Lukas 18,31-43
Teksturin í dag er Lukas 18,31-43
Torleif Johannesen lesur.
v31 Men hann tók teir tólv til sín og segði við teir: «Sí, vit eru á ferð niðan til Jerúsalem, og alt tað, sum skrivað er av profetunum, skal fullbúgvast menniskjusoninum. v32 Tí at hann skal verða givin upp í heidna manna hendur og spottaður og háðaður og áspýttur, v33 og teir skulu húðfleingja hann og drepa hann, og triðja dagin skal hann rísa upp.» v34 Men teir fataðu einki av hesum, og hetta orðið var dult fyri teimum, og teir skildu ikki tað, sum talað var. v35 Men tað bar so á, tá ið hann nærkaðist Jeriko, at har sat ein blindur maður við vegin og biddaði. v36 Og tá ið hann hoyrdi eina fjøld av fólki ganga framvið, spurdi hann, hvat hetta var. v37 Tey søgdu honum, at Jesus úr Nasaret kom framvið. v38 Og hann tók at rópa og segði: «Jesus, sonur Dávids, miskunna mær!» v39 Og tey, sum gingu undan, hóttaðu at honum, at hann skuldi tiga; men hann rópaði nógv harðari: «Sonur Dávids, miskunna mær!» v40 Tá steðgaði Jesus og beyð, at hann skuldi verða leiddur til sín; og tá ið hann var komin tætt til hansara, spurdi hann hann og segði: v41 «Hvat vilt tú, at eg skal gera fyri teg?» Men hann segði: «Harri, tað, at eg má fáa sjón mína aftur!» v42 Og Jesus segði við hann: «Fái tú sjónina! Trúgv tín hevur frelst teg!» v43 Og í stundini fekk hann sjónina aftur, og hann fylgdi honum og prísaði Guði. Og alt fólkið lovaði Guði, tá ið tey hetta sóu.