Meira enn 1.000 børn og ung á legu í summar
Við ungdómsleguni 17+ vikuskiftið 14 – 16 august er eitt ríkt og væleydnað legusummar komið at enda. Tilsamans hava 1.055 børn, juniorar og ung luttikið á legum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í summar.
799 børn og juniorar hava verið á Simba- og juniorlegum, 117 ung á Ungdómsleguni og 139 á 17+ leguni. Aftrat hesum koma luttakarar á familjuleguni og tey mongu sjálvbodnu, sum hava verið við alt summar.
Serliga gleðiligt var tað, at ein nýggj lega varð sett á stovn í Dali. Í vøkrum og friðsælum umhvørvi savnaðust børn og leiðarar í Eiriksgarði til dagar við bíbliutímum, sangi, spæli og góðum felagsskapi. Legan endaði við familjuguðstænastu í Dals kirkju, har foreldur og systkin vóru boðin við. Nýggja legan fekk eina sera góða byrjan, og nógv gleðast um, at Dalur nú aftur er legupláss.
Á Simbalegunum hava børnini í ár hoyrt um kongar og drotningar í Bíbliuni. Gjøgnum frásagnir, sang, spøl og annað virksemi hava tey lært, hvussu Gud hevur virkað gjøgnum menniskju, og hvussu søgan vísir fram ímóti Jesusi Kristi, hinum fullkomna konginum.
Summarið hevur annars verið fult av góðum upplivingum kring alt landið. Leguluttakarar hava verið á útferðum, svimjitúrum, postarenningum og øðrum aktivitetum, nøkur hava fingið nýggjar vinir og vónandi øll nógv góð minnir við sær heim.
Á leguni á Giljanesi varð ein stutt video gjørd, sum gevur eitt innlit í lívið á leguni. Videobrotið kann síggjast niðanfyri.
Hjartans tøkk til øll tey mongu sjálvbodnu, sum hava brúkt tíð, orku og førleikar til at tað ber til at hava legur eisini í ár! Leiðarar, hjálparfólk, køksfólk, talarar, tónleikarar og mong onnur hava verið við til at skapa tryggar karmar og góðar upplivingar fyri børn og ung.
Men mest av øllum takka vit Gudi fyri summarið. Fyri varðveitslu, gleði, felagsskap og tær mongu ógloymandi løturnar, sum luttakarar og leiðarar hava upplivað saman.
Carsten Fonsdal Mikkelsen



