Tí ‘løn syndarinnar er deyðin’, sum tað stendur í Rómverjabrævinum, sigur Leif.

Tað sum veruliga hendir

Leif leggur dent á, at dópurin biður um trúgv og ikki neyðturviliga um kenslur.

– Pætur ápostul sigur í Ápostlasøguni, at vit skulu lata okkum doypa til syndanna fyrigeving (Áps 2,38). Dópurin snýr seg um, hvat ið veruliga hendir, at eg fái syndanna fyrigeving, og ikki um, hvat eg upplivi.

– Dópurin er eins og náðin; tað er ikki nakað, sum eg merki. Tað er nakað, sum eg trúgvi.

Eg kann heldur ikki merkja Krists deyða fyri meg. Eg kann ikki føla, at eg eri endurføddur í dópinum. Eg kann ikki føla, at eg eri rættvísgjørdur fyri Gudi. Eg kann hendinga ferð føla, at eg verði halgaður, men tað verður so fjalt í eini vaksandi syndakenslu. Í dópinum er tað, sum við tí mesta í evangeliinum, at vit mugu trúgva tí, sum vit ikki kunnu síggja ella føla, strikar Leif undir og vísir á, hvør trúgv skal til fyri at grípa dópsins evangelium.

LES EISINI  Gev teg yvir

Trúgv eins og barnið

– Jesus sigur, at um vit ikki taka ímóti Guds ríki eins og eitt lítið barn, koma vit ikki inn í tað. Trupulleikin er ikki, um barnið kann trúgva sum eg, men um eg kann trúgva sum barnið.

Tað er frælsi í bara at taka ímóti sum barnið. Tað er ikki talan um eina vitborna trúgv, men bara um at taka ímóti. Tað er sum tollarans trúgv, sum einki megnar og ikki kann útinna nakað.

Hann hugsar eitt sindur um pástandin, at menniskjað ikki kann falla út úr dópsnáðini.

– Tú kanst gott falla út úr dópsnáðini. Tað er ikki soleiðis, at dópurin verður ógyldugur og tú missir hann, men hann kann ikki frelsa teg, um tú ikki vilt frelsast. Gildið av dópinum kann eg ikki missa. Tað merkir, at um eg hava livað sum vantrúgvandi og so seinni komi til trúgv, so skal eg ikki doypast umaftur, leggur Leif dent á.

– Dópurin er gildugur, og hann verður verandi í gildi, men eg eri glataður, um eg ikki vil koma til Kristus.

Hvørki dópurin ella Kristi krossur kunnu frelsa eitt menniskja, um tað ikki vil hava nakað við Jesus at gera.

Áðrenn títt stríð byrjaði

Hinvegin kann evangeliið í dópinum vera ein uggi fyri tað menniskjað, sum kennir, at lívið er myrkt.

– Dópurin kann siga: Áðrenn tú byrjaði títt stríð, lá tú í Guds favni. Tú gjørdist eitt Guds barn. Tað er ikki avgerandi, at tú ikki sjálvur merkti nakað til tað, men at tað veruliga hendi. Kristi blóð er galdandi, staðfestir Leif Andersen.

 

Skrivað hevur Anette Ingemansen í blaðnum Impuls nr. 4 – 2019.
Torfinn Jacobsen týddi við loyvi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina