Hans-Ole Bækgaard: Heilagi Andin – Hvør ert tú og hvat vilt tú?

Vit halda í dag fram við øðrum av fýra fyrilestrum um Heilaga Andan og gerning hansara í okkum sum einstaklingar og í kirkjuni. Upptøkan er frá hvítusunnustevnuni 2022 í Meinigheitshúsinum í Havn, og tað er formaðurin í Indre Mission í Danmark, Cand. Teol. Hans-Ole Bækgaard, ið undirvísir.

I hesum fyrilestri lýsir Hans-Ole Bækgaard millum annað, hvør Heilagi Andin er og hvat hann ikki er. Tú fert at hoyra um fatanina av andum og trúarvillum í fornkirkjuni, eins og orð verða sett á munir í hvítusunnurørsluni og luthersku læruni av Heilaga Andanum og gerningi hans.

Í fyrilestrinum viðmælir Hans-Ole Bækgaard bókina, “Ved en korsvej”. Gudfrøðingurin Geir Otto Holmås setur í hesi bók sjóneykuna á eyðsýnda rákið í tí altjóða karismatiska landslagnum í dag. Umboð fyri hetta rákið halda uppá, at Guds ríki fer at fáa stóra framgongd í okkara tíð, um meinigheitin reisist undir leiðslu av nútíðar ápostlum. Men er tað í veruleikanum prógv fyri hesi hugsanini í Guds orði? Høvundurin vísir á sínar mongu royndir eftir fleiri ár í karismatiskum umhvørvum, og frá tíð síni í leiðsluni fyri Norsk Oase. Hann hevur ein inniligan áhuga í Andans virksemi. Bókin er eitt kall til Andans fólk um at venda aftur til “tær gomlu gøturnar”, har vit kunnu finna hvílu fyri sál okkara.

LES EISINI  Hvítusunna: 2. andakt til tey gomlu

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina