Heimamissiónsungdómur við nýggjum lagi

Seinasta árið hevur Heimamissiónsungdómur leypandi givið út løg við egnari tulking. Í dag er fjórða lagið útgivið. Hoyr lagið her.

Í ár 1680 skrivaði týski yrkjarin, Joachim Neander sangin Lobe den Herren, den mächtigen König der Ehren, sum í 1863 varð umsettur til Praise to the Lord, the Almighty.

Joachim Neander livdi eitt stutt lív – frá 1650 til 1680 – men hann gjørdist ein av teimum týdningarmestu sálmaskøldunum í týskari kirkjusøgu. Hann doyði bert 30 ára gamal, men eftir hann stendur ein av teimum mest kendu lovsálmunum í kristna heiminum.

Sálmurin er ein lovsongur til Guð, har Neander lýsir Harran sum tann máttmikla kongin, skaparan og tann, sum heldur øllum lívinum uppi. Hann er serliga kendur fyri sína sterku myndamáling úr náttúruni og fyri at minna menniskjað á, at alt gott kemur frá Guði.

Nakað av tí serliga við sálminum er, at hann ikki bara er ein stillur og inniligur bønarsálmur. Hann er stórbærur, hátíðarligur og fullur av gleði. Hann kallar menniskju og alla skapanina at lova Guði. Tí hevur hann eisini fingið eina so sterka og hátíðarliga lagseting, sum ger, at hann framvegis verður sungin í kirkjum um allan heim.

Hendan sangin hevur Heimamissiónsungdómur endurútgivið við egnari útgávu, hóast lagið framstendur tignar- og hátíðarligt, eins og áður.

Luttakandi í hesum verkinum eru:

Anton í Liljudali – Kassagittari, vokal, banjo, pedal steel og framleiðsla 
Fríðunn í Liljudali – vokal 
Teitur Poulsen – vokal 
Jóhanna Sámalsdóttir – vokal 
Hedvig Davidsen – vokal 
Dávid Olsen – trummur 
Ámundur Berthelsen – slagverk 
Jónas Thomsen – bass 
Rógvi Jacobsen – kassagittari 
Einar Poulsen – el-gittari 
Hallur Reynslág – ljómborð 
Salomon Skorastein – klaver 
Egin Tollakson og Símun Dam – framleiðsla & ljóðbland

Drew Lavyne, ið er fleirfaldaður Grammy-vinnari, stendur fyri mastering á frumbandinum.

Lagið kann hoyrast omanfyri.