Kirkjudagur í Húsavík í morgin
Sandoyar prestagjald fær vitjan úr Noregi í morgin, leygardagin 14. september. Hetta er eitt tiltak fyri kirkjuráð, kirkjutænarar og hjálparfólk, og tað verður sóknarpresturin Sverre Elgvin Lied, sum eisini er PhD, ið kemur at undirvísa. Evnið verður “gudstænastan í fornkirkjuni og gudstænastan í okkara tíð”. Byrjað verður við andakt í Húsavíkar kirkju klokkan 9.30.
Klokkan 15.00 verður almennur fyrilestur í Sólarris við evninum: “Hin heilaga kvøldmáltíðin”. Øll eru vælkomin til henda fyrilesturin.