7 Dates” aftur í vetur”

Aftur í vetur skipar Heimamissiónin fyri 7 Dates fyri hjún. Tiltakið er ætlað sum eitt amboð til at varðveita og uppbyggja hjúnalagið, og tað er eisini sjey kvøld til at hava tað hugnaligt saman sum hjún.

– Endamálið við “7 Dates” er at stimbra hjúnalagið við at geva pørum góð amboð til at menna ein sunnan og sterkan felagsskap gjøgnum lívið. Hetta er eitt tiltak, sum øll pør kunnu luttaka á og fáa ágóðan av, og eru sjey kvøld, har hjún hugna sær saman, sigur Marjan Nielsen barna- og familjuráðgevi hjá Heimamissiónini.

Sjey ymisk evni
Sum heitið leggur upp til, so er “7 Dates” deilt upp í sjey kvøld, har hjúnini eru saman um sjey ymisk evni:

  1. At byggja upp eitt sterkt grundarlag
  2. Kynstrið at samskifta
  3. At loysa trætur
  4. Mátturin í fyrigeving
  5. Foreldur og verforeldur
  6. Eitt gott kynslív
  7. Kærleikin í verki

Skeiðini eru gevandi og mennandi, har hjún kunnu lata dyrnar upp fyri eini nýggjari verð.
Skeiðini verða hildin í Klaksvík og á Toftum, men fólk aðrastaðni frá eru sjálvandi vælkomin at luttaka. Byrjað verður aftaná heystfrítíðina.

Klaksvík: Marjun og Andras Biskopstø, tlf: 441212/261212, andrassb@olivant.fo

Toftir: Jóhanna og Janus Thomsen, tlf: 590049/442002, thomsenjohanna@gmail.com

Tekningarfreistin er 20. oktober, og kostnaðurin er 800 krónur fyri parið.