Aftur til forsíðu

97 ára gamli bilførarin hjá Ørkini

Mynd: Torleif Johannesen

97 ára gamli bilførarin hjá Ørkini

Tá eg enn einaferð hava vitjað á Ørkini í Reykjavík og havt møtir har, má eg skriva nøkur fá orð um mín trúgva vin, forbiðjara, trúar- og starvsfelaga, Jens Pétursson.

Hann hevur als ikki biðið um hesi orð og dámar tað kanska heldur ikki, men eg geri tað kortini. Á grøvini hoyrir Jens tey ikki.

Jens Pétursson, ættaður av Nesi í Vági, er ein kendur og hátt virdur persónur av mongum og av okkum, sum vitja á Ørkini í Reykjavík og sum eru virkin í kristiliga arbeiðinum har.

Hann er føddur í 1922 og kom til Íslands at arbeiða undir seinna heimsbardaga. Hóast konan Maja, var úr Hovi, so búsettust tey í Íslandi eftir giftarmálið í 1950. Tey fingu fýra børn. Eftir kríggið og fram til 1968 sigldi Jens við íslendskum trolarum. Eftir tað hevur hann verið heimamaður og hevur havt ymisk størv. Hann arbeiddi í fleiri ár eftir pensjónsaldur.

Maja og Jens búðu fyrst á Akureyri og fluttu síðan til Reykjavíkar. Síðani búði tey í Hafnarfirði, har Maja andaðist í 2007. Nýliga er Jens fluttur í íbúð í Reykjavík.

Virkin fólk

Jens og Maja hava verið nøkur av virknastu persónunum í Reykjavík, tá ræður um kristiliga arbeiðið, sum Føroyska sjómansmissiónin hevur gjørt har. Jens luttók á møtum á Sjómansstovuni í Skúlagøtu, heilt frá tí hon lat upp í 1958.

Tá hann fór í land at arbeiða, gjørdist hann meiri virkin og sat í leiðsluni í áratíggju. Hann hevði eisini ein stóran leiklut, meðan núverandi sjómansheim Ørkin var í gerð, og til tað lat upp í 1991. Síðani hevur Jens verið ein av ídnastu hjálparfólkum til viðlíkahald og annað arbeiði á Ørkini. Eisini hevur hann verið – og er enn ein av trúgvastu og ídnastu luttakarum til møtir og onnur tiltøk, sum eru á Ørkini. Hann hevur eisini luttikið í øðrum kristiligum arbeiði í Reykjavík.

Maja kom fast í sjómanskvinnuringin, sum bæði var virkin í samband við byggingina av Ørkini og aftaná. Hon var forkvinna í ringinum í mong ár, til hon ikki orkaði meiri.

Ein fyrimynd

Jens er ein fyrimynd á mongum økjum. Hann er sera fyrikomandi, fryntligur, hjartagóður og er livandi upptikin av, hvussu fólk hava tað – ikki minst andaliga. Hann vil fegin hjálpa. Bønin hevur stórt pláss í lívi hansara saman við bíbliuorðinum og vitnisburðinum í orði og verki.

Hóast hann fylti 97 ár í summar, so koyrir hann bil. Ja, hann er ólønti bilførarin hjá Ørkini, tá tað ræður um at koyra fólk til og frá møtunum. Harafturat leiðir hann tey eldru, sum eru fleiri ár yngri enn hann, til og frá bilinum og til og frá Ørkini. Ein sannur “gentlemaður”. Jens er óvanliga væl fyri bæði fysiskt og mentalt í mun til sín aldur. Hann hevur eisini humor og er sera skemtingarsamur. Tí er tað bæði stimbrandi og stuttligt at vera saman við honum.

Árni, Jens, Murtley og Herborg

Álítandi persónstal

Til stuttleikar kann nevnast, at fyri stuttum skuldi hann eitt ørindi á skattaskrivstovuna í Reykjavík. Hann setti bilin uttanfyri inngongdina og kom fryntligur og væl klæddur, sum altíð, inn á skrivstovuna. Kvinnan í móttøkuni bað hann skriva p-talið á eitt pappír, tí tað var líkasum lykilin til allar upplýsingar hjá skattaumsitingini. Jens skrivaði dag, mánað og ár og gav kvinnuni pappírið. Hon hugdi at talinum og upp á Jens og segði: “Eg bað teg skriva p-talið”, og rætti honum pappírið aftur. Jens skrivaði skálkaliga somu tøl aftur á pappírið og gav henni tað. Hon hugdi so tvær ferðir at tølunum og at Jensi. Síðani hugdi hon undrandi út ígjøgnum vindeygað og spurdi Jens: “Koyrir tú bil enn? Ja, segði Jens blídliga við ta undrandi kvinnuna.

Góði Jens. Vit eru mong, sum takka Gudi fyri teg, og sum hava notið gott av tygara gestablídni, hjálpsemi og vinarlagi. Hjartans tøkk fyri langa og trúgva tænastu í Guds ríki og fyri ta gleði og signing, tú hevur verið og enn ert fyri mong.

Jesus signi teg og tíni og lívskvøld títt. Vónandi fært tú nøkur góð ár afturat.

Tú eigur sama vitnisburð, sum Ásaf skrivar um í Sálmi 73,26: “Um mítt hold forferst og mítt hjarta, er tó Gud mín klettur og mín lutur allar ævir”

Vinarliga
Torleif Johannesen

Undanfarna grein

Prógv um torskilda landið, Edóm

Les grein

Heilagi Andin

Les grein
Næsta grein
A+

Trúboðin er ókeypis

...men arbeiðið verður fíggjað við sjálvbodnum gávum.
Dámar tær væl at lesa Trúboðan? So vilja vit fegin spyrja teg, um tú vilt stuðla Trúboðanum.