10 orð eg ongantíð gloymi

Søren Rønn

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Sum tað hevur stóran týdning at okkara kristni felagsskapur vísir kærleika og stuðul til kvinnur, sum eru við barn og í einari truplari støðu. Tað er ikki nokk at vit hugsa vinaligar tankar.

Tað er áhugavert, hvussu nakrar samrøður og hendingar verða goymdar, so vit minnast tær restina av lívinum, samstundis sum flestu samrøður verða gloymdar mest sum beinan vegin. Tað eru fleiri ár síðan eg hevði eina samrøðu, sum eg ofta hugsi um. Tað var ein stutt samrøða, og burtur úr henni minnist eg bara ein setning. Men eg minnist hann so væl, at eg havið hugsað um hann hvørja viku í tíggju ár.

“Eingin segði til lukku, tá ið eg bleiv við barn”.

Orðini átti ein kvinna, sum var ung, tá ið hon bleiv mamma. Og hon segði hetta, vísandi til eina kristna meinigheit. Hon var rólig og ikki óð tá ið hon segði hetta. Hon hevur, mær vitandi, ikki tikið frástøðu frá meinigheitini, og tað síggi eg sum eitt undur.

LES EISINI  Hvat er tað, sum verður aborterað?

Sum eg bleiv óður og keddur, og eg blívi tað aftur nú, tá ið eg endurgevi samrøðuna. Eg kenni í roynd og veru fólk úr júst hesari meinigheitini. Empatisk og hjartalig fólk. So hví fekk ein ung kvinna, sum var blivin óætlað við barn uttan fyri hjúnalag, ikki stuðul og góð ynskir, men í staðin kulda og frástøðu?

Tað er ikki trupult at hugsa sær til, hvørjar spurningar hon spurdi eg sjálva. Vóru umstøðurnar veruliga so, at til lukku ikki hoyrdi heima har? Er eitt slíkt barn ikki at gleðast um? Er sex uttanfyri hjúnalag ein so stór synd, at kærleiki og umsorgan mugu víkja? Og svarið er sjálvandi nei, nei og nei. Men hvussu skuldi hon vita tað?

Nú verður aftur kjakast um fosturtøku, og nógv kristin hava sterkar meiningar um evnið. Eisini eg.

Her er ein týdningamikil tíðindastubbi til tey, sum eru góðtrúgvin og seint fatandi: Kristin hava sex uttan fyri hjúnalag. Ung kristin fáa framt fosturtøku. Hetta siga hagtølini úr m.ø. USA og hví skuldi tað verið øðrvísi í Danmark? Tað hevur alstóran týdning, at okkara kristni felagsskapur vísir kærleika og stuðul til kvinnur, sum eru við barn í einari truplari støðu. Tað er ikki nóg mikið, at vit hugsa vinaligar tankar. Vit mugu seta orð á, hvussu vit ætla okkum at bera okkum at, um ein okkara kemur í hesa støðu – áðrenn tað hendir. Tað má eingin ivi vera um, at viðkomandi er vælkomin, elskað, fevnd og hjálpt, um tað skuldi hent.

LES EISINI  Norðurírsk jarðarmóðir: - Hevði sagt upp, um eg varð noydd at vera við til eina fosturtøku

Um ein kvinna fær framt eina fosturtøku orsaka av fordøming í meinigheitini ella óttanum fyri fordøming, hevði tað verið ófyrigeviligt – um ikki Jesus eisini kundi fyrigivið dømandi og villleiddum trúgvandi.

Hendan læran kann flytast til nógv onnur etisk og menniskjalig viðurskifti. Hvussu vit tosa við og um tey, sum eru í einari viðkvæmari støðu, eigur at vera eitt áhaldandi samrøðuevni í kristnum høpi. Og okkara kærleiki eigur stutt sagt at noyða okkum burtur úr óttanum fyri at vísa nærleika og umsorgan.

Fólk kunnu ikki gita, at vit ikki døma tey. Fólk kunnu ikki gita, at vit elska tey.

Kærleiki er bara kærleiki í verki.

Rósalind Olsen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina