Brøður og missiónsfólk saman á Jóansøku

TVØROYRI – Hóast regn og nakað av vindi um vikuskiftið, gjørdist tað ein hugnalig og øðrvísi Jóansøka fyri nakrar av kristnu samkomunum í Suðuroynni, tá Missiónshúsið og Brøðrasamkoman á Tvøroyri stóðu saman um at skipa fyri fleiri felags tiltøkum við andaligum innihaldi. 

Sunnudagin var høvuðstiltakið ein felags sunnudagsskúli á stóra pallinum í miðbýnum. Har var bæði sangur, leikur og ein stutt tala – og hóast veðrið ikki var av tí besta, vóru bæði børn og vaksin við av fullum huga. 

“Fyrst vil eg siga, at eg eri ógvuliga glaður fyri, at vit fingu loyvi frá kommununi at brúka pallin og alla útgerðina, sum har var,” sigur Ragnar Groth Mortensen, ið hevði orðið á tiltakinum. 

Hann er útróðrarmaður og situr í høvuðsstýrinum hjá Heimamissiónini – og hendan sunnudagin var hann eisini talari framman fyri fjøldini. 

“Veðrið fáa vit einki gjørt við, men tá eg hugdi útyvir fjøldina, sá tað út til, at flest øll trallaðu við, og tað var faktiskt tað besta,” sigur hann. Hann fegnast serliga um, at eingin helt seg aftur at syngja við og gera tekn til sangirnar. 

LES EISINI  Ein í rúgvuni

“Eg kendi meg lítlan” 

Talan kom eftir ein leik, sum varð framførdur av børnum úr Salem, har boðskapurin var, at Gud sær hjartað. Hetta legði grundarlagið undir tí, sum Ragnar vildi bera fram. 

“Eg hugsaði, at eg kendi meg ógvuliga lítlan,” sigur hann. “Tað var torført at skriva eina stutta talu, sum kundi rúma øllum tí, sum eg vildi siga um evnið. Tað, at Gud sær hjartað, kundi verið innihald til fleiri talur.” 

Boðskapurin var tó greiður: Jesus hevur gjørt alt fyri okkum, og Bíblian gevur svar upp á teir trupulleikar, vit møta í lívinum. Ragnar leggur dent á stóru ábyrgdina, sum fylgir við tí at tala alment um trúnna: 

“Tað var so nógv, eg hevði hug at siga, og tí var ringt at finna røttu orðini. Eg vildi so fegin, at tað vóru tey røttu orðini.” 

Sangur og samkoma 

Afturat sunnudagsskúlanum var sangmøti í missiónshúsinum leygarkvøldið, har Martha og Tummas Pauli Mýri úr Klaksvík stóðu fyri felagssanginum. Sunnukvøldið varð eisini útimøti hildið, har bæði fólk úr missiónini og úr Brøðrasamkomuni luttóku. 

LES EISINI  Online sunnudagsskúli við Elisabeth Gaard kl. 14.00

Men fyri Ragnar vóru tað ikki bert møtini, sum settu dám á vikuskiftið. Hann nevnir serliga mikukvøldið, tá tey hittust til at fyrireika sunnudagsskúlan. 

“Vit, hóast vit koma úr ymiskum samkomum, hava somu neyð: Vit ynskja, at fleiri skulu koma at kenna Jesus. Og tað, at vit kundu sita og biðja saman – tað var ein sera góð løta,” sigur hann. 

Samstarv og samanhald 

Sambært Ragnari hevur samstarvið millum samkomurnar stóran týdning. Hann nevnir, hvussu tey áður hava havt felagssunnudagsskúla og eisini ungdómsmøtir, har tey hava luttikið saman – og at tey ungu framvegis vitja hvør hjá øðrum, hóast tiltøkini broytast við tíðini. 

“Tað, at vit kunnu standa saman um størri tiltøk, eri eg sera glaður fyri. Um enn samkomurnar eru ymiskar á málið um onkur ting, so eru vit samd um eina rúgvu, og vit vilja øll, at fleiri skulu koma at kenna Jesus.” 

Hann nevnir eisini eitt felags ungdómsmøti, sum fyri stuttum var í Frelsunarherinum í Vági, har fleiri samkomur luttóku, og har samanhaldið var sterkt. 

LES EISINI  Hann gevur kærleik, hann gevur lív

“So samstarv er stórt, so leingi vit klára at virða hvønn annan og halda fokus á alt tað, vit eru samd um. ” 

Eina løtu vórðu ymiskleikar lagdir til viks, og felagsskapurin settur í miðdepilin. Við sangi, bøn og einum felags ynski um at gera Jesus kendan, vísti vikuskiftið í Suðuroy, at tað á tvørkirkjuligum grundarlagi býr eitt livandi ynski um veking og endurnýggjan í oynni. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina