200 menn hugna sær í Nesvík
Hetta vikuskiftið er mannfólkavikuskifti í Nesvík.
Umleið 200 mans úr øllum landinum settu stevnu í Leguhúsinum fríggjakvøldið 13. septembur.
Nógv er á skránni. Áhugaverdir bíbliutímar við Jens Ole Christensen úr Danmark, sum hevur undirvíst um Fjallaprædikuna.
Fríggjakvøldið varð borðreitt við sera vælsmakkandi turrari grind, turrum fiski og spik.
Seinnapartin leygardagin hevði Heini í Skorini ein áhugavedan tíma um “Ísrael og Palestina: Kríggj og friður í 100 ár.”
Vit hava spurt nakrar luttakarar, hvat teimum dámar best við mannfólkavikuskiftinum.
Henry Christiansen, Leirvík: Undirvísingin hevur verið sera góð, og tað sosiala hevur eisini stóran týdning.
Ellintur Abrahamsen, Fuglafjørður: Bíbliutímarnir hava verið sera góðir. Eg sakni bólkaarbeiðið eftir bíbliutímarnar, sum tað var tey fyrstu árini.
Andras Hansen, Skála: Eg haldi alt er gott. Mær dámar væl at práta við fólk, so samveran hevur stóran týdning fyri meg. Eg haldi eisini, at bíbliutímarnir hava verið sera góðir.