Hví stúra…?

Menniskju eru í dag fylt av ótta. Náttúrudálking og global yvirhitan gera sítt til, at fólk blíva bangin. Hóttanin av einum nýggjum heimskríggi stendur nær. Hvat er til ráða at taka? Hvør kann bjarga heiminum? Føroyar liggja mitt í millum stórmaktirnar, og talan er um at fáa radara upp aftur at standa. Hettar vísir, at tann vandin, sum man helt vera av, kanska ikki er av kortini.

Men eins og dagar Nóa vóru, soleiðis skal eisini koma menniskjusonarins verða. Tí at eins og tey í døgunum framman undan flóðini miklu ótu og drukku, giftust og giftu, líka til tann dagin, tá ið Nóa gekk inn í ørkina, og tey ongum skoyttu, fyrr enn flóðin mikla kom og tók tey øll burtur, soleiðis skal eisini koma menniskjusonarins verða.
Matt. 24,37-39

Tað er nógv, sum kann fáa okkum til at óttast, men vit mugu ikki lata óttan fáa valdið á okkum. Guð hevur allan heimin í síni hond. Tær størstu avgerðirnar vera ikki tiknar í Brussel, Washington ella Beijing. Áðrenn heimurin gongur undir, skal Jesus koma aftur á skýggjum himmalsins og tá skal hann døma livandi og deyð.

Hvat er so aktuelt at tala um?

Hvat var aktuelt at tala um hjá Nóa, sum visti, at ein heimsumfatandi vatnflóð fór at koma? Tað var aktuelt av vita, hvussu ein kundi blíva bjargaður undan hesi vatnflóð.

Fyri at vita hetta, var neyðugt at kenna Guðs orð, sum segði, hvussu ein kundi bjarga lívinum.

Hetta gjørdi Nóa. Og tað stendur um hann, at: hann bar seg at í øllum lutum eins og Guð hevði boðið honum.

Tá ið flóðin mikla kom, var tað líka mikið við globalari yvirhitan. Tað var líka mikið við heimsbardøgum. Tað, sum var umráðandi, var at vera innanborða í ørkini, tá ið vatnflóðin kom.

Sama er galdandi fyri okkum í dag. Tað, sum ræður um, er at kenna Guðs talu og bera seg at eins og Guð hevur boðið okkum. Hann vil síggja, hvussu Guð er. Hann hatar tað ónda og ein dag skal Jesus, sum nú situr við Guðs høgru hond, koma at døma livandi og deyð.

Jesus sigur:
(…) tann stund kemur, tá ið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra reyst menniskjusonarins*, og tey skulu ganga út, tey, sum hava gjørt gott, til lívs uppreisnar, og tey, sum hava gjørt ilt, til dóms uppreisnar.

Hvussu er hjá tær? Hevur tú gjørt gott ella ilt? Verður tað uppreisn til lívs ella til dóms?

Sannleikin um okkum øll menniskju er, at vit hava gjørt ilt. Grundin er; sum Jesus sigur, at okkara hjarta er ónt. Vit eru skapt við eini samvitsku og til at gera gott, men eftir syndafallið eru vit trælir hjá syndini. Jesus kallar okkum enntá ónd.

Um tú ert ósamdur við Guði um hettar, hevur Guð givið okkum tey tíggju boðini at máta okkum við, fyri at vit sjálvi kunnu síggja, at okkara náttúra er beint ímóti Guðs vilja.

Lógin bleiv ikki givin fyri at fáa okkum til betri menniskju, men fyri at fáa okkum at síggja okkara synd. Sum Paulus sigur í Rom. 3,20: tí at við lóg kemur kunnugleiki um synd. Ella sum tann danska umsetingin sigur: det, der kommer ved loven, er jo syndserkendelse.

Guð vil at vit skulu síggja okkara synd. Hann vil vísa okkum okkara sjúku, fyri at fáa okkum at taka tað einasta medisinið, sum kann bjarga okkum. Hann vil vísa okkum, at vit hava brúk fyri at blíva fødd av nýggjum. Hann vil vísa okkum, at vit hava brúk fyri at koma umborð á ørkina, líka sum Nóa og húsfólk hansara.

Ørkin, sum vit skulu flýggja inn í, er Jesus. Eru vit í Jesusi, so gongur dómurin yvir okkara synd framvið okkum, tí at Guð hevur longu dømt Jesus í okkara stað. Men eru vit uttanfyri Jesus og ikki vilja hava nakað við hann at gera, so rakar dómurin fyri okkara synd okkum sjálvi. Tað mest meiningsleysa í heiminum er tí tað, at hava hoyrt gleðiboðskapin, men ikki hava tikið í móti honum, men hava avvíst hann.

Ger tí sum Nóa. Leita til Harran, meðan hann er at finna! Lurta eftir hansara orðið. Les Guðs orð og bið Guð um at opinbera seg fyri tær í skriftini! Leita eftir honum! Banka uppá hjá honum! Bið til hann!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina