Jólahalleluja – ein jólasangur
Signar á Reynatrøð hevur skrivað ein jólasang. Her syngur bíbliubólkurin hjá monnunum í Leirvík sangin. Tekstin finnur tú niðanfyri.
Eg syngja vil um lítlan drong,
ið sonur var til mætan kong,
hann borin varð í heimin jólanátt.
Profetar høvdu boðað frá,
Guðs orð nú lá á krubbustrá,
og andi mín tí syngur halle- halleluja.
Maria kom til Betlehem,
og Jósef spurdi mangar menn,
men eingin vildi geva teimum rúm.
At enda fingu tey eitt fjós,
og inn í myrkrið kom eitt ljós,
Guðs sonur føddur varð har, halle- halleluja.
Og einglasongur var í nánd,
tá hirðar tóku stav í hond,
teir óttafullir fingu gleðiboð.
Í smáttu fóru teir avstað,
har náttin var til kláran dag,
tí frelsaran teir funnu, halle- halleluja.
Úr Eysturlondum komu menn
at finna kong í Betlehem,
ein stjørna fylgdi teimum alla leið.
Teir ofraðu tá myrru, gull,
av roykilsi var smáttan full,
og dýrdin fylti rúmið, halle- halleluja.
Eg veit, hann kom at frelsa meg,
hans kongablóð rann fyri teg,
tá timburmaður negldur varð á kross.
Hann syndir mínar á seg tók,
mítt navn er við í lívsins bók,
og andi mín tí syngur halle- halleluja.
Orð: Signar á Reynatrøð
Lag: Jóhan Edvard Fuglø (sáli)