3.905 jólagávur úr Føroyum til Moldova
Sum føroyska íkastið í tí, sum verður nevnt “heimsins størsta jólatiltøk fyri børn”, sendi Christmas Child Føroyar í síðstu viku 3.905 skógvaeskjur við jólagávum til fátæk børn av landinum. Tiltakið hevur fleiri ár á baki, og tendensurin seinastu árini heldur fram, at talið av innkomnum skógvaeskjum minkar.
Skipafelagið flutti um vikuskiftið skógvaeskjurnar til Onglands, har tær verða kannaðar og síðani umskipaðar til ferðina til Moldova. Í fleiri ár eru skógvaeskjurnar úr Føroyum farnar til børn í Rumenia, men orsakað av formligum óvissum viðvíkjandi Brexit gjørdi nevndin í Englandi av at senda skógvaeskjurnar til Moldova í ár. Støðan í Moldova líkist á mangar mátar støðuni í grannalandinum Rumenia.
Nevndin fyri Christmas Child Føroyar takkar hjartaliga fyri tær 3.905 jólagávurnar til fátæk børn í Moldova. Umframt gevarunum takka tey eisini Skipafelagnum og øðrum flutningsfeløgum fyri beinasemi. Samstundis ásanna tey, at talið er lækkað seinastu árini, hóast føroyingar lata nógvar gávur í mun til fólkatalið, samanborið við onnur lond. Í fyrraárið var talið í Føroyum 4.373 og í fjør 4.064 skógvaeskjur. Nevndin hevur umrøtt, hvat gerast kann fyri at venda gongdini, og væntandi fara onkur hugskot at síggjast aftur, tá fyrireikingarnar til tiltakið byrja næsta ár.