Fólkakirkjan – fjølmangir møguleikar

Fólkakirkjan (annar partur) 

Kirkjuráðið verkligur og andaligur myndugleiki
Fólkakirkjan er sum kirkja Guðs og fólksins. Innihaldsliga er hon sum Kristi kirkja ankrað í teimum heilagu skriftunum, Bíbliuni og játtanarritum fólkakirkjunar. Í triðja parti verður tann andaligi parturin av uppgávu kirkjuráðsins umrøddur.

Bygnaðarliga er tann verkligi parturin av myndugleika kirkjuráðsins festur í tí kirkjuligu skipanini, ið er fólkaræðisliga løgfest av Løgtinginum í lógar- og regluverki fólkakirkjunnar. 

Tað eru neyvan øll, ið geva tí gætur, at kirkjuráðið er ein týdningarmikil myndugleiki. Áður ráddi fatanin, at kirkjuráðið einans var stuðul hjá presti, og annars mest at rokna sum húsavørður. Uppgávan var burturav at taka sær av kirkjuni / bygninginum og teimum praktisku uppgávunum hjá kirkjuliðinum.  

Eyðvitað finst ein farri av hesi fatanini enn. Tíbetur, kunnu vit siga, tí prestur (m/k) ger einki einsamallur uttan mun til, hvussu dugnaligur hann er. Í kirkjuni sum í samfelagnum annars er tíðin farin frá hugsanini, at verkið er einmans avrik. Hugsanin, at vit avrika sum eitt lið, er væl fremri í tilvitan og medviti. 

Í lógarverki kirkjunnar eru kirkjuráðini ein virðismikil og sjálvstøðugur staðbundin myndugleiki. Hetta gevur kirkjuliðinum og hinum einstaka liminum í kirkjuni fleiri møguleikar at troyta, um onkur nýhugsan skal til ella ábøtur fremjast. 

Sjálvbodnar hendur til fjølbroytni
Tað er neyðugt í einum fólkaræði, at fleiri koma til orðanna, og at fleiri hendur taka lógvatak saman. Tað er sera gott, um limir fólkakirkjunnar kenna ábyrgd og bjóða fram sína vitan, evnir og orku og fara til verka í samvinnu við kirkjuráðið á staðnum.

LES EISINI  Samkirkjudagar á Sandoynni komandi vikuskifti

Kirkjan verður breiðari, jú fleiri eru um at lyfta uppgávurnar í felag. Kenslan av kirkjuni sum felagsogn stimbrar medvitið, so enn størri ídni kann verða lagt í tær andaliga og handaligu uppgávurnar í kirkjuni og rundan um kirkjuna. Staðbundna kirkjan er ogn hjá limum fólkakirkjunnar í kirkjusóknini. Eftir skipaðum viðurskiftum tænir hon sum almenn kirkja menniskjum, ið ikki eru limir í fólkakirkjuni. Kirkjan er partur av almennari mentan, og hon skal vera eitt týðandi klípi til sinnisliga lívgan.

Limanna møguleiki og avmarking
Tað er umráðandi, at limirnir í kirkjusóknini koma á tal við kirkjuráðið, tá ið kirkjulig mál eru til umrøðu ella kirkjulig tiltøk ynskjast sett á skrá. Samskifti um kirkjulig mál økir um kunnleikastøðið hjá øllum pørtum. 

Fyri tað mesta eru tað kirkjuráðið, kirkjutænarar og prestar, ið beinleiðis andaliga og handaliga taka sær av tí staðbundnu kirkjuni í sóknini. Fleiri eru tey tíbetur, ið manna garð um kirkjuliga lívið á staðnum. Onkuntíð sakna vit hugsjónarliga breidd í arbeiðinum við verkligum førleikum.  

Í kirkjuni er rúmligt, og longu nú ber til at bjóða seg fram. Gagnligt er, um vit, ið vara av kirkjuni, bjóða øðrum við í arbeiðið. Ynskiligt er, at enn fleiri bjóða seg fram til tænastu í kirkjuliðinum.

Sjálvsagdi møguleikin til virknan leiklut í fólkakirkjuni liggur í okkara egnu kirkjusókn. Har vit búgva og hoyra heima, kunnu vit bjóða okkum fram og virka til frama fyri fjøldina. Í øðrum kirkjusóknum skipa onnur fyri og ráða fyri borgum.

LES EISINI  Sóknarprestarnir á námsferð í DK

Landafrøðiligar ásetingar og avmarkingar
Fólkakirkjan í Føroyum er býtt upp í eindir, ið eru landafrøðiliga avmarkaðar. Kirkjusóknin er ein tílík eind, ið fólkaræðisliga verður skipað og stjórnað av limum kirkjunnar, ið búgva á staðnum. 

Fólk í einari kirkjusókn hava avmarkaðar møguleikar í aðrari kirkjusókn. Tvey dømi verða nevnd, galdandi øll øki. Fólkið í Glyvra kirkjusókn hevur avmarkaðar møguleikar at gera seg galdandi í kirkjunum í Sandoynni. Og fólkið á Strondum hevur avmarkaðar møguleikar at gera seg galdandi í Vestmanna. 

Hetta merkir tó ikki, at vit eru óynskt á støðum, har vit vitja ella koma framvið. Tvørturímóti eru øll altíð og allastaðni vælkomin innum kirkjugátt.

Rætturin at seta krøv er staðbundin
Mín rættur at ávirka og seta krøv er staðbundin. Míni krøv til fólkakirkjuna, sum veruliga kunnu muna í kirkjuligu skipanini, mega koma gjøgnum teir løkir, ið vella úr mínum heimliga kirkjuliga jørðildi. Gjøgnum mína sóknarkirkju kann eg ávirka fólkakirkjuna í Føroyum. 

Tó, øll kunnu altíð tosa um viðurskifti og gera viðmerkingar til tað, ið rørist í almennu fólkakirkjuni. Eisini almenna orðaskiftið í miðlunum kann vera upplýsandi og kveikjandi. 

Tað gagnar eisini, at vit sjálvi geva eitt íkast til heildina og fara til verka. Ein gyltur møguleiki er fjórða hvørt ár, tá ið val er til kirkjuráðið. 

Orð søgd við rætta viðkomandi í røttum kørmum kunnu flyta fjøll. Og kirkjuráðið er í mongum førum myndugleikin. 

Lykilin til samskifti
Ynskja vit ábøtur í okkara egnu kirkjusókn, mega vit tosa við sóknarprestin og kirkjuráðið. At vera kirkja og reka kirkjuna er ein staðbundin uppgáva. Alt, ið nemur kirkjuna á staðnum, er staðbundið.

LES EISINI  Felagsgudstænasta verið í Lívdini

Kirkjan er fyrst og fremst Guds, og kirkjan er fólksins. Staðbundna kirkjan er júst tað, ið vit gera hana til. Møguleikarnir er fjølmangir.

Øll eru vælkomin at tosa við biskupin um kirkjumál. Formelt at tosa við biskupin um eitt staðbundið kirkjulið ber valla á mál uttan so, at forkvinnan / formaðurin í kirkjuráðnum er til staðar. 

Biskupur tosar altíð við forkvinnuna / formannin í einum kirkjuráði. Biskupur hevur ikki heimild at leggja seg út í kirkjuliga arbeiðið í eini ávísari kirkjusókn. 

Biskupur hevur tað meginreglu einans at tosa við røttu viðkomandi um ítøkilig mál. Tey røttu viðkomandi í hesum føri eru forkvinnan/formaðurin í kirkjuráðnum og sóknarpresturin.

Tað er ikki rætt av biskupi, um hann óskipað tosar um ítøkilig mál við allar kirkjuráðslimirnar. Tað er neyðugt hjá biskupi fyrst og fremst at tosa við forkvinnuna/formannin í kirkjuráðnum, tí sjálvt í kirkjuráðnum eru nógvar áskoðanir. Soleiðis eru viðurskiftini og skipanin í einum fólkaræði. 

Varislig krøv til sjálvboðið arbeiði 
Kirkjuráðslimirnir gera í síni frítíð eitt tíðarkrevjandi, virðismikið og sjálvboðið arbeiði í kirkjuni. Biskupur hámetir hesa tænastuna. 

Biskupur mælir til, at vit, tá ið krøv verða sett, orða okkum hóvliga og varisliga. Mær tykir, at virðingin fyri tí sjálvbodna arbeiðinum er rímilig og nøktandi.

Kirkjan og kirkjuliðið eru Guds. Okkum er litið í hendi sum ábyrgdarar at røkja hana.

Kelda: Folkakirkjan.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina