Lukas 19,11-27

 

Teksturin í dag er Lukas 19,11-27

Jørgen Andreasen lesur.

v11 Men meðan teir lýddu á hetta, helt hann fram og segði eitt líknilsi, við tað at hann var nær við Jerúsalem og tey hildu, at Guðs ríki skuldi koma til sjóndar nú við tað sama. v12 Hann segði: «Ein háborin maður fór burtur at ferðast í eitt fjarlagið land fyri at vinna sær kongadømi og síðan koma aftur. v13 Og hann kallaði til sín tíggju av tænarum sínum og gav teimum tíggju pund og segði við teir: «Handlið við hesum, inntil eg komi aftur.» v14 Men landsmenn hansara hataðu hann og sendu sendiboð avstað aftan á honum og søgdu: «Vit vilja ikki, at hesin maðurin skal vera kongur yvir okkum.» v15 Og tað hendi, tá ið hann var komin aftur og hevði tikið við kongadøminum, at hann segði, at hesir tænararnir, sum hann hevði givið peningarnar, skuldu kallast inn til hansara, fyri at hann kundi fáa at vita, hvat ið hvør hevði vunnið. v16 Tá gekk hin fyrsti fram og segði: «Harri, pund títt hevur givið tíggju pund av sær.» v17 Og hann segði við hann: «Tað var væl gjørt, tú góði tænari; av tí at tú vart trúgvur í tí minsta, skalt tú hava veldi yvir tíggju støðum.» v18 Og hin annar kom og segði: «Pund títt, Harri, hevur givið fimm pund av sær.» v19 Og hann segði somuleiðis við hann: «Og tú skalt ráða yvir fimm støðum.» v20 Og uppaftur ein annar kom og segði: «Harri, sí, her er pund títt, sum eg havi havt liggjandi í einum turrklæði; v21 tí at eg ræddist teg, av tí at tú ert ein strangur maður; tú heimtar tað, sum tú ikki legði út, og heystar tað, sum tú ikki sáaði.» v22 Hann sigur við hann: «Eftir tínum egnu orðum dømi eg teg, tú illi tænari; tú visti, at eg eri ein strangur maður, sum heimti tað, sum eg ikki legði út, og heysti tað, sum eg ikki sáaði! v23 Og hví lætst tú tá ikki pengar mínar til veksliborðið, so hevði eg kunnað fingið teir aftur við rentu, tá ið eg kom heim?» v24 Og hann segði við teir, sum vóru hjástaddir: «Takið pundið frá honum og gevið honum tað, sum hevur tíggju pund.» v25 Og teir søgdu við hann: «Harri, hann hevur tíggju pund.» v26 «Eg sigi tykkum, at einum og hvørjum, sum hevur, skal verða givið; men frá tí, sum ikki hevur, skal eisini tað, sum hann hevur, verða tikið. v27 Men hesar fíggindar mínar, sum ikki vildu, at eg skuldi vera kongur teirra, førið teir higar og høggið teir niður fyri eygunum á mær!»