Fleiri ung ganga í kirkju 

Nýggj tøl frá norsku hagstovuni, SSB, vísa, at gerandisgudstænastur eru vorðnar meira popularar millum ung í Noregi. 

20 ára gamli Johannes Kjosavik gongur á Nordfjord fólkaháskúla, og hann sigur við NRK, at bert fáir av teimum 120 næmingunum á skúlanum eru ikki trúgvandi. Hann hugleiðir um tíðarskeið í sínum lívi, tá hann ikki defineraði seg sum kristin: 

– Tað kendist eitt sindur meiningsleyst. Eg hugsaði sera náttúruvísindaliga og kendi, at alt fór til einkis. Eg føldi einki endamál við lívinum.  

Nakað av tí, sum hann virðismetir mest við trúnni, er tann felagsskapurin, hann hevur í trúnni saman við øðrum. 

Undrunarverd tøl 
Sambært nýggjum tølum frá SSB vóru færri gudstænastur í 2024, men talið av luttakarum er í miðal vaksið frá 77 til 80. 

Harald Hegstad, kirkjuráðsformaður, sigur, at hetta eru undrunarverd tøl og gleðilig fyri fólkakirkjuna. 

– Vit eru von við eina afturgongd. Nú sær tað út til at leggja seg og kanska fara uppeftir. Hetta kann koma av ótryggu tíðini, vit liva í nú, sigur Harald Hegstad.


Umframt hendan vøksturin er eisini ein onnur bylgja í gongd, sum tey ikki hava sæð fyrr: At ung vaksin lima seg inn í kirkjuna. 

Fimta hvør innliman í fólkakirkjuna eru fólk í aldrinum millum 25–34 ár. Tilsamans vóru 750 nýggir limir í hesum aldursbólki í 2024. Tað er ein trífalding samanborið við 2015. 

– Ungdómurin er meira viðkvæmur fyri broytingum, sum henda í samfelagnum. Tey eldru verða kanska ikki ávirkað í sama mun, sigur Hegstad. 

Rakar nakað hjá ungum monnum 
Kirkjur og trúarsamfeløg um alt Noregi merkja ein vøkstur millum ungdóm sum heild. Nøkur av teimum hava serliga lagt merki til, at tað er ungir menn. 

Fleiri kristnir miðnámsskúlar hava havt ein týðandi vøkstur seinastu árini. Flestu bíbliuskúlar eru í vøkstri, og fleiri stórir festivalar sum ‘Get Focused’ í Sandefjord og ‘Impuls’ í Stavanger eru vaksnir. 

Trúargranskarin Lars Laird Iversen hevur lagt merki til hesa gongdina. 

– Tað eru fleiri í granskingarumhvørvinum, sum hava sæð sambandið millum ungar menn og ein nýggjan áhuga fyri trúgv og kristindómi, men vit vita ikki enn hví. 

– Tað er áhugavert, at vit síggja fleiri ungar menn, sum hava áhuga fyri trúgv. Hetta er nakað, vit ikki hava sæð fyrr, sigur Lars Laird Iversen.


Fleiri umsóknir bíða eftir játtan til at granska víðari í hesum fyribrigdi. 

– Tað hevur verið so nógv frammi við sjálvmenning og optimalisering. At ungir menn royna at gerast besta útgávan av sær sjálvum. Hetta kann vera ein av frágreiðingunum, sigur hann. 

Fyri Johannes Kjosavik snýr tað seg ikki um sjálvsmenning ella optimalisering. Fyri hann snýr tað seg um meiningina við lívinum. 

– Eg haldi, at fleiri eru byrjað at leita eftir svarum. Fyrr hava fólk kent ein tryggleika í, at heimurin bara verður betri og betri. Nú sær tað kanska ikki soleiðis út longur, sigur Johannes. 


Kelda: NRK