Kom við á summarlegu!
Tilmeldingin til summarlegurnar 2020 varð latin upp 1. mars og fleiri tilmeldingar eru longu komnar.
– Tilmeldingarnar stroymaðu inn beinanvegin, og nakrar av legunum eru næstan hálvfullar longu, men vit síggja tíðiligt, at steðgur kom í, tá Koronasmittan rakti Føroya land. Vit vita ikki við vissu enn, hvussu verður í summar, men verða legur avlýstar, fáa øll sjálvandi pengarnar aftur, sigur Erla Mortensen, samskipari fyri barna- og familjuarbeiðið. Hon leggur afturat, at Kirkjuliga Heimamissiónin fylgir tilmælunum frá heilsumynduleikunum.
Verðið hjartaliga vælkomin á summarlegur 2020 í Nesvík!
Kostnaður og tekningarfreistir
Tekninging fer fram her: (ein rindar samstundis) mission.fo/tilmelding
Summarlegurnar kosta allar 695 krónur fyri hvønn, undatikið Wild Life legan, sum kostar 495 krónur fyri hvønn og legan í Porkeri, sum kostar 595 krónur fyri hvønn. Eru tvey systkin á legu í summar, fáa tey 40 krónur í avsláttri, og eru trý ella fleiri systkin á legu, fáa tey 80 krónur í avsláttri.
Tekningarfreistin fyri “vanligu” legurnar er 20. juni, men fyri Wild Life longu 22. Mai. Tó kunnu legurnar vera fullteknaðar væl áðrenn freistirnar, og tí ræður um ikki at drála ov leingi við at tekna seg. Royndirnar seinastu árini eru, at legurnar verða fullteknaðar fyrr og fyrr.
Evnið er “Jørðin”
Hvørt ár er eitt felags evni fyri barnalegurnar, og evnið í ár má sigast at vera sera viðkomandi – “Jørðin”. Tað merkir millum annað, at bíbliutímarnar fara at snúgva seg um tað skaptu jørðina, um at vera menniskja á jørðini, um Guds son, ið gekk á jørðini og síðani bjargaði henni, og eisini um at síggjast aftur á tí nýggju jørðini.
Legurnar í summar fyri børn og juniorar eru hesar:
7.-8. flokkur Wild Life 29. mai – 31. mai
2.-3. flokkur Nesvík 26. juni – 30. juni
2.-5. flokkur Sørvágur 26. juni – 30. juni
2.-5. flokkur Porkeri 29. juni – 2. juli
3.-4. flokkur Nesvík 1. juli – 5. juli
4.-5. flokkur Nesvík 6. juli – 10. juli
5.-6. flokkur Nesvík 11. juli – 15. juli
6.-7. flokkur Nesvík 16. juli – 20. Juli
Gev gætur, at harumframt eru familjulega og ungdómslegur.