Eitt Guds undur í Gasa

Rasim, kona hansara Yasmin, og teirra fimm børn svóvu í heimi sínum í Gasa, tá ið bumburegnið byrjaði.

Við hvørt lýstu spreingingarnar í náttarmyrkrinum. Knappliga varð heim teirra rakt, og húsið rapaði niður yvir tey. Familjan varð grivin undir stórum mongdum av betongi og byggileivdum. Alt varð myrkt, og luftin var full av dusti.

Hóast tey vóru kroyst fast undir húsaloyvdunum, funnu tey útav, at tað var nóg mikið av plássi, har tey lógu, so tey fingu anda.

Børnini grótu í ótta, og Yasmin bað í neyð síni um, at eitt undur mátti henda, so tey vórðu bjargað.

Men teir endaleysu minuttirnir vórðu til tímar. Tíðin kendist óendalig og myrk. Fimm dagar og nætur fóru framvið.

At enda hoyrdu tey okkurt ljóð. Loksins sóu tey onkrar ljósglottar í myrkrinum, og bjargingarfólk megnaðu spakuliga, men støðugt, at grava eina leið inn til har tey lógu undir húsaleivdunum.

Onkrar hendur tóku Rasim, Yasmin og børnini út undan leivdunum – ein fyri og annan eftir. Tey vóru øll skitin av dusti, høvdu løstir og sár, men tey vóru á lívi!

LES EISINI  Messias hevur eina trífalda tænastu fyri okkum

Øll undraðust. Hvussu kundu tey enn vera á lívi, eftir at hava verið grivin undir húsaleivdunum í so langa tíð?

Yasmin græt av gleði og takksemi, tá ið hon deildi sína undursama søgu: «Ein maður í skínandi hvítum klæðum kom nakrar ferðir til okkara og gav okkum vatn og mat. Eg spurdi hann, hvør hann var, og hin fremmandi svaraði: ‘Eg eri Isa, al Masih!’ (Jesus Messias).»

Familjan hevur altíð verið trúgvandi muslimar, og tey hava ongantíð áður havt samband við nakran kristnan.

Men nú hava tey, saman við fleiri øðrum í Gasa, funnið sannleikan: Jesus Messias!

Uppskot til bøn:

  • Bið um frið í Ísrael millum palestinar og ísraelar.
  • Bið fyri fólkinum í Ísrael og Gasa, at tey skulu fá hjálp og troyst í neyðini.
  • Bið um friðarligar politiskar loysnir, so ein endi fæst á krígnum og ræðuleikunum.
  • Bið at fleiri mega møta Jesusi í Gasa og koma til livandi trúgv á hann.
LES EISINI  Hví mátti Jesus doyggja á einum krossi?

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina