Viðvíkjandi tíð okkara

”Man eg hava hug á deyða hins gudleysa? Nei, men at hann vendir frá sínum vánda vegi, so at hann má liva. ”
Ezek.18,23

 

Hóast Gud hatar alla synd og alt gudloysi, so finnur Hann ikki hugna í, at hin gudleysi skal doyggja í sínum gudloysi og síni synd. So høgt elskaði Gud hvørja gudleysa menniskju – hóast hennara gudloysi, – at Hann gav son sín hin einborna, til tess at bjarga øllum gudloysingum frá ævigari glatan.

”Tí at meðan vit enn vóru veik, doyði Kristus til ásetta tíð fyri gudleys. ” Rom.5,6 Tá ið Gud nú hevur gjørt hetta, at lata son sín doyggja til ásetta tíð fyri gudleys, til tess at teir skulu ikki doyggja hin æviga deyðan, so sigur hetta okkum betur enn nakað annað, at Hann hevur ikki hug á deyða hins gudleysa. Tvørturímóti hevur Gud hugna í, at hvør gudloysingur vendir sær frá sínum gudleysa vegi og vendir sær til hansara – Kristus – sum doyði til ásetta tíð fyri – og ístaðin fyri – hin gudleysa. Tá skal hann liva. Men tá ið hin gudleysi leggur einki í eina sovorðna bjarging, og lurtar ikki eftir Orðinum um at venda sær frá gudloysi sínum, so má hann doyggja, hóast Gud vildi tað ikki. Tað er okkara eginvilji, sum forðar Gudi í at koma til við síni bjarging.

Jesus segði um íbúgvar Jerúsalems – og um øll tey, sum kenna ikki sína vitjunartíð: ”Jerúsalem, Jerúsalem! Tú, ið drepur profetarnar og steinar teir, sum eru sendir til tín, hvussu ofta havi eg viljað savnað børn tíni saman, eins og hønan savnar ungar sínar undir veingirnar! Og tit vildu ikki. ” Matt.23,37
E.A.J