Tann doypti er latin í Kristus
“Tí at tit eru øll Guds børn við trúnni á Krist Jesus. Tí at tit, so mong sum eru doypt til Krists, tit hava íklæðst Krist. Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur maður, her er ikki kallur ella kona; tí at tit eru øll ein maður í Kristi Jesusi. Men um tit hoyra Kristi til, tá eru tit eisini avkom Ábrahams, arvingar eftir fyrijáttan” (Gal 3,26-29).
Dan Eliassen skrivar:
Hesi versini siga okkum rættiliga greitt, hvussu vit gerast Guds børn. Tað verða vit við trúnni á Krist Jesus. Men Paulus grundgevur eisini fyri, hví vit eru Guds børn við trúnni á Krist Jesus. Hann sigur, at tað er, tí at vit, so mong sum eru doypt til Krists, vit hava íklæðst Krist. Og fyri at undirstrika hetta leggur hann aftrat, at her er eingin munur á Jøda ella Grikka, heldur ikki um tú ert trælur ella frælsur, ella um tú ert maður ella kona; tí at øll hesi, bæði Jødin og Grikkin, trælurin og tann frælsi, bæði maðurin og konan, eru øll ein maður í Kristi Jesusi.
Vit eru ílatin Jesus
Hvussu kann hetta bera til? Jú, tí at tey øll eru við dópinum til Kristus latin í, ella klødd í Kristus (27. vers). Tað merkir, at tá ið Gud nú sær meg og teg, sum eru doypt til Krists, so sær Gud Kristus Jesus. Tí at vit eru latin í Jesus. Hetta er ikki nakað, sum sæst við okkara vanligu eygum. Men Gud sær tað soleiðis, og tí sigur Paulus í Titusarbrævinum 3,5: “Men tá ið góðska og mannakærleiki Guds, frelsara várs, vórðu opinberað, frelsti hann okkum, ikki fyri rættferðar gerninganna skuld, sum vit høvdu gjørt, men av miskunn síni, við baði endurføðingar og endurnýggjanar í Heilagum Anda”.
Hvat er tað fyri bað, sum endurføðir og endurnýggjar í Heilagum Anda? Ja, tað er ikki nógv at ivast í. Dópurin til Kristus Jesus. Líka sum Gud gevur Heilaga Andan ígjøgnum orðið, soleiðis ger hann tað eisini ígjøgnum dópin ella baðið.
Í Guds ríki skalt tú ikki hava gjørt teg fortjentan til náðina.
Tað verður ikki sett ein treyt fyri, at tú í minsta lagi mást vita so og so nógv, áðrenn tú kanst gerast eitt Guds barn.
Hetta er heldur ikki nakað nýtt. Soleiðis var tað eisini í Gamla testamenti. Átta dagar gamalt skuldi dreingjabarnið umskerast. Var tað ikki umskorið áttanda dagin, hevði barnið brotið sáttmálan, hóast tað einki kundi gera fyri tí sjálvt (1 Mós 17,9-14).
Soleiðis sær Gud uppá tað, og tí síggja vit eisini, at tá ið Móses verður sendur av Gudi úr Midianslandi til lyftisfólkið, ísraelsfólk í Egyptalandi, so er hann um at missa lívið, av tí at hann ikki hevur umskorið son sín (2 Mós 4,20-26).
Umskeringin og dópurin
Hetta sama síggja vit eisini, tá ið ísraelsfólk skal inn í tað lovaða landið. Tá tey hava gingið í oyðimørkini í 40 ár, nú eru ein rúgva av ísraelsmonnum, sum ikki eru umskornir og sum tí mugu umskerast, áðrenn teir kunnu sleppa inn í tað lovaða landið (Jós 5,2-9).
Hví? Tí teir høvdu brotið sáttmálan (sambært 1 Mós 17). Men legg merki til, at Gud ikki koyrir teir frá sær við tað sama, men letur teir ganga í 40 ár saman við lyftisfólkinum, áðrenn umskeringin verður kravd av teimum, og bara við at teir lata seg umskera, eru eisini teir við.
Men hvat hevur hetta við okkum í dag at gera? Hevur umskeringin nakað við dópin at gera? Ja, soleiðis sær tað út. Í Kolossubrævinum 2,11-12 sigur ápostulin Paulus soleiðis: “Í honum (altso í Kristi) eru tit eisini umskornir við umskering, sum ikki er gjørd við hond, við úrlating úr holdslikaminum, við umskering Krists, av tí at tit vórðu grivnir við honum í dópinum, sum tit eisini vórðu uppreistir í saman við honum við trúnni á Guds kraft, sum reisti hann upp frá deyðum”.
Vit eru umskorin á tann hátt, at vit í dópinum verða latin í Jesus (sambært Galatabrævinum 3,27). Tá ið eg eri latin í eina úlpu, so sært tú úlpuna.
Og tá ið vit eru latin í Jesus, og Gud hyggur at okkum, so sær Gud Jesus.
Sum sangurin sigur: “Tá hann nú meg sær, hann sær meg ikki, sum eg var, men hann sær Jesus.” Og av tí at Jesus varð umskorin, so sær Gud tað soleiðis, at vit, sum eru doypt til Krist, eru umskorin við umskering Krists (Kol 2,11b).
Uttan trúgv nyttar alt einki
Hetta er stórt. Men uttan trúgv nyttar hetta alt einki. Tað síggja vit, tá ið Jesus sigur: “Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða dømdur” (Mark 16,16). Her sigur Jesus, at um tú ikki trýrt, gagnar dópurin tær einki.
Tí er tað alneyðugt, at tað barnið ella tann vaksni, sum verða doypt til Krist Jesus, eisini verða upplærd í trúnni á Jesus Krist. Tann vaksni má enntá verða upplærdur í trúnni og trúgva, áðrenn hann kann verða doyptur (sambært Ápostlasøguni 8,37). At vit støðugt hoyra gleðiboðskapin boðaðan, er alneyðugt, um trúgvin skal yvirliva. Tí at tað er tað, sum trúgvin livir av; at hoyra gleðiboðskapin um Jesus. Sum Jesaja sigur í Jesaja 55,3: “Leggið oyru tykkara við, komið til mín og hoyrið, tá skulu sálir tykkara liva…”
Greinin varð prentað í Trúboðanum nr. 4/2015